mánadagur 15. november 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. november · Nr. 159
40
Sosialurin
Theodor E. D. Olsen
Myndir: Álvur Haraldsen
Fríggjakvøldið varð sang leik ur
in Jesus Christ Super star frum
framførdur í Norður landahúsinum.
Ikki kann sigast annað enn, at tað
er hugaligt at koma inn í Norður
landahúsið til eina listauppliving á
høgum støði, nú útboðið av fundum
og ráðstevnum í hesum fína ment
anarhúsi ikki tykjast at fækka í
mun til eitt nú tónleikatiltøkini á
hægsti stigi.
Tí eina listaliga uppliving fingu
tey, sum mannaðu tann fullsetta
salin hetta kvøldið.
Hóast talan er um ungar áhuga
leikarar við avmarkaðum royndum
á palli, sviku tey ikki álitið.
Talan var um eina stórfingna
framførslu við nógvum góðum
kreftum.
Á sjálvari leikskránni stendur, at
Rútmiska kórið í Hoydølum fram
førir, men uttan holla hjálp frá
bæði Tekniska skúlanum í Havn og
Tórshavnar musikkskúla, var leik
urin neyvan tann, hann er vorðin.
Jesus Christ Superstar á føroysk
um er einki minni enn ein uppliving
fyri bæði eygað og oyrað.
Gunnar Hoydal hevur við síni
leikandi løttu og lýrisku týðing flutt
sangleikin í ein føroyskan búna, og
hetta kennsit hvørki stirvið ella
sjálvhátíðarligt. Rútma og rím rigga
væl og eru snøgt samansett.
Klassikari og anakronismur
Annfinnur Heinesen, ið er útbúgvin
sjónleikari, roynir seg fyri fyrstu
ferð sum leikstjóri, og tað er neyvan
sum at siga tað at fara í holt við slíkt
stórverk. Hóast menninir handan
leikin, Andrew Lloyd Webber og
Tim Rice einans vóru ávikavist 22
og 26 ára gamlir, tá teir skrivaðu
leikin, er talan um eitt búgvið verk,
ið tíðarinnar 40 ára gamla tonn
ikki hevur megnað at gnagað inn
á bein.
At seta ein leik upp, ið við tíðini
er vorðin ein klassikari, er ein altíð
ein spurningur um tulking. Hvussu
setur tú leikin inn í okkara tíð og
samanhang?
Tann føroyska útgávan av Jesus
Christ Superstar hevur nøkur
spennandi boð upp á hetta, sum tó
eru sera tíðarleys og international.
At
lata
myndugleikarnar
í
gestapo líknandi klæðir við byrs
um undir arminum, lata nøvnini á
Union Carbide og øðrum margtjóða
fyritøkum renna eftir vegginum,
tá Jesus ruddar upp í óskilinum
í templinum, og annars koma
við øðrum tilsipingum til okkara
tíð, ger leikin viðkomandi, og tað
tíðarbundna ger samstundis frá
søgn ina tíðarleysa.
Harafturat verður pallmyndin
bara stuðlað og als ikki órógvað av
mynd unum á stórskíggjanum, sum
hongur omanfyri pallin.
Rice surprise
Sýningin fríggjakvøldið byrjaði ikki
stundisliga. Sagt varð, at Dagur og
vika skuldi fáa eitt innslag fyrst.
Síðani varð eitt videoklipp við
teksthøvundanum Tim Rice spælt,
har hann umbar, at hann ikki var
komin til Føroya at hyggja eftir
framførsluni, men ynskti øllum
eina góða uppliving. Minti eitt
sindur um danska tiltakið “at se
giraffen...”
Jú, gaman í – tað er altíð stutt
ligt, tá kendar heimsstjørnur heilsa
okkum uttan úr heimi. Men burtur
sæð frá, at hetta var eitt stuttligt
surprise, so var hetta sum so ikki
alneyðugt fyri at tryggja eina góða
framførslu.
Hesum syrgdu teir ungu leikar
arnir fyri.
Væleydnað val
Kanska er ikki rætt at nevna nakran
fram um nakran annan. Talan var
um eitt vala liðavrik. Eitt samstarv
millum fleiri listagreinir og ung
evnarík fólk, hóast raddarvenjing
í summum førum um hevði komið
væl við.
Men tað ger helst onki um vit
nevna, at høvuðsleiklutirnir vóru
væl mannaðir við sera dugnaligum
fólkum. Páll Brim Joensen spælir
Jesus, og ikki kann sigast annað enn,
at castingin er heppin. Útsjóndin
og kropsmálið er sannførandi, og
røddin er høg og hvøss í harða
dystinum í Getsemane.
Terji Giovanni Djurhuus fyll
ir væl leiklutin sum Judas, og tú
hoyrir, um tann tiltikna knappa
nálin skuldi dottið á gólv, tá hann
velur gálgan og sigur hesum heimi
farvæl.
Mike Viderø prógvaði eisini síni
evni sum sangari og skemtari, tá
hann í leiklutinum sum Heródes
tók øll á bóli. Eitt brot í leikinum,
sum er torført at vera nýskapandi
í, tá ein hevur sæð filmin. Men
í hesum førinum var tað bæði
stuttligt og originalt.
Og so mugu vit ikki gloyma
Biritu Adelu Davidsen, sum við síni
sera sannførandi tulking av Mariu
Magdalenu neyvan kundi fylt
hendan leiklut betur við síni djúpu,
men ljósu rødd. Við hesum er hon
við til at geva hesum leikluti ta
tølandi styrki, men eisini viðkvomu
víddir, ið henda kvinna goymir.
Ljós og uppreisn
Tá Jesus Christ Superstar varð
spældur á fyrsta sinni í 1970, funn
ust summi at, at eingin uppreisn
var at síggja.
Í hesum sambandi kann nevnast,
at júst uppreisnin hevur verið eitt
tað torførasta at avmynda hjá
listafólkum gjøgnum tíðirnar. Eitt
nú finnast ikki nógvar altartalvur
við hesum motivi.
Men við ljósinum, ið varð kastað
á tann tóma krossin móti endanum
av framførsluni varð elegant lagt
upp til, at ein frí tulking kundi
gerast í hesum sambandi, og
dysturin millum tað góða og tað
ónda verður á ein lættan, men
eisini fínan máta lýst í teimum
síðstu guitarsolounum í tí stóra
finalubrakinum.
Samanumtikið eigur Rútmiska
kórið
í
Hoydølum
og
tess
samstarvsfelagar rós uppiborið fyri
enn eitt valaverk. Ikki er neyðugt
at biðja fólk fara at hyggja, tí flestu
sýningarnar eru sum skilst longu
útseldar. Men tey, sum hava fingið
atgongumerki, kunnu gleða seg.
Meira á síðu 42
Stórfingin
Superstar
UMMÆLI. Jesus Christ Superstar er nú eisini at hoyra á føroyskum.
Talan er um ein fínan muscial, og tann føroyski málbúnin situr
væl og avrikið hjá teimum ungu leikarunum er at fegnast um