mikudagur 10. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
16
Sosialurin
Hiti & bjálving
Snorri Brend
Noreg: Tað hendi so knappliga, at
eitt grundøki við súreplatrøum og
runnum var til sølu í nánd av, har
hann búði saman við familju síni.
Hetta var snøgt sagt staðið til
at byggja eitt umhvørvisvinarligt
passivhús, sum hann so leingi hevði
droymt um.
– Ætlanin var at byggja tað og
fáa tað liðugt eftir einum ári, sigur
Stein Stoknes við norskar miðlar.
Tað skuldi kortini taka honum
samfull fimm ár. Í fjør var húsið so
mikið liðugt, at tey kundu flyta inn,
hóast alt ikki er gjørt innanveggja.
Hesi fimm árini hava fólk manga
staðni frá verið og vitjað hjá Stein,
millum annað norski olju og orku
málaráðharrin.
– Eg haldi, at her munnu hava
verið eini 1500 fólk á gátt, sigur
Stoknes við einum brosi.
Bjálving
Uttan at fara ov nógv inn í tær
tøkniligu útgreiningarnar, kann í
stutt um verða nevnt, at hann mill
um annað hevur eina 40 millimetur
tjúkka bjálving.
– Tjúkdin á veggjunum merkir
í roynd og veru, at vit missa eitt
sovikamar í gólvvídd. Men vit hava
framvegis nóg mikið av plássi her
inni, sigur hann.
Meginparturin av stovuni er
gjørd sum vindeygu, sum eru sera
væl bjálvað. Hetta ger at húsfólkið
ikki hevur fyri neyðini at brúka
aðrar orkukeldur enn ta vatnbornu,
sum er á gólvinum í baðirúminum
og gongini.
Seinasta vetur bar ikki til at
halda hitanum á hóskandi støði
í húsinum, og tí mátti familjan
Stoknes útvega sær ein panelovn í
hvørjari hædd. Ætlanin er at keypa
eina peis einaferð seinni.
Idealisma
Hinvegin hevur hetta ikki forðað
fyri, at tey hava spart nógva orku.
Eitt slíkt passivhús brúkar millum
65 og 75 prosent minni orku enn
eini miðalhús.
– Eg rokni kortini við, at tað fer
at taka nøkur ár til vit hava spart
hesa rættiliga stóru íløguna inn
aftur. Men eg hugsi eitt sindur
longur fram enn tað, tí eg ivist onga
løtu í, at hetta slag av húsum verða
nógv eftirspurd í framtíðini.
– Eg eri jú idealist. Skuldi eg
hugsað handilsligt, hevði eg ikki
bygt júst eini slík hús. Fyribils eru
onkrar forðingar í lógarverkinum,
og tær fíggjarligu rammutreytirnar
eiga at gerast betri, heldur Stein
Stoknes.
Í dag eru fólk vorðin alt meir
áhugað í at búgva og liva grønt,
og fleiri byggifyritøkur gera nú
lyklaklár passivhús.
– Enn er hetta nýtt, men eg valdi
at fylgja dreymi mínum. Tað kennist
gott at búgva soleiðis. Hetta er ein
smartur máti at byggja uppá, og vit
eru væl útgjørd til framtíðina.
Passivhús við
virknari orku
HÚSABYGGING – Nú høvdu vit búð 20 ár í eini íbúð. Eg helt tí at stundin var komin
til at byggja okkara egnu hús, sigur norski sivilverkfrøðingurin, Stein Stoknes. - Ja, eg
havi faktisk altíð droymt um at kunna byggja míni egnu orkuvinarligu hús her í Oslo.
Passivhús
Eitt heiti sum kemur úr
Týskalandi, fyri at flokka
hús við munandi lægri
orkunýtslu enn vanligu
sethúsini - í miðal ein
sparing uppá 25 prosent
Lága orkunýtslan ger,
at tað er óneyðugt við
umfatandi hitaskipanum
Fyrr í ár varð ein líknandi
standardur gjørdur í
Noregi. Her verður sligið
fast, at orkunýtslan til
upphiting av bústøðum
má í mesta lagi vera
15 kilowatt-tímar fyri
fermeturin, alt eftir
húsaslagi og hvar ein býr
Orðið “passiv” merkir,
at ein skal hava ein
góðan bygningskropp,
har orkunýtslan verður
hildið niðri við hjálp av
passivum tiltøkum, sum
bjálving, tettleika og
endurnýtslu av hita.
Fakta
SPARING
- Vit brúka bert helvtina so nógva
orku sum eini vanlig sethús,
sigur Stein Stoknes, sum bygdi
fyrstu passivhúsini í Oslo. - Eg
vænti, at hetta er framtíðin
LJÓST
Ein stórur partur av stovuni eru úr glasi. Hetta ger hana ljósa - og heita um summarið, og heldur kalda um veturin
Enn er hetta nýtt, men eg
valdi at fylgja dreymi mínum.
Tað kennist gott at búgva
soleiðis
Eg eri jú
idealist
Eg haldi, at her munnu
hava verið eini 1500 fólk á
gátt