Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 12. november 2010 · Nr. 158 26 Sosialurin Edva Jacobsen løgtingskvinna Í 2001 var Føroya fólk vitni til størsta politiska brølara, sum er gjørdur í nýggjari tíð, við tað at fullveldissamgongan minkaði inntøkusíðuna í landsbú­skapinum við eini fruminntøku upp á 366 mió kr. Hetta svarar til: 1 mió pr dag 7 mió pr viku Ella 30 mió pr mðr Bert fyri at lýsa, hvussu stór hendan upphædd er. Hugsið tykkum, hvat hesar inntøkur kundu verið nýttar til? Yvirtikin mál Hetta var tá skú­lamál og forsorgarmál blivu yvirtikin pr. 1/1-2002. Sera dýrt fyri landskassan Hesin niðurskurður hevur higartil kostað landskassanum 3.233 mió. krónur, umframt fastfrystingina Skerdar vælferðartænastur Blokkniðurskurðurin rakar sera hart, og tað eru nógv, ið merkja avleiðingarnar av hesum niðurskurði, tí ógvusligar sparingar merkja skerdar vælferðartænastur, sum rakar øll, sum hava brú­k fyri almennum tænastum. Sum dømi kunnu nevnast nøkur øki: • Tey gomlu, tey sjú­ku, tey sum eru óhjálpin • Tey sum bera brek og teirra familjur • Tey einsamøllu, børn og ung Soleiðis kundi eg blivið við at tikið fram økir, sum verða sera meint rakt av skilaeysum avgerðum, gjørdar í óðum verkum, uttan at hava nakra inntøku at seta inn í staðin. Ábyrgdarleyst Hetta er sera ábyrgdarleyst og orsøkin til at sparast má á øllum økjum í landinum við skerdari vælferð sum avleiðing. Hví má sparast í vælferðartænastum? HVAT ER FØROYSKT?: Kunnu báðir setn- ingarnir góðtakast sum føroyskt mál? Hvør setningur er vakrari, snøggari, natú­rligari? Eru donsk orð føroysk, sjálvt um vit hava føroysk orð, sum merkja tað sama? Um so er, so man ikki vera neyðugt at hava málrøkt, at royna at fjálga um móðurmálið. VÍÐGONGDIR DANISTAR: Tað loysir seg neyvan at kjakast við so víðgongdan danist ella láturverju danamáls. BETINGILSI OG FLØTI: Í skú­lanum royni eg at mæla næmingum til at brú­ka tey løttu og stuttu, føroysku orðini, treyt og rómi, heldur enn tey donsku. Er tað ikki pú­ra natú­rligt? Sambært danistum man slíkt ikki vera neyðugt, tí vit skulu bara góðtaka “ta natú­r- ligu ú­tviklingina” ella kanska “tann natú­rliga ú­tviklingin”, sum neyvan er so natú­rligur, tá samanum kemur. FØROYSKT OG DANSKT: Føroyskt er før- oyskt, og danskt er danskt. Tað er hent at duga danskt, men vit mugu endiliga ikki blanda bæði málini saman í ein vavgreyt, sum tíverri mangan verður gjørt. PÚRA SAMDUR: Í greinini um fløkjumál verður skrivað, at “tað, sum kemur fyrst fram í hugaheiminum, er danskt”, og “problemið er, at Føroyar hava verið undir donskum valdi so leingi”. Jú­st so, men tað átti at fingið okkum at røkt okkara móðurmál uppaftur betur! E.S.: Hevur “stadigvekk” ikki g? Latum okkum? Hví knappliga so forn? “Ana”: vera so dánt á lívi. Við blíðari og argari málkvøðu Forhobentliga stadigvekk natúrlig(ur) útvikling(ur) Eyðun á Borg á Borg á Argjum í klippingsól 2010 ella: Vónandi framvegis natúrlig menning Nú­ talan er um at lata eina eksklusiva søludeild við rú­sdrekka upp í SMS, havi eg hug at til at koma við nøkrum viðmerkingum. Sum skilst kemur ov lítið av peningi inn í Rú­suna og tí er ætlanin at royna at bøta uppá hetta við einari eks- klusivari søludeild í SMS. Eg haldi at um ein skal víðka markið ú­tum tað sum nú­ er, also at tað skal seljast rú­sdrekka aðrastaðni enn í Rú­suni og Havnadali, so eigur tað at verða soleiðis at øll skulu hava sama møguleika at fáa fatur á rú­s- drekka, eksklusivt ella ikki. Í danskari orðabók er hendan tíðing um orðið eksklusiv "eksklusiv betyd- er ifølge Den Danske Ord- bog (bd. 2, 2004) ’som kun omfatter eller gælder de få særligt udvalgte og ude- lukker alle andre’ eller en særlig målgrubbe Tað kann gott vera at tað er eksklusivt at fáa eina fína fløsku av víni afturvið tí reyða bú­ffinum eitt fríggja- kvøld. Men tað hava ikki øll ráð til og kanska er ein køld øl afturvið fiskaflakinum tá líka esklusivt. Tað er heilt í lagi at lata eina eksklusiva deild upp, men tað má ikki verða so at tey sum ikki hava ráð til at keypa har, hava verri við at skaffa sær tað sum tey nú­ hava ráð ella hug til. T.v s. skulu niðan í Rú­suna ella ú­t í Havnadal at keypa tað. Antin skulu øll ið vilja keypa rú­sdrekka niðan í Rú­suna ella ú­t í Havnadal, ella má man selja alt í SMS, um tað so verður ein ella tvær deildir. Hitt er at gera mun á fólki. Eksklusiv kenning ella ikki? Í kvøld hevur Tórshavnar Býráð fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2011. Minnilutin í býráðnum ætlar at viðgera fíggjarætlanina konstruktivt saman við meirilutanum til gagns fyri borgararnar í kommununi. Men vit harmast um, at eingin langtíðarfíggjarætlan er gjørd fyri komandi árini. Vit sakna eina langtíðarætl- an til tær íløgur, sum part- víst eru samtyktar í býráðn- um, eitt nú­ brú­gvin um Sandá, Musikkskú­lin og fót- bóltsvøllurin í Hoyvík, bara fyri at nevna nøkur dømi. Tað tykist eisini eitt sindur ódámligt, at ongar ætlanir eru um at minka um skuldina hjá kommununi, tí lagt verður upp til at læna pening til avdráttir í 2011. Tórshavnar Kommuna ætlar sambært framløgdu fíggjar- ætlanini als ikki at rinda av- dráttir upp á tikin lán, men bert rinda rentur. Hatta merkir, at kommunan skal ú­t og læna upp í 17 milliónir kr. næsta ár til at rinda avdráttir fyri. Bara rentu- ú­treiðslurnar í 2011 verða næstan 12 milliónir krónur. Havast má í huga, at skattaprosentið er hækkað tvær ferðir undir hesari samgonguni, samstundis sum lániskuldin er komin upp á 176 milliónir krónur. Um kommunan framhald- andi skal hava eitt gott gjaldføri, verður allarhelst neyðugt at lána seg til tøkan pening í 2011. Um hetta gerst neyðugt, kemur samlaða lániskuldin hjá kommununi heilt upp í 225 milliónur krónur í 2011. Alt bendir á, at neyðugt verður við slíkum gjaldføris- láni, tí sambært seinastu ú­tmeldingunum, kemur Tórshavnar Kommuna ú­t ú­r 2010 við einum halli upp á 51 milliónir krónur. Tá komm- unan brú­kar meira pengar enn tað koma í kassan, so eru ikki so nógvir aðrir møguleikar, enn at troyta lánimarknaðin. Meira vit læna, minni verður frælsið hjá komm- ununi til íløgur og allar tær stóru avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman. Hesar tankar ætla vit at taka við, tá býráðið hós- kvøldið vónandi í semju kann viðgerða fíggjarætlan- ina fyri 2011 fyrstu ferð. Ávara móti tyngjandi lántøkum og vantandi langtíðarætlan Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin Kjak Jóna Mortensen