Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. november 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157 Sosialurin Eyðun Klakstein Føroyar koma undir størri trýst enn nakrantíð áð ur, tá ið Sea Shepherd við Paul Wat son á odda kem ur til Før oya komandi summ a r. Sam stund is hevur ein annar um stríd d ur um hvør vis­ stríðis ma ð ur boðað frá, at hann arbeiðir við eini ætlan um at koma til Føroya næsta ár. Ein týðandi partur av báð um ætlanunum eru sjón­ varps upptøkur, sum skulu vísa umheiminum grinda­ dráp ið og stríðið ímóti tí, og higar til hava tær myndirnar gjørt stórt inntrykk uttan­ lands. Tað inntrykkið verð ur ikki minni, tá ið um hvørvis­ felags skapirnir sleppa at klippa sína egnu søgu við blóðug um hvalamyndum, seg sjálvum sum hetjum og senda søguna á stórum sjón­ varps rásum við nógvum hyggjar um. Leggja sendarar út Paul Watson hevur áður sagt í sam røðu við Sosialin, at hann umhugsar at koma til Føroya, og nú váttar hann sjálv ur, at hann fer aftur at seta kós ímóti Føroyum. ­ Vit gjørdu royndir í Før­ oyum í summar, og tær eydn­ aðust væl. So vit koma aftur til Føroya næsta ár, og eg ætli mær sjálvur við, sigur Paul Wat son við Sosialin í dag. ­ Okkara fremsta mál verð ur at ræða grinda hval­ ir nar burtur við ljóðum frá ser ligum sendarum, sum vit fara at leggja kring Føroyar. Vit ætla at gera ein múr av ljóði kring Føroyar, so grind­ in ikki nærkast landi, sigur Paul Watson. ­ Vónandi nýtist okkum ikki at leggja upp í sjálvt grinda drápið, tí óljóðið fer at ræða grindahvalirnar burtur, sig ur hann. Ræðist ikki føroyingar Tað er meira enn eitt hálvt ár, til Sea Shepherd kemur til Føroya, og Paul Watson strúr ir ikki fyri, at føroyskir og danskir myndugleikar fáa góða tíð til at fyrireika seg til stríð ið komandi summar. ­ Tað er líkamikið fyri okk­ um. Vit verða væntandi mest á sjónum og leggja út send ar­ ar, sigur hann. Og skuldi tað komið til sam an brestir, so fær tað ikki Paul Watson at liggja svøvn­ leys ur. ­ Eg havi verið í stríði við japanarar, russarar og nor­ menn, og eg ræðist ikki før­ oysk løgreglufólk ella donsk her nað arskip, sigur hann. ­ Nú er tíðin komin at steðga ræðuleikunum í Før­ oyum með alla, sigur Paul Wat son. Sjónvarpsframleiðsla Sea Shepherd hevur áður havt góðar royndir av sjón­ varps framleiðslu av japansk­ um del fin drápi. Film urin The Cove er víðagitin, og nú skal líkn andi film ur ger ast um før oyska grinda drápið. Sea Shepherd ætlar at hava upptøkufólk á landi, á sjónum, í luftini og undir kavi. Manningin, sum kem ur til Føroya um eitt gott hálvt ár, fer at kalla seg “Shepherds of the Ferocious Isles”. Watson sendir krígsavbjóðing - Eg havi verið í stríði við japanarar, russarar og normenn, og eg ræðist ikki føroysk løgreglufólk ella donsk hernaðarskip, sigur Paul Watson, sum næsta summar kemur til Føroya at steðga føroyska grindadrápinum - Vit gjørdu royndir í Føroyum í summar, og tær eydnaðust væl. So vit koma aftur til Føroya næsta ár, og eg ætli mær sjálvur við, sigur Paul Watson, leiðari í felagsskapinum Sea Shepherd WATSON