mikudagur 10. november 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
28
Sosialurin
Hiti & bjálving
Orð&myndir: Snorri Brend
Havn: Gongin er á tremur við
alskyns tólum, nú Baldvin hevur
riggað til eina kanning av hitaleka í
einum sethúsum:
Úthurðin er opin, men í henn
ara stað er sett ein dúkur við ein
um holi í. Her stendur ein ovur
stórur blásari, og sum aftur hevur
samband við eina teldu og eitt
máti tól. Blásarin togar luft úr
bygn inginum og skapar soleiðis eitt
undir trýst innanveggja.
Baldvin fer yvir til telduna, setir
inn upplýsingar um umráðið ið skal
kannast, umhvørvi, fermetratal
og annars alt frá innihita til við
komandi upplýsingar frá veður
frøð ingum. Hann trýstir síðan
á nakrar knøttar og í somu løtu
tendrar viftan. Tað er týðiligt, at
hetta er eitt arbeiði sum Baldvini
dámar sera væl.
– Nú skal eg bara finna rætta
mátið, so kann eg byrja at taka
myndirnar. Tær fara at vísa, um
húsini eru ótøtt og um tað er gjóst
ur onkustaðni í húsinum, sigur
Baldvin, ikki sørt spentur á mál
inum.
Hann fer niður í eina tasku og
upp kemur ein videoupptakari til
infrareyðar upptøkur, tað vil siga
ein, sum er serliga ætlaður til av vísa
á og prógva ótættleika í húsinum.
Fyrimunurin við hesum upp tøk
um er, at ein kann finna hitalek ar
í sjálvt teimum best bjálvaðu hús
unum.
– Alt verður gjørt fyri at vísa
kundanum á, hvar ábøtur mugu og
skulu gerast fyri at spara pening til
orku, og samstundis samfelagið fyri
útlát, vísir Baldvin á.
Hann hevur nomið sær útbúgv
ing sum thermografur í Danmark,
í fjør, og hevur longu staðfest fleiri
hitalekar í føroyskum húsum.
Hervilig høgætt
Vit eru stødd hjá einum kunda,
sum hevur frætt um møguleikan
at taka hitamyndir hjá fyritøkuni
Hitamyndir, sum hevur heimstað
í Sørvági.
Støðan er hon, at maðurin í hús
inum heldur, at oljurokningin er í
størra lagi og at oljubilurin vitjar
oftari enn neyðugt í túni hansara.
– Tá hann ringdi til mín segði
hann við meg, at tað tóktist sum
at tað var ov nógvur gjóstur inni
í húsinum, serliga kring um vind
eyguni og úthurðina.
– Ja, hesin kundin helt skemt
andi fyri, at tá høgættin stóð á
fram síðuna á húsunum, var tað
næstan so, at hann ikki behøvdist
at tendra fyri ventilasjónini, greiðir
Baldvin frá.
Nú er hann møttur upp hjá
kund anum, og í gongini er alt gjørt
til reiðar at útføra eina grundiga
kanning, og møguliga ávísa um
kund in hevur rætt í illgruna sín um.
Finna feilin
Blásarin hevur verið í gongd eina
løtu, og nú er klárt at fara undir
próvførsluna. Tað skapta undir
trýstið ger sítt til, at køld luft kemur
inn í húsini, um húsini eru ótøtt. Tað
verður bæði kannað við undirtrýsti
og yvirtrýsti. Og soleiðis kemur ein
fram til eitt úrslit.
Við upptøkutóli sínum gongur
hann rúm úr rúmi og avmyndar
loft, listar, karmar, spotlight, hurðar
og øll onnur hugsandi støð, har ein
hitaleki kann vera.
Maðurin í húsinum fylgir væl
við arbeiðinum hjá Baldvini, og spyr
eisini viðkomandi spurningar út
frá vitan síni innan timburarbeiði.
Fyri hann ger tað einki, um tað
tekur sína tíð, tí kanningin er ikki
tímalønt.
Onkur hevur spurt meg, um
tað ikki er eitt lætt arbeiði sum eg
havi. “Er tað ikki bara at taka eina
einstaka mynd, og so er tað liðugt?”,
spyrja fólk meg. Men tit síggja, at
tað skal gerast ordiligt. Og tí kann
tað lættliga taka sína tíð, áðrenn
ein kemur fram til tað besta úrslitið
fyri kundan, staðfestir Baldvin.
Kanningin á staðnum er bert
ein partur av arbeiðinum, tí størsti
parturin er at avlesa tøl og myndir,
og soleiðis kemur ein fram til hvar
feilurin er.
Tá tað so er liðugt, hava vit
eisini eitt gott støði at tosa út frá,
staðfestir Baldvin.
Hitaleki
Baldvin er nú komin fram til eitt
av vindeygunum í stovuni. Hann
steðgar á eina løtu, og skrúvar
síðani hugsunarsamur á ein knøtt
á upptøkutólinum.
– Hetta sær ikki gott út, sig ur
hann og vendir sær ímóti kund an
um. – Her er nakað heilt galið.
Hann vísir kundanum skíggjan,
og her sæst svart uppá hvítt – ella
blátt uppá gult – hvussu stór ur
hitalekin í roynd og veru er: Uttan
fyri eru 8 stig, men her í stovu
vindeyganum eru bert 10,3 stig og
22,1 stig uppi undir loftinum.
– So tú skilir, at her mást tú gera
okkurt við bjálvingina rundan um
vindeyguni. Tú betalir faktist alt
for nógv í olju, slær Baldvin fast.
– Í mongum førum kann kundin
sjálvur gera nakað fyri at bøta um
hitalekan. Ein slík ábót nýtist ikki
at kosta so øgiliga nógv, men ein
fær skjótt spart peningin innaftur!
snorri@sosialurin.fo
LítiL ábót kann
HITAMYNDIR – Eg má bara vera heilt erligur og siga við teg, at tað er alt ov nógvur gjóstur í
húsinum. Hetta ger, at tú brúkar óneyðuga nógvan pening í olju. Men ver tú bara róligur, tí eg havi
sæð tað sum var verri enn hetta, sigur Baldvin Harðarson frá fyritøkuni Hitamyndir. Hann hevur
júst vitjað hjá einum kunda, og hevur staðfest at húsini eru væl bygd, men at ov nógvur hiti lekur
út. – Tú kanst saktans minka nógv um oljurokningina, um tú bara brúkar ein 50 krónuseðil.
6,98 sekundlitrar
Eftir at Baldvin Harðarson hevði
kannað húsini fekk kundin eina
frágreiðing og úrslit av kanningini, har
viðheft var eitt tilmæli um ábøtur.
Saman við frágreiðingini verða
vístar myndir av nøkrum støðum
runt um í húsinum, har ein serliga
væl sær, hvussu stórur hitalekin er.
Í tølum er hann 6,98 sekundlitrar
fyri hvønn fermeturin, meðan
hann skal vera 1,5 sek/l.
Víst verður á, at húsini yvirhøvur
eru væl gjørd og at mistøkini
eru smá, men at væl slepst til at
gera tær tilmældu ábøturnar.
Í frágreiðingini er eitt tilmæli um,
hvussu kundin sjálvur kann bøta
nógv um hita-lekarnar. Ja, ofta
kann sjálvt ein skrivstovumús
útføra tað, fyri lítið og lætt.
Uttan fyri
eru 8 stig,
men her í
stovu vind eyg
an um eru bert
10,3 stig og
22,1 stig uppi
undir loftin
um. So tú skil
ir, at her mást
tú gera okkurt
við bjálv ing
ina rundan um
vind eyguni
Er tað ikki bara at taka
eina einstaka mynd, og so er
tað liðugt?
SPARA
Nógvur peningur er nýttur til at
útvega røttu útgerðina, men nú
er Baldvin til reiðar við tilboði
sínum at finna hita-lekar hjá
fólki. - Tað er skjótt at spara
peningin innaftur, sigur hann