mikudagur 10. november 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Tað er ein bráðneyðugur
tørvur á at vit fáa eitt baði
land og ein 50 metra langhyl
í Havnini.
Tað heldur Bogi Andrea
sen, býráðslimur og fyrsti
varaborgarstjóri í Havn.
Sjálvur er hann formaður
í byggi og býarskipanar
nevndini
hjá
Tórshavnar
Býrað og í hesum sambandi
fer hann nú at taka býar
ætlanina fyri Tórshavnar
Kommunu upp til nýggja
viðgerð í nevndini.
Ein partur av hesi við
gerðini verður at kanna eftir,
hvar í kommununi tað er høg
ligast at leggja ein 50 metra
langhyl og eitt baðiland.
– Vit hava eina svimjihøll,
men nú er Havnin blivin so
stór, at hon nøktar als ikki
tørvin longur. Talan er sostatt
um ein tørv, sum tað heilt
skjótt verður bráðneyðugt
at ganga á møti, leggur hann
afturat.
– Og tí er neyðugt, at vit
nú fara at slóða fyri, so at vit
kunnu bøta um umstøðurnar,
sigur
varaborgarstjórin
í
Havn.
Um tvey ella trý ár
Hann ásannar, at hetta eru
ikki tvær íløgur, sum eru
raðfestar í fíggjarætlanini
hjá Tórshavnar Kommunu
fyri 2011.
Hetta er heldur ikki ein
spurningur, sum er viðgjørdur
í býráðnum sum so, hóast
Jógvan Arge, formaður í
mentanarnevndini,
hevur
nevnt møguleikan at ein
langhylur verður gjørdur í
Havn.
Hann sigur, at í býarætlan
in er ein svimjihøll staðsett á
Karlamagnusarbreyt,
men
har er eisini talan um ein 25
metra hyl.
Hinvegin
ætlar
Bogi
Andreasen ætlar at fara
undir fyrireikingarnar nú, so
at baðilandið og langhylurin
kunnu raðfestast í fíggjar
ætlanini fyri 2012 ella 2013.
– Tað fari eg at miðja eftir,
leggur hann afturat.
Hann heldur, at tað ræður
um at vera til reiðar tá ið
fíggjarligt høvi býðst til at
fara undir tvær so stórar
verkætlanir og tí heldur
hann, at tað er umráðandi at
fara undir fyrireikingarnar
sum skjótast.
Men
skulu
broytingar
gerast í eini býarætlan, er tað
ein tilgongd, sum er rættiliga
drúgv og sostatt ætlar hann
at taka býarætlanina fyri
kommununa til viðgerðar
rættiliga skjótt.
aki@sosialurin.fo
Vil hava baðiland
og langhyl í Havn
BRÁÐNEYÐUGT Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, fer nú at kanna eftir, hvar í
Havnini tað ber til at gera ein 50 metra langhyl og eitt baðiland
Sjálvur er Bogi Andreasen ikki vísur í, hvar
tað er rættast og høgligast at staðseta ein
langhyl og eitt baðiland, soleiðis sum hann
umrøður í hinari greinini her á síðuni.
Men fyribils heldur hann, at ein lang
hylur hevði ligið væl í Hoyvík.
– Svimjihøll og langhylur vóru partur í
Stórutjørn verkætlanini, men hon er skotin
út í óvissuna og í øllum førum er greitt, at
hon verður ikki av nøkrum tey næstu nógvu
árini.
Hinvegin heldur hann ikki, at kommun
an kann bíða í óasetta tíð eftir Stórutjørn,
men eigur sjálv at taka um endan og byggja
ein langhyl.
– Verður hann lagdur í Hoyvík eru góð
líkindini til at fáa hita frá SEV verkinum á
Sundi til endamálið.
Ein annar møguleiki er avlopshiti frá
brennistøðini á Sandvíkahjalla.
Hann hevur eisini nøkur fyribils boð
uppá, hvar eitt baðiland kann vera.
– Ein møguleiki er at gera tað í sambandi
við ítróttarverkløgini í Gundadali. Men ein
annar møguleiki er eisini at leggja baði
landið í sambandi við nýggju høllini hjá
Neistanum við Landavegin, tí vesturbýurin
er illa fyri við hentleikum av hesum slagi.
Á hesari leiðini er eisini ein framtíðar
skúli staðsettur.
Sjálvur leggur hann stóran dent á, at ein
nýggj høll er meiri familjuvinarlig við einum
baðilandi og spurningurin er, hvar tað er
høgligast at staðseta eitt tílíkt baðiland.
Langhyl í Hoyvík og baðiland við Landavegin
Tað er
umráðandi
at fara
undir fyri
reikingar
nar sum
skjótast
Tað er bráðneyðugur
tørvur á einum baðilandi
og einum langhyli í Havn
- Vit mugu vera til reiðar, tá ið høvi býðst at
fara undir langhyl og baðiland og tað verður
tað vónandi í 2012 ella í 2013, heldur Bogi
Andreasen, fyrsti varaborgarstjóri í Havn