mikudagur 10. november 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
Sosialurin
Hiti & bjálving
Snorri Brend
Nógvir húsaeigarar farnir at hugsa um,
hvussu alsamt vaksandi út reiðslan til
upphiting kann gerast minni. Fleiri hava
longu valt at royna alternativ til upphiting
við olju. Orkudeildin á Jarðfeingi hevur í
eina tíð fylgt við í royndum hjá húsaeigarum,
sum hava fingið sær hitapumpur ella
sólfangarar.
Tá ið royndirnar enn fyri tað mesta hava
verið í stutt tíðarskeið, ber illa til at koma við
neyvum stað festingum um úrslitini.
– Men av tí at so nógv verður tosað um,
hvussu væl tað loysir seg at gera íløgur í
alternativa útgerð, hava vit valt at koma
alment fram við tí vitan, sum vit halda
okkum hava um hesi viðurskifti, verður sagt
av Jarðfeingi.
Bjálving
Royndirnar hjá Jarðfeingi vísa, at oljunýtslan
í sethúsum vanliga er 15 til 20 litrar av olju
um árið fyri hvønn fermetur av búðareali.
Hetta er sera høgt tal og vísir, at føroysk
sethús sum heild eru illa bjálvaði. Í nógvum
førum ber til at minka oljunýtsluna niður í
eina helvt við bjálving.
Ein íløga í bjálving vil eisini skerja CO2
útlátið. Um oljunýtslan fer niður í eina
helvt, minkar CO2 útlátið við trimum til fýra
tonsum um árið í vanligum sethúsi.
– Útreiðslan til bjálving er sjálv andi
tengd at standinum á hús unum. Men tað er
sannlíkt, at ein íløga í bjálving kann vinnast
inn aftur í einum tíðarskeiði, sum er styttri
enn 15 ár, verður sagt.
Sólfangarar
Royndir í Føroyum gjøgnum fleiri ár vísa, at
hvør fermetur av sól fangara sparir húsar
haldinum um leið 50 litrar av olju um árið.
Ein vanlig sólfangaraskipan, sum er 10
fermetrar, vil skerja CO2 út látið við 1,5 tonsi
um árið.
Íløgan í slíka skipan er umleið 60.000 kr.
Við núverandi oljuprísum sparir húsarhaldið
3.500 krónur um árið.
Íløgan í sólfangaraskipanina kann tí
vinnast inn aftur eftir um leið 20 árum.
Hitapumpur
Ein hitapumpa ger oljunýtsluna í húsunum
minni, men elnýtsluna størri, og tí eisini
oljunýtsluna hjá SEV størri.
Tølini eru neyvt tengd at, hvussu væl
hitapumpan virkar, eisini nevnt COP. COP
er lutfallið millum framleidda hitaorku og
tilførda elorku.
Um COP er størri enn 2, fremur hitapumpan
niðurskurð í CO2 út látinum, sjálvt um øll
elorkan verður framleidd við tungolju frá
SEV.
Jú størri COP er, jú betri loysir íløgan seg
fíggjarliga.
Luft-luft hitapumpa
Luft til luft hitapumpur verða av nógvum
nýttar sum ískoyti til sentral hita.
Hesar hava eitt høgt COP (um leið 4), og
íløgan er avmarkað. Fyri munirnir eru tí, at
íløgan er skjótt vunnin aftur (umleið 6 ár), og
at CO2 útlátið fyri framleidda varman verður
skorið við 40 %.
Vansar kunnu vera, at pumpan bara
gevur varma til einstøk rúm, og at livitíðin
er avmarkað til eini 10 ár.
Luft-vatn hitapumpa
Hesar hitapumpur verða nýttar ístaðin fyri
oljufýr og eru vorðnar alsamt vanligari í
verandi og eisini nýggjum sethúsum.
Í mun til skipan við oljufýri er íløgan umleið
60.000 krónur hægri. COP liggur vanliga
millum 2 og 3, alt eftir slag av hitaskipan
(radiatorar/gólvhiti) og nýtslumynstri.
Eisini hesar hitapumpur minka um
CO2 útlátið. Afturgjaldstíðin við verandi
orkuprísum er 15 til 20 ár.
Long afturgjaldstíð
Aðrar hitapumpuloysnir sum vatn til vatn
og jørð(berg) til vatn eru enn lítið royndar í
Føroyum. Felags fyri tær eru, at tær eru dýrari
at seta upp, men hava longri livitíð og síggjast
og hoyrast minni í nær umhvørvinum.
Samanumtikið kann sigast, at omanfyri
nevndu tiltøk í set húsum øll geva minkandi
olju nýtslu og harvið minkandi CO2 út lát.
Samstundis kann sigast, at íløg urnar hava
heldur langa aftur gjaldstíð.
Kunnu spara
meiri orku
SPARING Í hesum døgum verður nógv tosað um hækkandi oljuprísir og hækkandi
CO2 útlát. Men hvat kann tann einstaki húsaeigarin gera?
VIT VITA MEIRA
Bygningar
•
El-skipanir
•
Bjálving
•
Umvælingar-
•
og byggieftirlit
Baldvin Harðarson
útbúgvin thermografur
Í Geilini 19 • FO-380 Sørvágur
Telefon: +298 520 700
E-mail: hitamyndir@gmail.com
www.hitamyndir.com
20°
15°
10°
5°
0°
FØROYAPRENT
SPARING
Ætla fólk at spara útreiðslur til orku og hita, er neyðugt við at gera ávísar íløgur. Hetta kann gerast fyri ein ávísan kostnað, men afturgjaldstíðin er heldur long
Tilvildarlig mynd: Jens Kristian Vang