mikudagur 17. november 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
18
Sosialurin
Oyggjaredaktiónin:
Snorri
Brend
snorri@sosialurin.fo
Vilmund
Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Jens Kristian
Vang
jensk@sosialurin.fo
Bøkur
Snorri Brend
Á sumri í 1957 vóru stórar útgávu
ætlanir í umbúna hjá tí, sum vit í
dag kenna sum Bókadeild Føroya
Lærarafelags.
Á fundi í bókanevndini 20. juni
hetta árið varð komandi útgávan av
teimum seinni so tiltiknu Glæstri
bókunum umrødd.
Nevndini stóð í boði at geva út
12 myndabøkur, sum hvør eru ein
stutt, fittlig smásøga, sum er prýdd
við litmyndum.
Á fundinum varð greitt frá, at
allar týðingarnar vóru fingnar
frá hond ini, og at ætlanin var at
lata bøk urnar til prentingar sum
skjótast. Nevndin samtykti at
kanna týð ing arnar gjølla, áðrenn
prentað verður, og til hetta starv
vórðu valdir J. M. Kjeld og Marius
Johannesen.
Helst var tað J. M. Kjeld, sum
fekk hesa útgávu í lag, og sermerkt
er tað, at hendan útgávan kann
kallast fyrsta føroyska barnabókin
í samprenti.
Á fundi í oktober 1958 upplýsti
nevndarformaðurin, J. M. Kjeld, at
hann hevði arbeitt við útgávuni
av Glæstribókunum, meðan hann
hevði verið í Keypmannahavn.
Prent ingin var um av vera avgreidd,
og bøk urnar fóru at koma til Før
oyar í november.
Útseldar
Tær so væl umtóktu glæstri bøk
ur nar vóru 12 í tali. Allar 24 síður
við myndum í litum. Talan var um
samprent í samstarvi við danska
Illustrationsforlaget. Prísurin var
2,50 kr. fyri hvørja.
Útgávan av Glæstribókunum var
ein stór íløga, sum varð fíggjað við
láni, sum Lærarafelagið tók í Føroya
Sparikassa.
Lánið
uppá
38.000
krónur
varð skipað soleiðis: “at vit ongan
avdrátt gjalda í trý ár, og renturnar
tey trý fyrstu árini verða goldnar
úr landskassanum”, sum skrivað
stendur í gerðabók Lærarafelagsins.
Bókadeildin yvirtók tað, ið eftir var
av láninum, í 1962.
Nógv varð gjørt burtur úr at
fáa Glæstribøkurnar seldar. Bóka
nevndin vendi sær til lærarar
kring landið og fekk teir at standa
fyri søluni. Og væl hepnaðist, tí
nógv settu seg fyri bøkurnar, sum
tá í tíðini vóru bæði snotuligar og
hartil forkunnugur lesnaður.
Á nevndarfundi um várið árið
eftir varð upplýst, at umleið 9.000
eintøk eru seld og at roynt verð ur
at fáa skúlarnar at keypa floks sett.
Glæstribøkurnar komu út til jóla
1958, og tí varð avgjørt ikki at geva
Mína Jólabók út hetta árið, men í
staðin lata Glæstribøkurnar vera
jólabøkur felagsins 1958.
(Kelda: Brot úr bókini “Og so veit
eg eina vakra søgu”. Bókadeild
Føroya Lærarafelags 1956-2006.)
Oyggjablaðið í næstu viku:
Eiði
Bøkur
Í hesum blað
num viðger
Oyggjablaðið
evnið um bøkur
og útgávu av
bókmentum.
Lesið um:
Síða 18:
Glæstribøkur
fyri 2,50
Síða 20-22:
Smáir lepar
gjørdust stóra
bygdarsøga
Síða 24-25:
Tær eldru
bøkurnar eru best
Síða 26:
Matgerð í
nýggjum hami
Síða 28-29:
Fleiri rithøvundar
á sama arbeiðs
plássi
Síða 30:
Soleiðis skrivar
tú bøkur
Síða 42-43:
Skakandi at
skriva bøkur
Baksíðan:
Erhard og
Glæstribøkurnar
Tá tann besta bókin
kostaði 2,50
BARNABØKUR Tað var eins stórur dagur fyri júst 52 árum síðani,
tá tær fyrstu Glæstribøkurnar komu út. Børnini tóku bøkurnar
til sín, og ikki gekk long tíð til tær vóru útseldar allar 9.000.
Glæstribøkurnar
vóru 12 í tali:
Dunnu Billa horvin
Hundahvølpurin sum
fekk sólina at rísa
Heidi
Leingi livi lítla tokið
Tummil lítli
Komið og spælið lækni
Tríggir smáir kettlingar
Óli Oyralangi og várið
Gelli-Smelli
skúlabussurin
Petur Kanin
Hvørji búgva í bóndans
garði
Sunnudagsdukkan
Týðarar av bókunum
vóru:
Poul E. Petersen,
Marius Johannesen, Jens
Pauli Heinesen, Martin
Joensen, Flóvin Flekk,
Johan Kallsoy, Jákup M.
Kjeld, Tummas Lenvig,
Ludvig Petersen, Jákup
Follend, Hans David
Matras.
12 bøkur
Ikki út aftur
Hóast mong helst høvdu
ynskt, at tær 12 Glæstri-
bøkurnar komu út aftur, so
hevur Bókadeildin ongar
ætlanir um tað í løtuni.
– Um vit fáa høvi til tess,
so gera vit tað, lovar Niels
Jákup Thomsen, stjóri.