fríggjadagur 19. november 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Einaferð
vóru
fimm
smærri fakfeløg á almenna
arbeiðsmarknaðinum, sum
samstarvaðu, og tey høvdu
eisini felags samráðingar.
Nú er talið sjey, sum
samstarva, men tey ætla ikki
at samráðast í felag.
Tey
sjey
feløgini
eru
Almanna-
og
heilsurøkt-
arafelagið,
Bioanalytikara-
felagið,
Ergoterapifelagið,
Fysioterapeutfelag Føroya,
Føroya Psykiatrifelag, Kost-
og føðslufelag Føroya og Ljós-
møðrafelag Føroya.
Samanlagt
hava
tey
stívliga 600 limir.
– Vit ætla millum annað
saman at viðgera viðkomandi
samfelagsmál og gera við-
merkingar. Vit kunnu senda
út felgs yvirlýsing og annað,
sigur Majbritt Mohr, for-
kvinna í Almanna- og heilsu-
røktarafelagnum.
Tær hugsa sær at halda
skeið fyri øllum limunum
saman, og menna álitisfólkini
við at hava felags álitisfólka-
skeið, tí limirnir í ymsu feløg-
unum eru í fleiri førum á
sama arbeiðsplássi.
Sum nevnt verða ikki
felags
samráðingar,
men
ætlanin
er
regluliga
at
hava felags fundir fyri at
kunna limirnar í feløgunum.
Feløgini mugu vita, hvat eitt
felag ger, eisini fyri at fyri at
fyribyrgja, at feløgini ikki
verða sett upp móti hvør
øðrum. Samstarvið verður
eitt netverk, har eisini limir-
nir fáa høvi at tosa meira
saman.
Tær fara somuleiðis at
samstarva, tá ið umboð skulu
veljast í nevndir og ráð.
Samstarv loysir seg
Feløgini halda, at við sam-
starvinum kunnu tey spara
bæði tíð og pening.
Sáttmálarnir hjá feløgu-
num gingu út 1. oktober, men
enn hevur einki av hesum sjey
feløgunum fingið fundarboð
frá
Fíggjarmálaráðnum,
men tey bóðu um fund við
Fíggjarmálaráðið í dag, tí
tey høvdu ymsar spurningar
viðvíkjandi
sáttmálasam-
ráðingunum.
Hesi
sjey
fakfeløgini
stuðla teimum, sum eru farin
í gongd við samráðingar. Tey
eru samd við hinum feløg-
unum á almenna arbeiðs-
marknaðinum, at tey vilja
hava meira í løn.
– Vit átala eisini, at fyrsta
útspælið hjá Fíggjarmála-
ráðnum var ein 0-loysn, tí tá
eru tað ikki frælsar samráð-
ingar, sigur Majbritt Mohr.
Feløgini hava ilt við at
góðtaka, at leisturin fyri
teirra
samráðingar
enn
ikki er lagdur. Higartil í ár
hava tey nevniliga brúkt
nógva tíð uppá at leggja
tilrættis komandi sáttmála-
samráðingar.
Við einum undataki eru
forkvinnurnar óløntar og
arbeiða fulla tíð.
– Vit kunnu ikki bara leypa
avstað við stuttum varsli til
samráðingar. Vit mugu biðja
okkum frí og mugu tí hava
eitt skotbrá.
Tær undrast eisini yvir, at
summi feløg ikki hava fingið
so frægt sum eitt svar frá
Fíggjarmálaráðnum uppá, at
sáttmálarnir eru uppsagdir.
Nýtt fakfelagssamstarv
Sjey smærri fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava gjørt samstarvsavtalu
Leygardagin 27. november
klokkan 17 verður sjavs-
kapping í VB-húsinum í
Vági.
FC Suðuroy skipar fyri
kappingini.
Fyri at luttaka krevst
tilmelding hjá Páll Lervig
á tlf. 373036/254931 ella
hjá Torgerð í Lágabø á
tlf. 272667 í seinasta lagi
fríggjakvøldið kl. 22.00. Tað
ber eisini til at tekna seg
hóskvøldið í VB-húsinum,
tá ið sjavskvøld verður.
Lutaseðlar verða eisini
seldir, og tað verða fleiri
góðir vinningar, m.a. far-
telefon, gávubrøv, kara-
mellur og dunnur.
rj
Sjavskapping í Vági
Tá ið Stjørnan og Kyndil
herfyri spældu, var dyst-
urin samstundis eitt tiltak
til frama fyri “Stuðlið
bróstunum”.
Tiltakið gav umleið
60.000 krónur.
Sunnudagin
spælir
Stjørnan móti VB í Klaks-
vík, og í hálvleikinum er
ætlanin at handa Krabba-
meinsfelagnum kekkin við
tí stóru gávuni, sum fer til
bróstkrabbagranskingina
í Føroyum.
Jákup N. Olsen hevur
áður sagt, at handanin í
sær sjálvum eisini er eitt
upplýsandi tiltak.
rj
Stjørnan handar
kekkin
Í hálvleikinum sunnudagin,
tá ið Stjørnan og VB spæla
í Klaksvík, fær Krabba
meinafelagið handað
kekkin við peninginum til
»Stuðlið bróstunum«
Áki Bertholdsen
– Tað er eitt vánaligt hugskot
at fara undir blokkpolitikk í
Føroyum.
Tað
heldur
Kaj
Leo
Johannesen, løgmaður.
Spurningurin
um
at
skipa blokkar í føroyskum
politikki hevur verið stór-
mál
alla
vikuna
síðani
Jóannes Eidesgaard reisti
spurningin á landsfundinum
hjá Javnaðarflokkinum um
vikuskiftið.
Hann helt, at longu upp-
undir eitt løgtingsval eiga
politiskir flokkar, sum hava
nakað at samstarva um, at
gera eina avtalu um, hvør
politikkurin skal vera, fáa
hesir flokkarnir meirilutan.
Hann metti, at hetta
fer at gera tað greiðari hjá
veljarunum at taka støðu,
tí sum støðan er nú, veit
veljarin ikki fyri valið, hvønn
politikk, hann fær eftir valið,
sama hvørjum flokki, hann
atkvøður fyri.
Men ein, sum ikki er
samdur, er Løgmaður, Kaj
Leo Johannesen.
Tað
er
altíð
neyðugt
hjá
politiskum
flokkum
at gera semjur tvørtur um
floksmørk, eisini tá ið tú ert
í einum blokki.
Men
heldur
enn
at
samstarva í blokkum, haldi
eg, at tað er ein betri máti at
byggja brýr ímillum flokkar
alla tíðina.
Hann
er
heldur
ikki
samdur í, at við blokki, fær
veljarin eina betri peiling av,
hvat hann fær fyri atkvøðu-
greiðsluna.
– Ein veljari hjá Sam-
bandsflokkinum hevur altíð
eina rættiliga greiða fatan av,
hvat hann fær fyri atkvøðuna,
bæði hvat fíggjarpolitikki
og sosialpolitikki viðvíkur,
staðfestir løgmaður.
Sambandsveljarar
hava
ikki tørv á einum blokki fyri
at
fáa
sambandspolitikk,
leggur hann afturat.
– Okkara veljarar vita, at
Sambandsflokkurin
berjir
fyri einum stekrum ríkis-
felagsskapi, men tað er meiri
enn tey, sum velja fleiri av
hinum flokkunum, vita, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Vit hava ikki brúk
fyri blokkpolitikki
Heldur enn at arbeiða í
blokkum, skulu vit byggja
brýr, sigur løgmaður
Tað eru mest kvinnur í teimum sjey feløgunum, sum nú hava sett orð á sítt samstarv