mikudagur 10. november 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
22
Sosialurin
Hiti & bjálving
Snorri Brend
Danmark: Sambært ætlanunum
hjá stjórnini, verður longu næsta
ár farið undir at skifta kolið út við
biomassa (lívfrøðiligt tilfeingi) á
seks støðum: Í Keypmannahavn,
Aalborg, Esbjerg, Aarhus, Odense
og í Tríkantsøkinum í Jyllandi.
Stjórnin vónar á henda hátt at
kunna skerja danska CO2-útlátið
við 3-5 prosentum.
– Ein stórur partur av ætlanini
hjá stjórnini at gera okkum óheft av
fossilum brennievnum, snýr seg um
biomassa. Á henda hátt ætla vit at
skerja CO2-útlát okkara við 2-3 mió
tonsum um árið, sigur Lykke Friis.
Hetta merkir, at danska nýtslan
av biomassa skal økjast við 50 %,
sum fyrst og fremst skal fáast til
vega úr Baltikum, Russlandi og
Kanada.
Lykke Friis leggur dent á, at ætl-
anirnar skulu setast í verk skjótast
gjørligt. Um ikki í 2011 so í øllum
førum í 2012.
Ætlanin er partur av samlaðu
orkustrategiini hjá stjórnini, sum
ráðharrin fer at leggja fram seinni
í ár.
Ber til
Sambært stjóranum í Dansk Energi,
Lars Aagard, er talan um eina fram-
søkna verkætlan, sum lættliga kann
umsetast til veruleika.
– Hetta er ein realistisk ætlan, tí
orkuverkini bert skulu fremja smáar
umbyggingar til tess at kunna fara
frá koli til biomassa. Neyðugt verður
hvørki at leggja nýggjar kaðalar
ella byggja nýggjar transformator-
støðir, sum um útbygt varð við til-
dømis vindi.
– Tí kann hetta eisini fremjast
uttan at áleggja brúkarunum eyka
útreiðslur, sigur hann við Jyllands
Posten.
Sambært blaðnum er tað eis-
ini ætlanin hjá ráðharranum, at
brúk ararnir ikki skulu rinda nakað.
Ríkiskassin ber útreiðslurnar av, at
farið verður frá koli til biomassa.
Ætlanin fær tó ikki fulla undir-
tøku í Fólkatinginum. Eindarlistin
heldur, at rættari er at dúva uppá
vindmyllurnar og menning av
nýggjari tøkni. Flokkurin stúrir
fyri, at lívfrøðiliga tilfeingið verður
ov dýrt, tí ov lítið er til av tí.
Hesum sjónarmiði tekur for-
kvinn an í Veðurlagsnevndini hjá
stjórnini, Katherine Richardson,
undir við.
– Biomassi er ikki ein varandi
loysn. Um 10-20 ár fer prísurin á
biomassa at vera so høgur, at vit
ikki fara at kunna fáa fatur á tí fyri
tann prísin, vit vilja rinda.
– Ið hvussu er ikki, um vit vilja
brúka tað sum høvuðs orkukeldu,
sigur Katherine Richardson við
Ritzau-tíðindastovuna.
Hon vísir á, at meginparturin
av viðabulunum, sum í dag verða
brúktir í donsku orkuhitaverkunum
- 87 prosent - er innfluttur.
– Tí skulu vit ansa okkum
við at dúva ov nógv og einvíst
uppá biomassa í framtíðini. Vit
skulu brúka tað sum back-up til
aðrar orku keldur, men vit kunnu
ikki koma uttanum vindmyllur og
aðrar alternativar orkukeldur, sigur
Katherine Richardson.
Hon vísir eisini á, at sjálvt um
stór orku hitaverk eftir stuttari tíð
leggja um til biomassa, so kunnu tey
lættliga fara aftur til kol, tá prísurin
á biomassa verður ov høgur.
– Vit kunnu fáa nakrar royndir
nú við at skifta til biomassa, men
biomassi er ein avmarkað orkukelda,
sigur Katherine Richardson.
Snorri Brend
Danmark: Hetta er eitt av til-
mælunum í frágreiðingini hjá
Veðurlagsnevndini,
ið
varð
almannakunngjørd herfyri.
Í frágreiðingini verður dent-
ur lagdur á, at tað longu í dag
í mongum førum loysir seg
at leggja um frá oljufýrum til
hitapumpur.
Í hesum sambandi hevði eitt
uppskot um at økja avgjøldini á
fossilum brennievnum stuðlað
upp aftur meira uppundir eitt
skifti til hitapumpu.
– Vantandi kunning og álit á,
at prísurin á olju fer at hækka,
kann fáa onkran at keypa sær
ein nýggjan oljufýr. Tá summir
oljufýrar halda leingi, er lítið
høpi í, at nýggir oljufýrar verða
settir upp eftir ein ávísan dag,
stendur í frágreiðingini, sum
mælir til, at oljufýrurin verður
bannaður um fimm ár.
Eisini gassfýrar skulu út-
fas ast innan 2050, tí yvir skip-
aða uppgávan hjá Veður lags-
nevndini hevur verið at finna
orkukeldur, sum eru óheftar av
koli, olju og jarðgassi.
Men frágreiðingin setir ikki
dato á, nær síðsti gassfýrurin
kann setast upp.
Men frágreiðingin sig ur,
at gasskundar, ið hava íbind-
ingarskyldu til jarð gass, skulu
loysast frá hesi skyldu, til tess
at gera tað lættari at skifta til
aðra orkuskipan.
Til tess at fyribyrgja, at
privat húsarhald í stórum tali
bert skifta olju- ella gassfýr
sín út við ein biobrennifýr, har
brennievnið er avgjaldsfrítt,
mælir frágreiðingin til, at
stuðul verður veittur til upp-
setan av hitapumpum og/ella
at avgjald verður sett á bio-
brennievni.
Oljufýrar
ikki loyvdir
eftir 2015
TILMÆLI Hitapumpur og fjarhiti
skulu í mest møguligan mun avloysa
núverandi olju- og gassfýrar í donskum
íbúðum innan 2050. Frá 2015 verður
bannað at seta upp nýggjar oljufýrar.
SKIFTA OLJUFÝR
Danska Veðurlagsnevndin mælir til at banna oljufýrum
í Danmark eftir 2015 til fyrimuns fyri hitapumpum
Út við koli – inn
við biomassa
ORKA
Orkuverkið við Avedøre, sunnanfyri Keypmannahavn er eitt av teimum mongu orkuverkunum í Danmark
ORKA - Orkuverkini í stóru býunum í Danmark skulu
nú brúka biomassa ístaðin fyri kol. Tað sigur danski
orkumálaráðharrin, Lykke Friis við Jyllands Posten.