Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158 22 Sosialurin Jan Müller Hóast føroyingar sum heild ikki hava givið sær stórvegis far um seinastu boringina á landgrunninum, eitt nú tí so nógvar aðrar tíðindasøgur hava sett dagsskránna, so mundi úrslitið av boringini kortini koma óvart á mong, tí vónirnar til eitt fund hesaferð vórðu hægri enn undan fleiri av undanfarnu brunnunum. Bæði jarðfrøðingar og umboð fyri oljufeløg mettu nevniliga møguleikan fyri at gera eitt fund í hesum sjeynda brunn­ inum at vera rímuliga góð­ an, hóast fyristøðufelagið ENI alla tíðina hevur havt tunguna mitt í munninum og tí heldur ikki viljað fyri­ gyklað nøkrum, hvussu sann líkt tað var at gera eitt fund. Kolvetni í tunnum sand­ grýtisfláum og lovandi úrslit fyri framtíðar leiting vóru nakrar av útmeldingunum eftir boringina. Um somu tíð skrivaðu útlendskir miðlar um enn eina miseydnaða boring á føroyska land­ grunn inum. Tað veldst so um, hvørji eyguni eru, sum síggja – og ikki minst – hvat tey kunnu síggja í núverandi støðu. Stóri spurningurin er eisini, um tað er hugsandi, at týdandi vitan verður aftur­ hildin, soleingi feløgini gera víðari analysur? Vit kunnu so ikki annað enn fyrihalda okkum til tíð inda skriv ini frá ávika­ vist Faroe Petroleum og Jarðfeingi, sum vórðu rætti­ liga positiv, og søgdu frá, at nú verður farið aftur til tekni borðið at analysera til­ farið úr undirgrundini. Eisini útsøgnirnar eftir tað frá bæði myndugleikum og oljufólki hava verið ja­ ligar, tó at einki fund eftir øll um at døma er gjørt. Men spurningurin er, hvat vit kunnu lesa millum linj ur nar. Hví hava feløgini ynskt at brúka nógva tíð og orku til at halda fram við kann ing­ um? Var brunnurin heilt mis­ eydnaður høvdu feløgini tá ikki skjótast pakkað saman! Tá feløgini kortini lata Jarðfeingi vita, at tey ætla at arbeiða víðari við tilfarinum í longri tíð, so kann tað vera ein ábending um, at tað kortini ikki stendur so illa til. Var einki at fara eftir, høvdu feløgini latið myndug leik un­ um ta vanligu eftirmetandi frá greiðingina stutt eftir. Tað gera tey so ikki, og tað er áhuga vert. Tikin á bóli? Sum skilst á keldum í olju­ heim inum vórðu feløgini í ávísan mun tikin á bóli, tá bor urin kom longur og longur niður í undir grundina. Jarð frøðin vísti seg ikki heilt at svara til for søgn irnar, ið m.a. byggja á seis misk ar kann ingar. Og hvat merkir so tað! Nettup hetta at fara frá einum brunni við nógvum nýggj um data fyri so at ana lysera tað og møguliga koma til nýggja niðurstøðu er ikki so ókent í hesi vinnu. Nakað líknandi hendi, tá stóra olju keldan Rosebank/ Lochnagar varð funnin beint hinu megin markið. Tá fyrstu bori úrslit ini vóru iva­ som og ikki júst svaraðu til forsøgnirnar, fóru feløgini aftur til tekniborðið fyri at analysera tilfarið meira. Sum skilst komu tá undan kavi so mikið áhugaverdir up plýsingar, at feløgini gjørdu av at seta borin í aftur undir grundina. Eftir tað var lættari at staðfesta, at her var talan um eitt stórt fund. Um hetta eisini er eitt senario vit kunnu koma út fyri á Anne Marie leiðini ella í nærumhvørvinum, kunnu vit lata vera ósagt. Tað vil tíðin vísa. Eitt er tó vist: vit hava ikki orsøk til at missa mótið orsakað av Anne Marie boringini, tí feløgini sambært Jarðfeingisstjóranum fara nú at brúka tíð og orku til at arbeiða víðari við tilfari­ num. Hóast tað er avmarkað, hvat er komið alment fram um seinasta brunnin, so skilst, at feløgini, tá tey vórðu komin á mál við boringini, umrøddu møguleikan fyri at bora enn longur, tí nógv gass varð staðfest. Nøkur av feløgunum í samtakinum vildu bora longur niður, tí gassið kundi vera ein ábend­ ing um, at olja kanska var niðri undir ella í nánd. Tá av tornaði vórðu feløgini kort ini samd um at gevast á umleið 4000 metra dýpi, sum varð ætlaða boridýpið, men gjørdu so eisini av at halda fram við at kanna tilfarið. Nettup hetta við at fara longur niður er ein spurn ing­ ur, sum hevur verið frammi fyrr. Vit sóu tað í William­ brunn inum hjá BP, har eitt av feløgunum í samtakinum vildi bora longur niður enn upp runaliga ætlað. Men tað hendi so ikki, tó at tann brunn urin ikki bleiv semen teraður med alla men proppur settur í, so onnur feløg í framtíðini kunnu venda aftur til hann. Sama er ikki galdandi fyri ENI brunnin. Hann er endaliga frágingin. Skal borast aftur í um hvørv in um, má nýggjur brunnur til. Vaila formatiónin Millum serfrøðingar verður nógv tosað um eina serstaka formatión í undirgrundini, sum nevnist Vaila, sum í fleiri brunnum vestan fyri Hetland hevur víst seg at goyma olju. Tað er m.a. hana feløgini fara eftir, tá borað verður um okk ara leiðir eisini. Heri Ziska, ein ser frøð ing unum á Jarð feingi hevur hetta at siga um um røddu jarðløg: “Vaila er ein formatión, tvs. nøkur jarðløg frá ávís­ um tíðarskeiði, sum eru av­ leirað her um leiðir, og sum í fleiri førum hevur víst seg at innihalda kolvetni. Tað var eisini eitt av høv uðs­ málunum í fyrstu boring­ unum á føroyskum øki, í Judd lægdini, tí at har var man nær hendis fundum í Vaila hinu megin markið, Foinaven, Schiehallion osf. Ideella boridýpið er ymiskt alt eftir, hvar tú er og hvørjum tú fer eftir. Um málið er eitt leitimið, sum líkist Cambo fundinum beint hinumegin markið, so er ongin grund til at fara serliga djúpt, men um málið er eitt leitimið, sum líkist Lochnagarfundinum eisini hinumegin markið, so kann verða neyðugt at fara rættiliga djúpt. Við báðum, og øllum hinum relevantu mið unum, eru so aftur fleiri ókendir faktorar, og á før­ oyskum øki er ein tann størsti ókendi, at vit ikki vita, hvussu djúpt hesi løgini liggja ella um grýtið er tað sama her sum hinumegin markið. Her hava vit einans tulkingar og modelleringar at halda okkum til. Uttan kalibrering (tvs. boringar) veit man tað ikki við vissu, men man hevur ymisk senario. Td. var Statoil undan 6104/21­1 boringini (sum bleiv brúkt til at testa Brugdu­ leitimiðið við), frammi við prognosum um, at basalt­ tjúkdin var onkun staðni mill um 500 og 2500 m. Tvs. óvissan um hvussu djúpt t.d. Vaila, ið er eldri enn basaltið, lá, var 2 km. Ein boriætlan skal so fyrihalda seg til hesa óvissu, og tað vil altíð verða eitt dýpi, har man metir, at tað loysir seg ikki at fara longur. Eitt dømi um at dýpi variera, er á Clair feltinum vestan fyri Hetland, har kol vetnisberandi fláirnar finnast á uml. 1,5 km dýpi. Somu fláir eru funnar á ein um dýpi uppá 3,5 km á Corona rygginum, mitt í Hetlandsrennuni. Um far ið verður út í legu grýtis lægd­ irnar, so er vantandi, (er ikki borað enn) at man skal rættuliga nógv longur niður fyri at finna somu fláir. Tá borað verður, er tað ein heildarmeting, sum avger, hvussu djúpt ein velur at bora. Har verður tikið atlit til kostnað, og teir síðstu metrarnir kosta rættuliga nógv meir enn teir fyrstu. Har afturat verður tikið atlit til leitivánir, og har er stað fest, at tess longur niður ein fer, jú verri blívur goymslu grýtið. Nær tað er ov vánaligt til, at tað loysir seg at royna, er aftur nakað, sum kann verða ávirkað av serligum faktorum. T.d. so var tað óvantað ringt í Marjunfundinum á før­ oyska landgrunninum í mun til Franklin og Elgin felt ini í Norðsjónum, har óvæntað gott goymslugrýti er at finna útvið 6 km. undir havbotninum. Aðrir faktorar hava eisini ávirkan. Alt verður tí vigað saman í eina heildarmynd, og so verður boringin designað til tað dýpið, har samanrenning av møguleikum fyri positivum úrsliti og kostnaður av at bora ganga upp í eina hægri eind.” sigur serfrøðingurin hjá Jarðfeingi. Statoil tveir brunnar Hóast vit skulu vera realistisk og hvørki undir­ ella yvirmeta úrslitið av einum brunni sum Anne Marie í verandi støðu, so er tað eisini skeivt at koma til ta niðurstøðu Í kjalarvørri marie brunni Leiting Við teimum sjey brunnunum, sum eru boraðir seinastu 10 árini, hava vit fingið eina nógv størri vitan um undirgrundina, og spurningurin er, um vit ikki nærkast eini støðu, har vit skilja undirgrundina so mikið væl, at teir komandi brunnarnir fara at geva verulig úrslit skrivar Jan Müller í analysuni. Tyrlan hjá Atlantic Airways til arbeiðis á landgrunninum