mikudagur 17. november 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
34
Miðvikan
Mikudagur 17. nov. 2010 · Nr. 160
N
ú 70 ár eru liðin síðan krígg
ið byrjaði, og 65 ár síðani tað
endaði, er hetta liðið av føroyskum
hermannakonum og teirra monnum
farið at fækkast. Tí er umráðandi
at lofta mest gjørligt av hesi søgu,
meðan tað enn er møguligt.
Fyri kortum doyði Peter Mc
Gavin, sum var sagdur at vera sein
asti av bretsku hermonnunum, sum
blivu verandi í Føroyum.
Men enn er nokk so fitt av
konunum og eisini av monnunum,
sum liva eftir í Bretlandi. Vit hava
í Miðvikuni havt eina røð við
Jóhonnu Apol, sum giftist við Harry
Wilson. Jóhanna doyði fyri kortum,
meðan Harry livir eftir, gott 90 ára
gamal.
Í august hittu við 86 ára gomlu
Gunnvør, fødd Norðfoss úr Havn.
Hon var komin heim í 90 ára føðing
ardag hjá beiggja sínum Jóhan,
sum er kendur frá Miðvikuni fyri
hansara áhugaverdu frásagnir frá
sínum lívi. Hann kundi eisini geva
eitt gott íkast til søguna hjá føroysk
um fiskimonnum, sum sigldu undir
krígnum. Tey bæði umboða tískil
ein stóran part av okkara søgu frá
hesi tíðini.
Ættin úr Havn og av Eiði
Vit hittust úti við Gráastein heima
hjá Johan og Emmy, har Gunnvør
fortaldi sína søgu. Mamma hennara
var Anna á Lofti, ættað av Eiði.
Foreldur hennara vóru Súsanna og
Sigmund á Lofti. Pápin var Albert,
sonur Elspu og Dánjal í Horni í
Havn. Søgan hjá Albert var eisini
við í umrøddu røð í Miðvikuni.
Systkini vóru umframt Johan,
eisini Olina, Bernhard, sum doyði
lítil, Bernhard og Dánjal, sum býr í
Danmark.
Gunnvør gekk í kommunu
skúlanum, har Poul Jensen var
stjóri. Poul var kendur fyri at kunna
vera sera strangur. Men Gunnvør
letur væl at honum. Kanska var
hann blíðari við genturnar enn
dreingirnar!
Gunnvør kom at búgva nógv
hjá mostur síni Oluffu. Tað byrjaði
við, at Gunnvør gekk ørindi fyri
mostrina, sum var hølt og tí gongu
tarnað. Tað endaði við, at Gunnvør
fyri tað mesta bleiv búgvandi hjá
henni. Hini systkini komu eisini
nógv til Oluffu.
Gunnvør hevur eisini uppkallað
eina dóttir eftir Oluffu. Hon er
einnevnd í Bretlandi, og tað er hon
errin av. Oluffa dugur eisini væl at
tosa føroyskt.
Gunnvør greiðir frá, at tað var
hugnaligt at búgva mitt í Havnini.
Eitt ítriv kundi vera at fara oman
í Vágsbotni á seiðaberg. Tá kundi
eisini fáast eitt bíligt kók.
Gunnvør dámdi væl tónleik og
hetta gjørdi, at hon kom at ganga
í sunnudagsskúlanum hjá Frelsun
arherinum. Beiggjarnir Johan og
Sigmund spældu eisini horn har.
Her var eisini skótaarbeiði og
gjørdar vóru eisini útferðir, sum til
Kaldbak. Frelsunarherurin gjørdist
ein munandi partur av barndómi
num hjá Gunnvør. Hon kom tískil
at hava eitt varandi tilknýti til
herin, eisini eftir at hon flutti til
Bretlands.
Gunnvør gjørdi nógv av at
ferðast norður til Eiðis at vitja
ommuna og abban. Hon plagdi tá
at svimja í Múlavík. Á Eiði plagdi
hon eisini at fara til neyta og
hoyggja. Eisini plagdi hon at vitja
til Tjørnuvíkar, haðani Sannilena,
kona mammubeiggjan Pedda, var
ættað. Hetta var alt eitt gott lív hjá
eini havnargentu.
Stóra broytingin:
Bretska hersetingin
Gunnvør var 15 ár, tá ið Føroyar
vórðu hersettar í apríl 1940. Hon
minnist dagin, tá ið fyrstu her
menninir komu á Havnina. Gunnvør
var á kajuni, og hon fylgdi hermonn
unum niðan í býin. Beiggin Johan
var eisini á kajuni tá.
Tá var tað ikki í tonkunum, at
hon skuldi fara at giftast við einum
av hesum hermonnum!
Men lagnan vildi tað øðrvísi.
Fyrsta arbeiðið hjá Gunnvør eftir
at vera farin úr skúlanum var at
arbeiða fisk yviri við Strond hjá
Karl á Lag. Beint við á Skansanum
kom bretski hermaðurin Norman
Gartside at arbeiða saman við eini
herdeild. Hann var sersjantur og
hevði ábyrgd av kanónunum.
Tey bæði fingu so eygað á hvørj
um øðrum og byrjaðu at koma
saman. Tað kundi hugsast, at
mammuni einki dámdi hetta. Men
hon helt Norman vera so fittan
og penan, at hon góðkendi henda
nýggja sjeikin beinan vegin.
Men henda eydnan kundi tó
enda skjótt, tí Føroyar vóru ikki eitt
verandi stað hjá hermonnunum,
sum komu higar. Teir skuldu ikki
bert hugna sær í Føroyum, men
skuldu eisini royna veruligt kríggj!
Eftir hálvt triðja ár mátti Nor
man fara avstað aftur. Eftir at hava
verið eina tíð í Suðuronglandi, varð
hann sendur til Palestina, sum tá
var eitt øki, har Bretar høvdu ræðið.
Her dámdi honum sera væl. Hann
gjørdist kendur í so væl Jerusalem
sum Gaza, sum seinni blivu og enn
eru brennideplar í heiminum.
Tá var samskiftið ikki, sum tað
er í dag. Sambandið teirra millum
var við fjarriti og brøvum. Men
annars roknaði Gunnvør ikki at
síggja Norman aftur. Tað vóru jú so
nógv dømi um slík sambond millum
hermenn og føroyskar gentur, sum
endaðu við ongum.
Tá ið mjólk varð
keypt í spannum
Aftaná at hava arbeitt í fiski fór
Gunnvør at arbeiða á Meiarínum.
Hetta var eitt av teimum heilt stóru
arbeiðsplássunum í Havn. Stjóri
var Carl Jensen, sonur tann legend
Gunnvør Norðfoss:
Heimsbardagin gjørdist hennara lagna
Tað vóru nógvar føroyskar kvinnur, sum giftust við bretskum hermonnum, ið vóru her
undir krígnum. Summir hermenn blivu verandi í Føroyum, meðan aðrir fóru heim til
Bretlands við teirra føroysku konum. Ein teirra var Gunnvør Norðfoss úr Havn
Gunnvør sum vøkur ung genta á Havn
Norman var ein flottur fýrur.
Tað var ikki so løgið, at tey
fulla fyri hvørjum øðrum
Eftir kríggið kom Norman aftur eftir gentuni í Føroyum, og tey giftust