Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 158 · 12. november 2010 14 VIKUSKIFTI Soleiðis kann tað eisini gerast, tá tú vilt gera eitt spontant hugskot til eina vikuskiftisgrein til veruleika. Tú fert út á Sjúkraflutningstænastuna hjá Landssjúkrahúsinum og spyr, um onkur kvinna er á vakt. – Beint nú er eingin kvinna her, men ein er júst á veg úr Eysturoy við sjúklingi. Tey eru her um ein hálvan tíma og steðga eitt sindur, tí tey skulu hava sjúkling heimaftur við. Vit kunnu biðja hana ringja, tá hon er leys eina løtu. Meðan eg bíði eftir, at hon ringir, avtali eg við myndamannin, at hann koyrir út á Lands­ sjúkrahúsið, tá tey eru komin upp á pláss, og eg havi kvinnuliga portørin í telefonini. Tvey og tvey Edith á Hálvmørk, sum er ambulansustarvsfólkið og portørurin, vit skifta orð við í dag, hevur røtur av Skála, haðani mamman er og av Toft­ u m, haðani pápin er. Hon er gift og býr í Sal­ tangará. Hon hevur starvast sum ambulansustarvsfólk og portørur síðan í januar ár 2001. Tá tey lýstu eftir fólki til Sjúkraflutningstænastuna, var hon tíðarsettur heilsurøktari á Eysturoyar Røktar­ og Ellisheimi í Runavík. Hon søkti og fekk starvið. – Eg trúgvi, tað kanska hevði sín týdning fyri valið av mær til hetta starv, at eg framm­ anundan hevði heilsurøktaraútbúgving, sum eg tók í Danmark í ár 2000, sigur hon. Edith á Hálvmørk arbeiðir á Støð 40, sum hevur tilhald á Lambareiði. – Vit eru fýra ambulansustarvsfólk, sum eru knýtt at hesi støðini. Tvey eru á vakt í senn, og hvør vaktin varar í eina viku. Vit eru á vakt á Lambareiði í dagtímunum, og eftir klokkan 16 hava vit tilkallivakt. Tey, sum eru á tilkallivakt, hava hvør sín sjúkrabil heima hjá sær og skulu altíð vera til reiðar at koyra, um bráðfeingisboð eru. Fert tú í ein føðingardag eftir klokkan 16 – ella tú fert at vitja fólk – tekur tú bilin við tær. Hon sigur, at tey tvey, sum eru á vakt ella til­ kallivakt í senn, skiftast um ávikavist at koyra og sita aftanfyri sum viðgerarar. – Tá tú byrjar í slíkum starvi, tekur tað eini tvey ár, áðrenn tú gerst viðgerari, tí tú noyðist at taka fleiri skeið, áðrenn tú hevur allar teir neyðugu førleikarnar sum viðgerari. Edith sigur, at tú sleppur at koyra sjúkrabilin bein anvegin, tú hevur fingið tey fyrstu skeiðini, men tú sleppur ikki at koyra útrykn ingskoyring, fyrr enn tú hevur verið á koyritekniskum skeiði. – Fyri at fáa starv sum ambulansustarvsfólk og portørur skalt tú vera fylt/ur 21 ár, og tú skalt hava reina heilsu­og revsiváttan. Tú byrjar sum hjálparfólk og arbeiðir í eini tvey ár, áðrenn tú hevur neyðugu útbúgvingarnar, leggur hon aftrat. Hon sigur, at øll fýra, sum arbeiða í tveimum vaktum á Støð 40 við tilhaldi á Lambareiði, hava allar tær neyðugu útbúgvingarnar. Hon stórtrívist Hóast hon er einsamøll kvinna á Støð 40, sigur Edith á Hálvmørk, at hon stórtrívist í sínum starvi. – Nakrar kvinnur tilsamans hava verið í Sjúkraflutningstænastuni hjá Lands­ sjúkrahúsinum í mínari tíð, men tað vísir seg, at tær flestu fara at lesa víðari. Onkur er farin at lesa til sjúkrasystir, og onkur er farin at lesa til lækna. Hon sigur, at henni dámar sera væl hjá Sjúkra flutningstænastuni. – Eg søkti starvið, tí eg hevði hug at royna okkurt nýtt og spennandi, har tú ikki veitst, hvat dagurin hevur at bjóða. Mær dámdi væl frá fyrsta degi, og eg haldi framvegis, at hetta er eitt áhugavert starv, har tú fært høvi at vísa tíni samstarvsevni og at hjálpa øðrum. Spurd, um summar uppgávur ikki kunnu vera eitt sindur óbehagiligar, sigur hon, at soleiðis kennist tað ikki. – Tú ert ongantíð einsamallur. Vit eru altíð tvey, sum eru úti í senn. Vit tosa saman um tingini og um, hvussu vit best kunnu fremja okkara uppgávu í felag. Haraftrat hava vit atgongd til bæði sálarfrøðing og prest á Landssjúkrahúsinum, um vit kenna á okkum, at brúk er fyri hesum. Edith á Hálvmørk ásannar, at skalt tú trív ast í einum slíkum starvi, er neyðugt, at arbeiðs­ dagurin er liðugur, tá tú ert við hús aftur. – Tú hevur eitt familjulív at hugsa um, og tú noyðist eisini at vera klárur og fyrireikaður til næstu uppgávu, sum liggur fyri framman og sum tú ikki kennur frammanundan. Edith hugsaði Sjálv eigur Edith á Hálvmørk ein ungan drong, sum í dag er 15 ára gamal, og meðan hon hevur starvast innan Sjúkraflutningstænstuna, hevur hon eisini átt gentur, sum gingu í dans. – Jú, eg má ásanna, at eg viðhvørt havi hugsað um míni egnu børn, tá boð komu um, at bilur var farin út av – ella, at okkurt annað var á vási, og sjúkrabilur varð boðsendur. Hetta er ein náttúrligur partur av einum starvi sum hesum, leggur hon aftrat. Áðrenn hon fór niður til Danmarkar at lesa, starvaðist Edith á Hálvmørk sum dag røktar­ mamma í eini sjey ár. – Tá eg søkTi starvið, hevði eg hug aT royna okkurT nýtt og spennandi, har Tú ikki veitst, hvaT dagurin hevur aT bjóða. Mær dámdi væl frá fyrsta degi, og eg haldi fraMvegis, aT heTTa er eiTT áhugavert sTarv, har Tú færT høvi aT vísa Tíni samstarvsevni og aT hjálpa øðruM, sigur edith á hálvmørk suM er ambulansustarvsfólk Eri ongantíð einsamøll mynd: jens krisTian vang Fakta Navn: Edith á Hálvmørk Starv: Ambulansustarvsfólk/ portørur Besta við starvinum: At hjálpa øðrum Ringasta við starvinum: Einki er ringt Starvstíð: Síðan januar 2001 Starvsfólk: Støð 40 – 4 starvsfólk Staður: Lambareiði Leiðari: Jákup Nolsø tIl arbeIðIs lagt tIl rættIs: vilmund jacobsen