Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. november 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 15. november · Nr. 159 Sosialurin Leo Poulsen Eisini í 2011 vil Tórs havn­ ar Kommuna tryggja, at barnaansingin er á einum støði, ið nøktar tørvin hjá familjunum. Tað verður sagt í við­ merkingunum til fíggj ar­ lógaruppskotið 2011. U n g d ó m s a r b e i ð i ð hevur høga raðfesting, og kenda virksemið á Margarinfabrikkini er í støðugari menning. Í Hoy­ vík er eisini sett gongd á eitt skipað virk semi millum ung í sonevnda Klubb 188, ið savnar og stimbrar ung­ dómin í økinum. Tilboð er eisini í Nólsoy, og í 2011 er ætlanin at fyrireika nýggj ungdómstilboð í øðrum pørtum av komm­ ununi, serliga í Kollafirði og Norðasta Horni. Fimleikahøllin FIMI og nýggja dansihøllin hjá Dansifrøi í Gundadali eru tiknar í brúk, og tær eru longu ein sólskinssøga. Dansur og fimleikur blóma, og saman við Tórsbreyt, har borgarar í hópatal íðka ítrótt, eru samstundis stór og sjúkufyribyrgjandi stig tikin, tí fyri heilsuna er rørsla avgerandi. Hond bóltsfelagið Neistin hev ur ætlan um at byggja eina nýggja høll í vestur býnum, og býráðið hevur játtað at veita hesi ætlan fíggjarligan stuðul. Tórsvøllur skal dag førast og gerast tann náttúr ligi og savn andi mið depilin fyri al tjóða fót bólt í Før oy um. Komm unan og Fót bólts­ samband Før oya sam starva um eina heildar ætlan fyri, hvussu hetta skal gerast, so at Tórs vøllur kann lúka øll krøv sum altjóða stadion. Avmarka kriminalitet Børn og ung skulu hava bestu umstøður at takast við og gerast dugnaligari innan tónleikalist, og tí byrjar í 2011 projek ter ingin av einum nýggj um musikkskúla. Áhugin fyri tónleiki og at fáa tónleikafrálæru er stórur, og tað ger ein nýggjan musikkskúla aktu ellan fyri nógvar familjur og borgarar. Kommunan er partur av sonevnda SSP­sam ­ starvinum, sum er form ­ ligt sam starv mill um sosial­, skúla­ og politi­ myndugleika. Enda málið er, við sam skipaðum átøk um, at fyribyrgja og avmarka kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. Meiningin er eisini at hjálpa teim um, ið onkursvegna eru komin í eina trupla støðu. Kommunan hev ur nú sett í starv SSP­sam skipara, sum burtur av fer at taka sær av SSP­arbeiðnum vegna kommununa. Útvega tilboð til familjur og ungdóm Børnini og tey ungu skulu trív ast í Tórshavn, so familj ur­ nar fáa so nógv sum gjør ligt burtur úr sínum skatta krón­ um. Tað verður sagt í við merk ing un um til fíggjarlóg fyri 2011, sum varð samtykt við fyrstu viðgerð hósdagin Fimleikahøllin FIMI er eitt dømi um, at bý ráðið raðfestir bøn og ung í kommununi Raðfesta um hvørvi og orku­ sparing Umhvørvið í Tórshavnar Kommunu skal vera reint, og orkunýtslan, ið hongur neyvt saman við umhvørvisverndini, skal vera so avmarkað, sum til ber, sigur Tórshavnar kommuna í viðmerking til fíggjarlóg fyri 2011 Leo Poulsen Málið er, at allar áir, vág ir, strendur og fjøra skulu gerast reinar, og yvir skipað skal alt vatn vera reint, tá tað renn­ ur á sjógv. Ikki fyrr enn hetta er rokkið, er um­ hvørvisstøðan hesum við víkjandi nøktandi. Arbeiðið at løggilda kloakkirnar heldur fram, og eftir at kloakkarbeiðið í Nóls oy er liðugt, verður far ið víðari aðrastaðni í komm ununi. Grøn økir, har fólk ið trív ist, verður fram hald­ andi ment við gøtum og plant ing í størri mát, og arbeitt verð ur við at gera náttúru­ og frí tíðar­ til haldsstøð nær hendis íbúðar økjum. Orkusparing er og verð ur eisini frameftir havd við í arbeiðnum við kommunalum bygning­ unum. Allir nýbygn ingar skulu hugsast við orku­ sparandi tiltøkum frá byrj an. Umhvørviskrøv verða sett til kommunalar tænastur og veitarar, so hvørt sum tað verður boð­ ið út ella keypt av nýggj­ um, eitt nú út bjóðingin av Buss leiðini. Í 2011 verður innan hýs is í kommunalu um sit ingini og á stovnum sett í verk eitt umfatandi átak fyri orku sparing. Øll starvsfólk skulu vera við til at spara orku allaðstaðni, har tað ber til. Meginreglan er, at mangir løkir smáir gera stórar áir. Málið er, at tann grøni orku sparandi hugburðurin skal geva 2 mió. kr. á fíggjar ætl anini fyri 2011. Framvegis ókeypis Elfelagið SEV hevur boðað frá, at prísurin á ravmagni skal hækka í 2011. Verður hetta veruleiki, kemur tað heilt vist at órógva tað, ið er avrátt í fíggjarætlanini fyri komandi ár. Verður el prísurin hækkaður so, sum SEV leggur upp til, kostar tað kommununi uml. 1,7 mill. kr. Hetta er ikki rætta stundin at leggja eyka byrðar á borgarar og vinnu. Tórs­ havnar Komm una er størsti eigari í Elfelagnum SEV og fer at gera sína ávirkan galdandi í spurn­ inginum um prís hækk­ ingar í 2011. Kommunala brenni­ støð in fekk nýggja um­ hvørvis góð kenning í 2008, og so hvørt, sum brenni­ støðin er víðkað, og fleiri øki eru tikin í nýtslu, er góðkenningin víðkað sam svarandi. Rusk inn­ savn ingin varð boðin út í almennari lisitatión í 2009, og nýggjur sátt­ máli er gjørdur við eitt felag, ið tekur sær av inn savningini. Sáttmálin fevnur um fimm ár, gald­ andi frá 2010. Ókeypis Bussleiðin held ur fram. Hon varð boð in út í 2010, og eftir ætlan tek ur nýggjur sátt­ máli við í apríl 2011 við eini heilt nýggj ari orku ­ spar andi og um hvørv­ is vinarligari buss park. Býráðið hevur sam tykt at arbeiða við nøkr um sparingum, men í sam­ ráðingunum við valda til boðsgevaran um nýggj an busssáttmála verð ur miðað eftir, at hes ar sparingar ávirk ­ að tænastustøðið so lítið sum til ber. Í Kollafirði og Kirkju bø/Velbastað verð ­ ur tænastu støðið hækk­ að.