Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. november · Nr. 159 4 Sosialurin Randi Jacobsen Ein 25 ára gamal mað ur, sum hevur sitið varð halds­ fongslaður síðan3. august, sleppur út aftur 3. de sem ber. Tá verður hann roynd ar leys­ latin. Føroya rættur dømdi hann í heyst fýra mánaða fongsuls revsing, men Eystari landsrættur herdi frígg ja­ dagin dómin til seks mán­ aða fongsulsrevsing. Hetta var ein felagsdómur, tí tá ið maðurin varð hand tik in í august, var hann roynd ar­ leys latin og hevði 81 dagar eft ir. Tað kom fram í rættinum, at maðurin hevur fingið fleiri dómar hóast sin unga aldur. Fyrsta dómin fekk hann sum 18 ára gamal, og tey fyrs tu árini vóru lógarbrotini mest tjóvarí, harðskapur og rús drekkakoyring. Í fjør fekk maðurin átta mán aða fongsulsrevsing, og hann varð royndarleyslatin í mai. Hugtungur Her skal nevnast, at fyri fýra ár um síðan fekk maðurin stað fest sjúkuna ADHD, sum hann síðan hevur fingið heili vág fyri.Tá ið hann varð roynd ar leyslatin í mai, fór hann niður á ein stovn í Dan­ mark, men tað gekk ikki long tíð, til hann var aftur í Før­ oyum. Stovnurin vísti hann burtur, tí hann hevði brotið rúsdrekkaforboðið. Á ólavsøku breyt hann inn í læknamiðstøðina í Gunda dali eftir heilivági. Hann breyt eisini inn hjá AA, men har var eingin heili­ vágur at finna. 1. august breyt hann inn á Landssjúkrahúsið eftir heili­ vági, og dagin eftir gjørdi hann tað sama. Tá ið hann varð handtikin, játt aði hann beinanvegin altíð í grundlógarhoyrinum. Í grundlógarhoyrinum segði hann, at hann hevði brot ið inn fyri at fáa heilivág, tí hann ætlaði at taka lívið av sær. Allan vegin heim koyrdi hann heilivág í seg. Hann kom heim, sovnaði men vakn aði hann aftur. Hann var farin aftur at leita eftir morfini, men fann einki. Maðurin hevur ofta verið illa fyri sálarliga orsakað av sjúku ni ADHD, og tí hevur hann regluliga gingið til sam­ tal ur á Psykiatriska Depli­ num. Hesar tríggjar mán að ir­ nar hann hevur sitið, hevur hann ikki verið til slíkar sam­ tal ur, tí sálarfrøðingurin ikki hev ur havt stundir at tosa við hann. Heilivágin hevur hann tik i ð eftir forskriftunum. Fer á stovn Meðan hann hevur sitið, hevur Kriminalforsorgin leit­ að eftir onkrari hjálp til han­ sa ra. Kriminalforsorgin fann fram til ein hóskandi stovn í Danmark, og henda stovn tókti maðurin væl um, eftir at hava lisið um, hva stovn­ urin kann bjóða. Fyri einum mánaði síðan søkti Kriminalforsorgin veg­ na henda unga mannin um játt an til uppihald á stovn i­ num í eitt ár. Al man na stovan svaraði ikki, men stutt fyri rætt arfundin fríggjadagin boð aði Almannaráðið frá, at tí unga manninum var játtað uppi hald á stovninum i eitt ár. Hetta hevði tann ungi mað ur in ikki kunnað goldið sjálv ur, tí uppihaldið kostar 100.000 kronur um mánaðin, varð upplýst í rættinum. Maðurin er fegin um hetta tilboðið. Hann segði í rættinum, at hann fyri lang ari tíð síðan hevur vent keði ligu vinum sínum bakið, og at hann fegin vil aftur á beint. Dreymur hansara er at fáa meira skúla og at sleppa í timb ur læru. Tvær ferðir breyt hann inn á Landssjúkrahúsið Fær hjálp á stovni Ein ungur maður við ADHD og eini langari røð av lógarbrotum aftan fyri seg, fer alt næsta ár at vera á einum donskum stovni, ið skal hjálpa honum á rættkjøl