mánadagur 8. november 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 8. november · Nr. 156
Sosialurin
Leo Poulsen
Ein bóndi var í Føroya Rætti
fríggjadagin ákærdur fyri
brot
á
umhvørvislógina.
Kommunan og politiið skuld
settu bóndan fyri at leggja
mykju ov nær einum vatni,
sum verður nýtt sum drekki
vatn, og boð vórðu givin um
at fáa mykjurúgvuna flutta.
Mykjurúgvan lá í einum
skráningi oman móti vatni
num, og ákærin førdi fram,
at kom glopraregn, kundi
mykjurúgvan verða skolað
oman í vatnið, sum harvið
varð dálkað.
Vandi
var
tískil
fyri,
at
mykjan
kundi
dálka
drekkivatnið hjá fólkinum í
bygdini.
Mykjurúgvuna
skuldi
bóndin annars brúka til at
tæða bøin har nærhendis, og
tað metti ákæruvaldið eisini
skapti ein vanda fyri, at
mykja varð sprænd í vatnið.
Tað var 2. mai 2009, at
bóndin bleiv steðgaður og
skuldsettur fyri brot á um
hvørvislógina. Sjálvur helt
bóndin lítið um ákæruna,
tí hann sigur seg hava
lagt mykju har um leiðir
í 25 ár, uttan at tað hevur
verið mett sum vandi fyri
umhvørvisdálking.
Somuleiðis fíltist bóndin
á, at hann ikki sjálvur fekk
møguleika at beina mykjuna
burtur.
Myndir av mykjurúgvuni
vórðu lagdar fram í rættinum,
men meðan ákæruvaldið
metti rúgvuna vera um seks
til sjey kubikkmetrar, metti
bóndin rúgvuna til umleið
tveir kubikkmetrar.
Umrødda vatnið liggur
í haganum hjá bóndanum,
og spurningurin kom upp í
rættinum, um bóndin hevði
lagt mykjurúgvuna so nær
vatninum í einari provokatión
móti kommununi, tí hon
ikki hevði vilja gjørt nakra
avtalu við bóndan um at taka
drekkivatn
út
vatninum.
Men hesum vísti bóndin
aftur og staðfesti, at soleiðis
hevði hann gjørt í 25 ár.
Verjin hjá bóndanum vísti
eisini á, at vatnið var bæði
stórt og djúpt, og at inntakið
til drekkivatnið var minst 80
metrar inn í vatnið.
Ákærin kravdi bóndan
dømdan eftir ákæruritinum
og mælti til eina bót á 5.000
krónur.
Verjin
hinvegin
kravdi frídøming. Dómurin
fellur seinni í vikuni.
Leo Poulsen
Náttina 14. februar í ár
varð brotið inn í húsini hjá
Bergtóru Óladóttur Poulsen,
og málið fekk nógva umrøðu
í miðlunum, tí tað var so
óvanligt.
Bergtóra sjálv var og
ferðaðist um hetta mundi og
var tí ikki inni, tá innbrotið
varð framt. Men innbrots
maðurin hevði gjørt nógv
um seg, og byrjaði við at
steina rútin í úthurðini inn.
Har hevði hann skorið seg,
og blóð var klínt um veggir
og innbúgv.
Hvussu leingi maðurin
hevur verið inni í húsunum
er ilt at meta um, men tað
heilt løgna var, at hann var
farin undir brúsu, meðan
innbrotið var framt. Sjálvur
sigur maðurin seg einki
minnast frá kvøldinum, tí
hann var so fullur. Maðurin
greiddi frá, at hann vanliga
ikki drekkur, og at hetta bert
var fimta ferðin, at hann
hevði verið fullur.
Maðurin hevði eisini stolið
nakrar lutir, og teir vóru so
løgnir sum tvey dýnuvørð,
tvey løk og eina mynd.
Maðurin greiddi frá, at
hann hevði ikki verið inni í
húsunum áður, men at hann
visti um húsini, tí hann
einaferð hevði arbeitt uttan
fyri har. Hetta brúkti ákærin
eisini sum prógv um, at tað
verðuliga var rætti maðurin,
ið løgreglan hevði fingið
fatur á, tí dnaroyndirnar
prógvaðu, talan var um rætta
mannin.
Sum nevnt segði maðurin
seg einki minnast, hóast
hann
hevði
verið
undir
brúsu, og tí fekst einki boð
um, hvør motivatiónin hand
an innbrotið var. Tað visti
maðurin einki um at siga.
Anonymt tip
Løgreglan hevði ikki so nógv
spor at ganga eftir í málinum,
tí hóast dnaroyndir vóru
fingnar av blóðinum, so mátti
onkur persónur finnast, sum
átti hetta dna’ið.
Karl Johansen, løgreglu
assistentur og núverandi
sýslumaður, fekk 2. mars
eina anonyma uppringing
um, at navngivin persónur
var hin seki. Spurdur, hvussu
hesin visti, at hetta var rætti
persónurin, svaraði hann
bara, at tað mátti løgreglan
sjálv finna útav, og síðani
legði hann hornið á.
Karl Johansen greiddi
síðani frá, at eftir morgun
fundin dagin eftir koyrdu
hann og ein annar løgreglu
maður á givnu adressuna, og
spurdu eftir manninum, sum
enn ikki var uppi tá.
Maðurin var tó skjótur,
men tá løgreglan spurdi
hann, um hann visti hví
teir vóru har, svaraði hann
nei. Maðurin hevði rímiliga
nýggj skurðsár á arminum,
og spurdur váttaði hann, at
hann hevði fingið tey nevnda
vikuskifti.
Løgreglan gjørdi tí av at
taka mannin við á løgreglu
støðina til avhoyringar, og
har varð hann so skuldsettur
fyri innbrotið.
Endurgjald
Fríggjadagin var málið so
fyri í Føroya Rætti. Ákærdi
maðurin og løgreglumaðurin
vóru einastu vinti, umframt
Bergtóru Óladóttir Poulsen,
men ákærdi maðurin var ikki
til nógva hjálp, hvørki hjá
ákæra ella verja. Hann segði
seg stutt sagt einki minnast
frá hendingini.
Skaðin var tó umfatandi.
Blóð var smurt eftir veggjum
og
innbúgvi,
og
millum
annað var sofan og seingin
blóðdálkað, so neyðugt var
at skifta hetta út.
Tryggingarfelagið Føroyar
setti fram endurgjald móti
manninum,
og
higartil
hevur felagið lagt út 85.644
krónur. Hartil kemur so eitt
endurgjaldskrav frá Bergtóru
Óladóttir Poulsen upp á
28.013 krónur fyri nýggja
song og nýggja sofu.
Her var tó nakað av iva
um, antin sofan var íroknað
tað endurgjaldið, ið Bergtóra
Óladóttir
Poulsen
hevði
fingið.
Sjálvt um Bergtóra ikki
vildi nýta blóðdálkaðu seing
ina, vildi tryggingin ikki
dekka hetta, og tí verður
tað kravið sett fram móti
ákærda.
Ein stór orsøk til, at
endurgjaldskravið gjørdist
so stórt, var, at ákærdi hevði
hvølt tveir mjólkarpakkar
sum høvdu runnið niður
undir í kjallaran, har Bergtóra
hevur handil. Tí mátti stórur
partur av loftinum skiftast.
Men meðan eingin ivi
kann vera um skuldarspurn
ingin, vildi dómarin hava
stundir til at umhugsa endur
gjaldskravið, og tískil verður
dómur ikki sagdur í málinum,
fyrr enn seinni í vikuni.
Innbrotið hjá Bergtóru loyst
Í Føroya Rætti fríggjadagin var ein ungur maður ákærdur fyri nógv umrødda innbrotið
hjá Bergtóru Óladóttir Poulsen. Dna-royndir staðfesta, at maðurin er sekur, men
ósemja var um endurgjaldskravið, og tí fellur dómur ikki fyrr enn seinni
Málið um innbrotið hjá
Bergtóru Óladóttir Poulsen
varð avgreitt í Føroya
Rætti fríggjadagin
Ákærdur fyri at dálka drekkivatn
Ein bóndi er ákærdur fyri at leggja mykju ov nær vatni, sum verður nýtt til drekkivatn.
Bóndin sigur seg einki hava gjørt øðrvísi, enn hann hevur gjørt í 25 ár
Bóndin skuldi brúka mykjurúgvuna til at tæða bøin við
Modellmynd