Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. november · Nr. 156 6 Sosialurin Hiti og bjálving í vetur Í Oyggjablaðnum mikudagin seta vit fokus á hita og bjálving Í hesum blaðnum kanst tú millum annað lesa hetta: • Populer passiv- hús í Noregi • Marjus Dam valdi føroysku loysnina • Heimsins grønasta gistingarhús • Jarnhold hitar húsini við berghita • Baldvin berjist ímóti hitalekum • Góð ráð um orkusparing og mangt annað áhugavert tilfar. Randi Jacobsen Søgan um Rólant Reginsson Biskopstø úr Klaksvík er ein sólskinssøga. Hann liggur á Ríkissjúkrahúsinum, hev ur fingið nýtt hjarta, og skurð­ viðgerðin gekk væl. Alt byrjaði við, at hann fjørsummar fekk hann krím og slapp ikki av aftur við hostan. Hann varð so kann­ aður, og tað vísti seg, at hann hevði ov stórt hjarta. Hann fekk nógvan heili­ vág, men læknarnir søgdu, at hann noyddist at fáa nýtt hjarta. 30. oktober fóru Rólant og foreldrini Jórun Biskopstø og Regin Simonsen til Dan­ markar. Tey gjørdu seg út til at skula bíða eftir nýggjum hjarta til Rólant í nøkur ár, men longu fríggjadagin seinnapartin ringdi Ríkis­ sjúkrahúsið og segði teimum, at eitt hjarta var til Rólant. Gekk væl Fríggjakvøldið varð Rólant so lagdur undir skurð, og um náttina var skurðviðgerðin liðug. Alt gekk væl, og longu leygarmorgunin var Rólant, sum lá í respiratori, vakin aftur, skrivar Norðlýsið. Sunnumorgunnin varð hann tikin úr respiratorinum, hann fær etið og hevur onga pínu. Upp undir skurðvigerðina fekk hann nógvan heilivág, sum nú verður trappaður niður. Familjan má rokna við at búgva í Danmark næsta hálva árið. Tað er væl sloppið, tá hugsa verður um, hvussu leingi onnur noyðast at bíða. Má verjast Enn sleppa onnur enn for­ eldrini ikki at vitja Rólant, sum má verjast móti smittu­ vanda. Norðlýsið hevur tosað við mammuna, sum greiðir frá, at komandi tíðin kann gerast strævin, tí roknast kann við afturstigum. Sosialurin royndi í morg­ un at fáa orð á Jórun Biskop­ stø, men hon hevði ikki stund ir tá at tosa. Annars hevur Rólant gjørt sær eina heimasíðu, sum hann hevur skrivað søgu sína á. http://www.123hjemmeside. dk/biskopstorolant/40416458 nýtt hjarta Klaksvíksdrongur fingið nýtt hjarta 14 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø hevur tað gott, eftir at hann leygarnáttina fekk nýtt hjarta Longu leygarmorgunin var Rólant klárur aftur og kundi veittra til foreldrini Tað er ein stór skurðviðgerð, sum 14 ára gamli Rólant hevur verið igjøgnum