Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 158 · 12. november 2010 2 VIKUSKIFTI HaruHagar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stórt tal av mannfólkum savnast í tún­ inum í Vestmanna, tá haruhagarnir verða seldir, men í vindeyganum er tað eitt konufólk, sum stýrir upp boðs­ søluni. Eydna á Rógvi Simonsen heldur uppboðið, og tað kennist púra natúrligt fyri hana. – Eg havi verið nógv við at selja haru hagar. Abbi mín og pápi mín hava selt hagarnar, og eg og systur mín hava skift um at skriva fyri teir. Okk um dámar væl hesa atmosferina, tá hagarnar verða seldir, og fólk standa og bjóða. Tað hevur verið ein partur av okkara lívi í nógv ár, sigur hon. Men haruskjótingin er í stóran mun ein mannfólkaverð. – Eg hugsi um tað viðhvørt. Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað, so síggi eg sjáldan meira enn eitt ella tvey konufólk at síggja, men tær bjóða ikki, sigur Eydna. Upp og niður Prísinir fyri haruhagarnar í Vestmanna kunnu broytast nógv frá ár til ár. Góðar tíðir hava við sær, at kappingin um hagarnar verður størri, avbygdafólk koma til Vestmanna at bjóða, og so økist kappingin. – Í 1997 fóru allir hagarnir fyri nøk­ ur 40.000, men í 2005 fingu vit 145.000 krónur, sigur Eydna. Í fjør var upphæddin aftur um tær 40.000, og í ár fingu tey nakað meira inn – einar 53.000 krónur. Tað hendir øllum øðrum... redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Paul Watson / Pressumynd 2 Klumma: Tað hendir øllum øðrum 4 IntErvIEW: Kári á rógvu 8 tIPS: BøKur sum prýði 9 HEIlSuSíðan: hvaT er sToffsKifTi 10 Eydna SElIr haruhagar í vesTmanna 11 90 SEKund: Bogi andreasen 12 ÚlvurIn KEmur – hvaT gera viT? 14 tIl arbEIðIS: ediTh á hálvmørK 15 umafturafturum: høgni djurhuus 16 rEPortaSJa: á Bláman í føroysKum undirBuKsum 22 mIðlamJarr: Tað siga Tey á faceBooK og í miðlunum 23 tað HEndIr: KonserTir, TilTøK, BøKur og annað 24 vIKumyndIn: BarracK oBama í fjareysTri Skrivaði eina grein í seinasta Vikuskifti um skotini í Malmø. Nú virkar tað, sum tey hava fingið fatur á manninum, og tað er gleðiligt! Arbeiðið við greinini fekk meg at hugsa um harðskap, og hvussu óvanligt tað hóast alt er, at vit vera álopin, skotin ella niðursligin. Sjálvandi eru tað tey, ið hava verið úti fyri bæði einum og øðrum, men flestu okkara eru spard fyri harðskapi. Tá man, sum eg, býr í einum stórbýi lesur man næstan dagliga um harðskap nærhendis, har man býr ella arbeiðir. Eg reageri sum tey flestu við at skjóta tað frá mær og hugsa "Tað hendir øllum øðrum ­ ikki mær". Eg havi sum regul, at eg gangi ikki einsamøll úti í myrkri aftan á klokkan níggju um kvøldið. Tað haldi eg fast um, og er klokkan farin av níggju, er tað bussur, taksi ella súkklan, sum verður nýtt. Nógvar vinkonur halda meg verða býttisliga og paranoida. Tær minna meg á ­ sum eisini er fakta ­ at flestu fólk verða harðskapsrakt av fólki, tey kenna, og ikki úti á gøtuni klokkan 21:05 eitt mikukvøld. Hóast at eg havi búð í Føroyum, hevur hesin regul eisini verið partur av mínum gerandisdagi har. Tí faktum er, at hóast eg havi búð uttanlands í næstan 20 ár og í stórbýi størsta partin, so er tað í Føroyum, eg havi verið fyri bæði stuldri og álopi. Í stórbýnum havi eg ongantíð verið úti fyri nøkrum øðrum enn onkrum fullum manni ella narkomani, sum hevur roynt eitt sindur eftir mær í undirgrundini ... Trúgvi hóast hetta ikki, at harðskapur og stuldur er serliga vanligur í Føroyum. Eg havi bara verið ein av hinum – ein av teimum, sum kemur út fyri tí óvanliga, sum tey flestu ikki uppliva. Hvussu stórur tann parturin av okkum, sum veruliga hava upplivað stuldur ella harðskap, er, veit nokk ongin við vissu! Eg fór ikki víðari við mínum málum, og tað munnu verða nógv við mær, ið velja tað sama. Hóast at eg gott kann liva uttan tær 300 krónurnar og við teimum bláu merkjunum, sum skjótt blivu burtur, so setur slíkt síni spor í sálina, og tey sporini hvørva tíanverri ikki eins lætt ella skjótt sum tey bláu merkini. INNIHALD klumman Inna Törnroos Tað eru bara menn, sum bjóða upp á haruhagar í Vestmanna myNDIr: Birgir Waag Høgnesen eydna selir haruhagar HArusKjótINg er vanliga ein mANNfóLKAvErð, men í vestmenna er tað EyDNA á rógvI sImoNsEN, sum selir HAruHAgArNAr Eydna á Rógvi Simonsen stýrir uppboðssøluni úr vindeyganum