Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-17, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. november 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. november 2010 · Nr. 160 36 Sosialurin Reingerðarfólk til Vestmanna Kommunu Søkt verður eftir tveimum reingerðarfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja 3. januar 2011. Annað starvið umfatar dagliga reingerð á skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið. Vetrarhálvuna verður harumframt gjørt reint um kvøldi 3. hvørja viku. Arbeiðstíðin er uml. 17 tímar um vikuna. Hitt starvið umfatar dagliga reingerð í dagstovninum Gjáarlon, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið. Arbeiðstíðin er 12½ tíma um vikuna. Størvini eru lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Hervør Johansen á tlf. 770 199. Skrivlig umsókn skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. desember 2010 kl. 12. Vestmanna Kommuna Bakkavegur 16 Postboks 91 355 Vestmanna Hósdagin 18. november Rivjasteik / Bollar í karry Fríggjadagin 19. november Fiskafrikadellir / Stoktur medistari / Lasagna Leygardagin 20. november Heilstokt svínalundir Mánadagin 22. november Stokt flesk / Forlorin hara Týsdagin 23. november Salta neytakjøt / Royktur medistari Mikudagin 24. november Stoktur fiskur / Kjøtfrikadellir