fríggjadagur 19. november 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
8
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tá ið klokkan var farin av eitt
seinnapartin hósdagin, fór
alarmurin inni á Trygg ing
arfelagnum á Konga brúnni í
Havn at ýla.
Eldur var í, og roykurin
breiddi seg um alt húsið við
teimum mongu tilbygn ing
unum.
Lítla løtu tustu starvs fólk
ini út í tún.
Har var tó eingin panikkur,
tí tey vóru tá øll greið yvir, at
hetta var ein venjing.
Tryggingarfelagið hevur
eina tilbúgvingarætlan, sum
út í æsir sigur, hvussu starvs
fólkini skulu bera seg at, um
eldur er í, onkur smellur ella
fær skaða, eitt rør brestir
o.s.v.
Øll kenna ætlanina
Hesa ætlan hava øll skyldu
til at kenna.
Og tað gera tey eisini, vísti
venjingin.
Ætlanin sigur, at hvørja
ferð eitt nýtt starvsfólk
verð ur sett, skal viðkomandi
skjót ast gjørligt læra, hvat
tilbúgvingarætlanin sigur.
So nógv av royki var í hús
inum, at tey flestu noyddust
at fara út gjøgnum ymsar
bak dyr. Tær í móttøkuni sótu
beint við høvuðsdyrnar og
kundu tí fara út tann vegin,
hóast nógvan royk.
Verri var, at tey sum sótu
eitt sindur longur inni, eisini
fóru út gjøgnum høvuðs
dyrn ar. Tað áttu tey ikki at
gjørt, tí hevði roykurin verið
eitrandi, høvdu tey sett seg í
vanda.
Eini boð í ætlanini eru
nevni liga, at eingin má seta
seg sjálvan í vanda.
Skjótt at telja upp
Tá ið tey komu út, býttu tey
seg beinanvegin upp í deildir
og stillaðu seg har, sum
ætlanin sigur, at tey skulu
stilla seg. Hetta er fyri at telja
upp, um øll eru komin út.
Tá ið talt varð upp, vant
aðu tvey starvsfólk. Taå vísti
seg heilt skjótt, at annað
starvs fólkið var statt heima,
og hitt var hjá frisøri.
Alt tað riggaði fínt. Øll
høvdu eisini hugsað um at
hyggja inn á vesi og onnur
rúm fyri at tryggja sær, at
eingin var eftir inni.
Nøkur tosaðu
Í tilbúgvingarætlanini stend
ur, at tá ið onkur ólukka
hend ir, mugu starvsfólkini
ikki tosa við fjølmiðlarnar.
Tað kann bara stjórin.
Blaðkvinnan hevði upp
gáv una at royna, hvussu
hesin parturin av til búgv
ingar ætlanini rigg aði.
Meginparturin av starvs
fólkunum vildu ikki siga
nakað, tá ið tey vórðu spurd,
hvat hent var.
– Vit hava ikki loyvi til at
siga nakað. Tosa við stjóran,
svaraðu fleiri.
Lítið hjálpti, tá ið roynt
var at fáa tey at tosa við
grundgevingini, at stjórin
ikki var at hitta.
Men tað eydnaðist kortini
at fáa nøkur at tosa. Líkt
var til, at tey høvdu gloymt
ásetingina í ætlanini um ikki
at tosa við miðlar.
Av tí at hetta var ein venj
ing, var ikki so nógv at fáa
at vita. Annað enn at tey
høvdu tryggjað sær, at eingin
var inni, hvønn veg tey vóru
komin út, og at tey flestu
vóru farin gjøgnum gongina,
har jakkar teirra hingu, og tí
harvið sluppu frá at standa
og frysta úti í kuldanum og
sirminum.
Veruligt
– Í fyrstani kendist tað veru
ligt, og vit blivi nokkso kløkk,
segði ein.
Í túninum hevði ein per
són ur leiklutin at vera small
in um.
Tað gekk kanska í so long
tíð, til nakar kom at hjálpa
henni, men tá ið so ein í
trygdarbólkinum á Trygg
ingini kom til, dugdi hann
væl uppgávuna, gav hjarta
masju við tólinum, sum
Trygg ingar felagið hevur út
veg að sær, gav fólkinum súr
evni, til sjúkrabilurin kom, og
sjúkrabilafólkini tóku yvir.
Svímaða kvinnan hevði
leiklutin sum viðskiftafólk
og var ikki komin longur enn
í móttøkuna, tá ið alarmurin
fór at ýla.
Tá ið sjálv venjingin var av,
komu tveir menn til starvs
fólkini at tosa um kreppu
hjálp.
Av tí at hetta var ein
venj ing, var ikki tørvur á
hjálp, men í veruliga lívinum
kann meira enn so henda, at
onkur hevur tørv á at tosa
við sálarfrøðing. Johannes
Nilssen nevndi tó, at hann
hevur upplivað í venjing, at
onkur bleiv illa fyri.
Gott fyridømi
Hann rósti Tryggingar felag
num fyri at hava so væl grein
aða tilbúgvingarætlan. Slíka
ætlan áttu øll arbeiðspláss at
havt, segði hann.
Í
tilbúgvingarætlanini
stend ur nágreiniliga, hvør
hevur ábyrgd av hvørjum,
og hvussu tey skulu bera seg
at. Niðurfelt er, hvat stjórin,
sum er tann einasti at tosa
við miðlarnar, skal upplýsa.
Trygdarbólkurin
hevur
lært víðkaða fyrstu hjálp, og
hini hava lært eitt sindur.
Í ætlanini stendur eis ini
um kunning til tey av varð
andi, um óhapp skuldi hent.
Umframt at hava slík ar
og aðrar venjingar, verð ur
dagliga kannað, um flukt
vegirnir eru opnir, at hurð
arnar kunnu latast upp, og
einki stendur fyri.
Eftirmeting verður gjørd
skjótt, men fyribils niður
støð an var, at venjingin eydn
aðist avbera væl.
Tilbúgvin til tað ringasta
Hóast smávegis brek riggar tilbúgvingarætlanin hjá Tryggingarfelagnum til fulnar. Tað vísti venjingin hósdagin
Ein starvsmaður leyp til at hjálpa kvinnuni, sum lá í túninum við ongum viti. Tað gekk sum eftir bókini. Venjingin var løgd
soleiðis til rættis, at tað var sum ein verulig hending við royki og eldi, sum sløkkiliðið basti
Myndir: Jens Kristian Vang