mikudagur 17. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160
24
Sosialurin
Bøkur
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Strendur: Klokkan er farin at
nærkast hálvgum tíggju ein van
ligan skúladag í farnu viku.
Bókavørðurin henda dagin,
Britta Djurhuus, er í ferð við at
gera seg klára til at taka ímóti
fyrstu næmingunum. Um nakrar
fáar minuttir munnu teir fyrstu
næmingarnir fara at koma.
Skipanin í skúlanum er hon,
at næmingarnir kunnu koma í
skúlabókasavnið í fríkorterunum.
Her kunnu tey annaðhvørt læna
sær eina bók, lesa í einari ella bara
hyggja seg um. Higartil hevur
hetta tiltakið eydnast sera væl.
Enn bendir kortini einki á, at
henda succes’in verður endurtikin
aftur í dag. Tað er friður í gongini,
um ein líka sær burtur frá nøkrum
dreingjum sum sita við eitt borð
og spæla kort.
Britta hyggur eftir nøkrum
pappírum
á
borðinum,
men
áðrenn nakar varnast, kemur
fyrsti næmingurin streymandi
inn. Klokkan er 9:30, og fríkorterið
er júst byrjað. Eftir honum koma
hini so líðandi, og løtu seinni eru
omanfyri 20 næmingar úr nógv
um flokkum savnaðir her.
Teir spjaða seg sundur til tey
ymisku økini á bókasavninum.
Tað er týðiligt, at tey eru von at
ganga her, og vita, hvar tey skulu
leita.
Dina Bech er farin til nakrar
hillar, har hon kann leita eftir
bókum í friði og náðum. Eingin
órógvar hana her.
– Í hesum partinum finnast
nógvar av teimum eldru bókunum,
– teimum sum mær dámar so væl
at lesa í. Eg haldi, at innihaldið í
teimum er eitt sindur betri, enn
í mongum av teimum nýggjaru,
greiðir Dina íðin frá.
Hóast hon uttan iva hevði
ætlað at staðið her eitt sindur
longur, so ber tað ikki til. Eftir
stuttari løtu er hon at kalla
einsamøll inni í bókasavninum, tí
nú er 15 minuttir langa fríkorterið
liðugt. Hini eru øll horvin út í
gongina, og inn í flokshøli síni.
Flestu teirra munnu helst
fara at koma aftur um ein slakan
tíma, tá bókasavnið aftur er opið,
klokkan 10:40.
Kristnar bøkur
Stranda bókasavn lat upp í 1984,
og hevur síðani ment
seg til eitt slíkt, har
minst 17.000 titlar eru
at velja millum.
Hetta er í fyrstu syftu
ætlað næmingunum í
Stranda skúla, men er
haraftrat bókasavn hjá
bygdarfólkinum.
Dinu dámar væl at brúka tíð
sína í bókasavninum, har hon
oftast leitar eftir teimum eldru
bókunum.
– Tær eldru hava líkasum betri
handling. Tær nýggjaru bøkurnar
eru ikki líka so interessantar sum
hinar, sigur Dina, sum heldur ikki
dylur fyri, at henni dámar væl
kristnar bøkur, og ikki minst at
lesa í Bíbliuni.
– Í dag kom eg bara fyri at
hyggja eftir bókum. Eg fann onga
í hesum fríkorterinum. Kanska eg
komi aftur næsta fríkorter.
snorri@sosialurin.fo
Meiri handling
BÓKASAVN – Mær dámar sera væl at
lesa bøkur, serliga tær gomlu, tí tær siga
mær so nógv. Tær hava fáar myndir, og
fáa tí meg líkasum at seta fantasi’in í
sving, sigur skálagentan, Dina Bech sum
gongur í 8. flokki við Stranda skúla. – Her
á bókasavninum eru nógvar góðar bøkur.
Tær nýggj aru bøk
urnar eru ikki líka so
interessantar sum hinar