Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 155 · 5. november 2010 13 VIKUSKIFTI kemur Hvat gera vit nú? Vit skulu halda fram at drepa grind, tí tað er ein burðardyggur stovur og ein matvørukeldu hjá føroyingum. Matur er ein partur av samleikanum hjá okkum, og so leingi stovnurin er burðardyggur, skulu vit halda fram. Vit hava fingið eitt grindafrámæli, men tað er upp til fólk sjálvi at gera av, um tey vilja eta grind. Sum við so nógvum øðrum mati, sum kann verða skaðiligur, so skulu vit njóta tað við máta. Mítt prinsipp er, at eingin skal koma uttanífrá og siga okkum, hvat vit skulu gera, men vit skulu upplýsa á røttum stað við teimum røttu upplýsingunum um grindadrápið. Vit skulu halda lágan profil næsta summar, um umhvørvisfelagsskapir koma hendan vegin. Vit skulu lata allar hvalir svimja forbí Føroyar og steðga við grindadrápinum, meðan Paul Watson og hini eru her. Vit kunnu drýggja kaggarnar, sum vit hava standandi, og ikki eta so ofta grind. Vit hava ongan kjans at taka stríðið upp við umhvørvisfelagsskapirnar við upplýsing. Umhvørvisfólkini vilja hava eina góða, blóðuga søgu burtur úr grindadrápinum, og einasti máti, vit kunnu forða teimum í tí, er um vit steðga við grindadrápinum, meðan tey eru her. Tað ræður um ikki at leypa fram av, fyri tað um umhvørvisfelagsskapir ætla sær til Føroya næsta ár í eini roynd at steðga grindadrápi. Vit eiga bara at lata sum einki og ikki at øsa okkum. Kemur eingin grind, meðan Paul Watson er her, er tað bara spell fyri hann, og hann tímir neyvan at vera her leingi og keða seg. Skuldi grind komið, meðan Paul Watson er her, eru frægasta loysnin bara at lata grindina fara. Grind kemur altíð aftur. Eg eri ikki bangin fyri, at grinda drápið fer at skaða ferða­ vinnuna, og hann mælir til at gera sum íslendingar og ikki at geva mótmælisfólkunum so stóran ans. Hóast mótmæli frá umhvørvis­ felagsskapum móti hvalaveiðu í Íslandi, er ferðafólkatalið í Íslandi ikki minkað. Tvørturimóti vitja ferðafólk Ísland fyri at síggja hvalir, og fyri ferðafólkini er ein grindabúffur ein uppliving. (Randi) latið bara sum einki Ólavur Sjúrðarberg formaður í Grindamannafelagnum Drepa og upplýsa Johanna á Bergi stjóri á Faroe Ship lat hvalirnar svimja framvið Bergur Poulsen stjóri á Havsbrún Umstríddu umhvørvisstríðsmenninir Pete Bethune (myndin) og Paul Watson (á vinstru síðu) ætla sær komandi summar til Føroya at steðga grindadrápinum