mikudagur 10. november 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
14
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyggjablaðið
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Snorri Brend
Danmark: Crowne Plaza Copenhagen Towers
hevur júst fingið virðisløn fyri at vera
heimsins grønasta gistingarhús.
Gistingarhúsið hevur fingið EcoTourism
Award sum ein umhvørvistilvitað fyrimynd
hjá øðrum gistingarhúsum, skrivar Berlingske
Tidende.
Gistingarhúsið, sum liggur í Ørestad, hevur
størsta sólkyknuanleggið í Norðurevropa
á fram síðuni á bygninginum, sum veitir
streym, meðan grundvatnið syrgir fyri køl ing
og upphiting í luftingarskipanini á gistingar
hús inum.
Lívfrøðilig evni
Bæði sjónvarp og lampur eru útgjørd við
lágorku, og allar sjampofløskur, tannbustur og
baðihettur eru úr lívfrøðiligum evnum, sum
ongan skaða gera á náttúruna. Matstovan
brúkar lokalar rávørur, og alt burturkast
verður til biogass og tøð.
Hevur tú sum gestur á gistingarhúsinum
hug at venja eina løtu, kanst tú taka tær ein
súkklutúr á streymframleiðandi súkklunum á
gistingarhúsinum. Øll, sum framleiða 10 watt
tímar, fáa eina ókeypis máltíð á norðurlendsku
matstovuni á gistingarhúsinum.
– Hetta er fyrstu ferð, virðislønin fer til
Danmarkar. At hetta hevur eydnast okkum,
haldi eg, er tí, at grøni hugsunarháttur okkara
gongur aftur allastaðni frá teimum heilt
smáu lutunum til teir stóru, sigur Allan L.
Agerholm, stjóri á gistingarhúsinum.www
Oyggjablaðið í næstu viku:
BØKUR
Hiti &
bjálving
Í hesum blað num
viðger Oyggja
blaðið spurningin
um hita og bjálv
ing.
Lesið um:
Síða 14:
Heimsins grønasta
gistingarhús
Síða 16:
Populer passivhús í
Noregi
Síða 18-19:
Nógv at spara við
berghita
Síða 22:
Oljufýrar verða skjótt
søga
Síða 24-25:
Marjus velur ta føroysku
loysnina
Síða 26:
Soleiðis heldur tú húsið
heitt
Síða 28-29:
Baldvin forðar hitalekum
Síða 31:
Øll kunnu spara meiri
Heimildir:
Samrøður
www.sev.fo
www.sev.fo
www.jarðfeingi.fo
www.jarðfeingi.fo
Norskar heimasíður
Heimsins grønasta
gistingarhús
Hugsar tú um CO2-útlát, endurnýtsluvatn og lágorku, tá tú
skalt gista uttanlands, kanst tú sum ferðafólk við góðari
samvitsku leita tær á eitt gistingarhús í Keypmannahavn.
GRØNT
Hóast bilurin hevur annan lit, er eingin ivi
um, at tað er tann grøni hugsunarhátturin
sum gongur aftur allastaðni á Crown
Plaza Hotellinum í Keypmannahavn