mikudagur 10. november 2010síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. november 2010 · Nr. 157
44
Sosialurin
TÍN ORKA
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar.
Vit eru 130 starvsfólk, svarandi til 80 ársverk.
Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildar
skrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. 10 ser
vice støðir bera Magn navnið, av hesum eigur
Magn tær 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í
Havn, og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya
størstu fyritøkum.
Um størvini
Eftir ávikavíst 43 og 36 ára drúgva og framúr
góða tænastu, hava tangabilførarar okkara í
Vágum og Norðstreymi valt at heilsa einum
væluppibornum otium vælkomnum. Í hesum
sambandi sóknast vit eftir tveimum røskum og
fyrikomandi persónum at røkja hesar upp
gávur.
Økið 1: er í Vágum, og verður hetta starvið
sett pr. 1. desember 2010. Tó bíða vit fegin eftir
tí rætta persóninum.
Økið 2: er í Norðstreymi, og verður hetta
starvið sett pr. 1. februar 2011.
Uppgávur í stuttum:
s
Útkoyring av olju til heim og virkir
s
Útkoyring av diesel og
bensini til Magnstøðir
s
Útkoyring av olju til bátaannlegg
s
Aðrar uppgávur í hesum sambandi
Vit bjóða:
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í
eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og
um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er
avgerðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálv
støðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. Av
hesi orsøk fært tú góðan stuðul og alla neyð
uga upplæring og útbúgving.
Vit vænta:
s
At tú hevur stóra koyrikort „B“
við viðkomandi royndum.
s
At tú helst hevur kranaloyvi
– tó ongin treyt.
s
At tú ert tænastusinnað/ur og góð
evni at samskifta og samstarva
s
At tú hevur áræði, ert røkin og dugur væl
at arbeiða sjálvstøðug.
s
At tú eisini hevur møguleika og vilja
at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð
s
At tú ert væl fyri kropsliga
s
At tú helst býrt í teimum økjum
uppgávurnar liggja.
Okkara virði eru:
s
Kundin í fokus
s
Vitan og førleiki leingi livið
s
Skjótt er gott
s
Gleði gevur megi.
Umsóknir skulu latast inn innan
23. november 2010.
Antin við at senda bræv til:
Magn
Vestara Bryggja 10
FO-110 Tórshavn
Att.: Andrias Jacobsen
Ella við teldupost til andrias@magn.fo
Tangabilførarar til Magn
Vit sóknast eftir tveimum tangabilførarum til Magn
Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær
til Andrias Jacobsen, leiðari fyri útkoyringina
á tel. 347470, 237470 ella á andrias@magn.fo
Sosialurin 341800
ber tað til at flyta pening um allan heim
við 62ºN?
nú er gjørligt at flyta pening til tíni
nærmastu ella kæru um tey eru
uttanlanda.
western union og 62ºN klára hetta
skjótt og einfalt!
meira fæst at vita um western union hjá 62ºN á tlf. 34 00 00.
service
available at:
westernunion.com
money transfer