mikudagur 10. november 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Søgurnar eru nógvar um eldri
fólk, sum ikki fáa ta røkt, tey
hava fyri neyðini. Eru eingi
børn til at taka ábyrgdina
av óhjálpnum foreldrum,
er illa statt. Ofta bukka tey
avvarðandi sjálv undir.
Í húsum sínum á Markna
gilsvegnum í Havn býr Una
Hentze. Hon býr púra einsa
møll, tí í februar slapp maður
hennara, Hjørleif Hentze inn
á Tjarnargarð.
Tá ið maðurin slapp á røkt
arheim, væntaði Una, at hon
skjótt eisini fór at sleppa inn,
og tað er hennara stóra ynski.
Men einki røkist fyri, at
hon sleppur til mannin at
búgva á Tjarnargarði.
– Eg havi verið hjá honum
hvønn dag, tá ið tað hevur
borið til. Vit hava sitið og
hildið í hondina á hvør
øðrum, og vit gráta bæði
ofta um, at vit ikki sleppa at
búgva saman longur, tí vit
eru so tætt knýtt.
Sunnudagin høvdu hjún
ini 56 ára brúdleypsdag.
Likamliga er Una illa fyri.
Hon sleppur ikki sjálv upp
úr songini, og er hon komin
upp, hendir tað ferð eftir
ferð, at beinini fara undan
henni. Fleiri ferðir hevur
hon ligið tímavís einsamøll
á gólvinum.
Una hevur bindivevssjúku
og stríðist eisini við diabetes.
– Eg taki 27 tablettir um
dagin.
Lá á gólvinum
Sunnudagin í hinari vikuni
ringdi Una til dóttrina og bað
um hjálp, tí hon var dottin á
gólvinum og slapp ikki upp.
Sjúkrasystir
kom,
hon
ringdi eftir lækna, og boð
vórðu so send eftir sjúkrabili.
Tá ið nakrir dagar vóru
farnir, skuldi Una koyrast
heim aftur av sjúkrahúsinum.
Tað var tó av ongum tá, í
bakteriur vórðu funnar í
blóðinum. Hon hevði bruna
og skuldi hava antibiotika.
Mánadagin í seinastu varð
dóttirin ringd upp, at nú kom
mamman heim.
Dóttirin beit tá tenninar
saman og segði nei, at
mamman kundi ikki sendast
heim, tí eingin var at taka
sær av henni, og hon helt
heldur ikki, at Nærverkið
maktaði uppgávuna at geva
mammuni neyðugu røktina.
Orkaði ikki meira
– Eg orkaði ikki meira og
segði við tey í Nærverkinum,
at varð mamma flutt heim,
var ábyrgdin teirra.
Dóttirin, sum er einabarn,
hevur seinastu tvey árini
verið bundin á hond og fót
av foreldrunum. Hon hevur
nú haraftrat slitið liðbond
í skøvninginum og hevur
fingið boð frá læknanum um
ikki at brúka annan armin
tríggjar mánaðir fram.
Hesi árini hava verið
ein stríggin tíð hjá dóttrini,
manni hennara og børnu
num. Nú gongur tað ikki
meira, sigur dóttirin.
Heim í einsemi
Fríggjadagin varð mamman
send heim til at vera einsa
møll.
Una sigur, at tað kvøldið
fekk hon gamalt breyð, sum
hevði ligið í kuldaskápinum
teir 12 dagarnar, meðan hon
var á Landssjúkrahúsinum.
Viðskerin í skápinum var
upp aftur eldri.
Leygarmorgunin
kom
heimahjálpin og gav henni
nýggjum breyði at eta, og
aftaná kom sjúkrasysturin at
geva henni insulinsproytuna.
– Eg spurdi heimahjálpina,
um eg ikki kundi sleppa undir
brúsuna, men tað bar ikki til.
Tað høvdu tær ikki stundir
til um vikuskiftið, fekk eg
at vita. Er tað stuttligt, tá ið
man liggur í songini allan
dagin og brúkar blæu?
Dótturin heldur tað vera
løgið, at Nærverkið ikki
ringdi til hennara og boðaði
frá, at mamman varð send
heim. Sjálvt um dótturin
hevur sagt, at hon orkar ikki
longur at hava ábyrgdina av
mammuni.
Klokkan hálvgum ellivu
um kvøldið kom ein heima
hjálp at geva henni breyðið,
ið var smurt um morgunin.
Alt vikuskiftið fekk hon
ongantíð
døgurða,
bara
breyð.
Vil inn á Tjarnargarð
– Eg má siga, at eg kenni meg
ógvuliga illa, og eg orki ikki
at vera einsamøll. Eg siti ella
liggi her einsamøll hvønn
einasta dag, og eg skilji ikki,
at eg ikki eisini kann sleppa
inn á Tjarnargarð.
Støðan í heiminum var
upp aftur verri, áðrenn mað
urin fór á Tjarnargarð. Tá
hendi tað fleiri ferðir, at hon
var dottin á gólvið, og hann
fór út í kuldan um náttina.
– Einasta grund til, at
eg eri á lívi, er tí dóttir mín,
maður hennara og børn
teirra hava tikið um endan.
Seinasta
summar
kundi
ommudóttirin, sum gongur
í skúla, ikki arbeiða, tí hon
noyddist at vera inni hjá
abbanum.
Una Hentze hevur alt
gott at bera teimum, sum
koma sum heimahjálpir til
hennara. Tær kunnu ikki
gera við, at viðurskiftini er,
sum tey nú einaferð eru.
Ein
stórur
trupulleiki
hjá Unu og teimum er, at
húsini ikki eru innrættað
til illgongd fólk. Una hevur
kamar í niðaru hæddini. Ein
smøl trappa er uppá, men
sjálv er hon ikki før fyri at
koma upp gjøgnum trapp
una. Heimahjálpirnar átaka
sær ikki at styðja hna upp
gjøgnum trappurnar.
– Tí havi eg ligið her í song
ini, síðan eg kom heim av
sjúkrahúsinum, sigur Una.
Mánadagin var dóttirin
inni á gólvinum, og hon
hjálpti mammuni upp gjøgn
um trappurnar at fáa ein
kaffimunn.
– Eg veit ikki, hvat hetta
skal enda við. Vit hava fingið
onkran at kanna fyri okkum,
um vit kunnu sleppa inn á
eitt gott heim í Danmark.
Ber tað til, mugu vit bara
flyta av landinum, sigur Una
Hentze.
randi@sosialurin.fo
Liggur einsamøll
og óhjálpin
– Eg og maðurin gráta hvønn dag um, at vit ikki longur sleppa at búgva saman, sigur Una Hentze, sum
er í ringari støðu. Hon býr einsamøll, sleppur ikki sjálv úr songini, og dótturin orkar ikki meira
Størsta ynskið hjá Unu Hentze er at sleppa at búgva á Tjarnargarði, har maðurin býr
Mynd: Jens Kristian Vang