Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157 12 Sosialurin Áki Bertholdsen - Tað er eitt gott hugskot at fakfelagsrørslan stovnar ein nýggjan, politiskan flokk. Tað heldur ein av mátt- mikl astu og kendastu fak- felagsfólkunum í landinum, Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon staðfestir samstundis, at eru ávísar treytir loknar, er hon til reiðar at stuðla einum nýggjum flokki. Ongan góðan Ingeborg Vinther heldur, at sum støðan er nú, eiga fak feløgini ongan góðan í politikki, hvørki fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum ella tey á tí almenna arbeiðs- marknaðinum. Men eftir hennara tykki eru tað ikki bara fak felags- fólk, sum eru fyri vanbýti í dagsins politikki. – Láglønt, pensjónistar og minni ment annars, eiga heldur ongan, sum talar teirra søk í politikki longur – Og teir flokkarnir, sum einaferð slóu manngarð um tey minni mentu, hava gloymt alt um tey og hendan týdningarmikla part av teirra baklandi. Í hesum sambandi hugsar hon um tær sparingar og skerjingar, sum eru framdar og sum hon sigur í mesta mun hava rakt teir veikastu bólkarnar í samfelagnum. Tí skilir hon væl, at røddir nú eru frammi um at stovna ein nýggjan flokk. – Tað er tiltrongt, leggur hon afturat. Fullur stuðul Forkvinnan í Føroya Ar- beið ara felag sigur at hon er til reiðar at stuðla einum nýggjum flokki av heilum hjarta. – Lat okkum nú allarfyrst vita um nakað spyrst burtur úr, leggur hon afturat. Men verður álvari gjørt av hesum, veldst tað sjálvandi um, hvørja stevnuskrá ein nýggj ur flokkur hevur og, hvørj ar hugsjónir, hann bygg ir á. – treytin fyri at eg kann stuðla einum nýggjum flokki, er sjálvsagt, at eg kann taka undir við stevnuskránni og grundarlagnum annars. Men kann eg tað, eri eg eisini sinnað at stuðla av fullum huga. Hon staðfestir samstundis, at tað er slett ikki óhugsandi, at hon hevði viljað tikið virknan lut í arbeiðnum at hjálpt einum nýggjum flokki í valstríðnum og í politiska arbeiðnum. Men hon ger púra greitt, at sjálv er hon ikki sinnað at stilla upp. Annars var Ingeborg Vinther sjálv í fremstu røð, tá ið Verkamannafylkingin varð stovnað og fekk umboð á tingi í 1994. Tann royndin miseydnað- ist fullkomiliga og Verka- manna fylkingin fór líka skjótt í grøvina aftur, sum hon kom undan kavi. Men Ingeborg Vinther held ur ikki, at tað eigur at ræða fakfeløgini frá at gera eina roynd afturat. Orsøkin til at tað gekk so illa við Verkamannafylkingini var mest av persónligum orsøkum, heldur hon. Men hon sigur, at vit læra av teimum mistøkum, vit gera. – Fyri tað, um Verka manna- fylkingin miseydnaðist, er onki í vegin fyri, at ein nýggjur fakfelagsflokkur nú kann eydnast til fulnar, sigur Ingeborg Vinther. aki@sosialurin.fo Ingeborg til reiðar at stuðla nýggjum flokki GOTT HUGSKOT Forkvinnan í Føroya arbeiðarafelag heldur, at tað er tiltrongt at ein nýggjur politiskur flokkur verður stovnaður Fakfeløg umhugsa nýggjan flokk Tað eru fimm stór fak- feløg á almenna ar- beiðsmarknaðinum, sum nú stovna nýggjan flokk. Tað eru Starvs- manna felagið, Lærara- felagið, Pedagogfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðs- kvinnu felag. Tey hava enntá hugs að um nýtt navn og fyri bils er navnið ”Sam starv” best dámt. At almennu fakfe- løg ini umhugsa at stovna nýggjan polit- isk an flokk, kemst av at eingin flokkur virðir fakfelagsrættindini, søgdu tey í fráboðan fyri nøkrum døgum síðani. Eitt, sum tey sipa til, er, at samgongan hevur longu avgjørt, at verða lønarhækkingar fara tað at føra til uppsagnir, men tey halda eisini, at andstøðan er merkiliga tigandi í hesum máli – Endamálið við at stovna nýggja flokk er at tryggja og styrkja vunnin fak felags rætt- indi Føroya fólki at frama, siga tey. GLOYMD Teir politisku flokkarnir, sum einaferð slóu manngarð um tey minni mentu, hava gloymt alt um tey og tí skilji eg væl, at røddir eru frammi um at stovna ein nýggjan politiskan flokk, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Tað eru ikki bara fak­ feløg, sum hava brúk fyri einum nýggjum flokki