fríggjadagur 19. november 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
B
røðurnir á Trappuni í
Havn eru ímyndin av
okkara sluppfiskiskapi, sum
byrjaði í 1872. Tað vóru brøð
urnir Petur og Dánjal Harald
sen, sum saman við Dia á
Vertshúsinum keyptu Fox,
sum fekk henda søguliga
leiklut. Beiggin Niclas Harald
sen gjørdist skipari.
Harald
Haraldsen
var
føddur í 1881 í Tórshavn.
Hann var eldri sonur Onnu
Elisabeth f. Qvivig av Mýrini
í Nólsoy og Dánjal Jacob
Haraldsen á Trappuni.
Tey fingu umframt Harald
eisini Niclas f. 1884, uppkall
aður eftir pápabeiggjanum
Niclas, sum doyði í 1882.
Yngri Niclas var uttan iva
ein lovandi ungur drongur.
Hann spældi í Havnar Horn
orkestur, men hann doyði
longu í 1905.
Fór ungur niður
á handilsskúla
Petur Alberg greiðir soleiðis
frá Haraldi:
Pápi og Harald á Trapp
uni fylgdust aftur frá Keyp
mannahavn við “Lauru” 19.
ella 20. august 1901. Haraldur
hevði verið á Handilsskúla og
ætlanin var, at Poul (beiggi
Petur Alberg) og hann skuldu
byrja handil í Geil.
Pàpi og Haraldur høvdu
verið nógv saman í Keyp
mannahavn, og hann gekk
nú ofta niðri í Geil ta fyrstu
tíðina, og so vóru projektir
smíðaði.
Tað er neyvan nakað
komið burtur úr hesum. Í
1904 er Harald í hvussu er í
Klaksvík. Tað kann hugsast,
at hann fyrst hevur starvast í
úthandlinum, sum Klaksvíks
handilin hevði í Havn.
Hann hevur starvast í
handlinum úti í Klaksvík
ella á Biskupsstøð, sum Klaks
víkshandilin átti – møguliga
báðum. Hann verður í onkr
um heimildum róptur ”ud
stationeret handelsbetjent”.
Í 1904 verður KÍ stovnað,
og Harald gjørdist fyrsti
formaður í felagnum.
Harald var á ungum árum
eisini á fútaskrivstovuni, og
hann vikarieraði eitt skifti
sum sýslumaður í Klaksvík.
Konan doyði dagin
eftir at hava átt
Haraldur er aftur í Havn í
1905. Stutt eftir giftist hann
við Onnu, f. Debes úr Havn,
fødd í 1882.
Anna var dóttir Elisabeth
Maria Hansen f. 1850 í Havn
og Niels Christoffer Debes
(18521932) eisini í Havn.
Anna
átti
systkini
Samuel f. 1881, Hans f. 1887 og
Christian Carl f. 1890.
Anna og Harald fingu
seks børn fødd millum 1907
og 1918. Men Anna doyr dagin
eftir, at yngsta barnið er føtt.
Tað hevur ikki verið lætt hjá
einum einsamallum pápa, og
børnini fara til fosturs hjá
skraddaranum í Hoydølum,
Johannes Nolsøe, ættaður
úr Nólsoy.
Skraddarin var systkina
barn Harald, og hann var
ógiftur. Húshaldirska hjá
skraddaranum var “Tanta í
Hoydølum”. Hon var ættað
úr Klaksvík, systir Jógvan
og Jacob við Stein, pápa
Hans Sundstein. Tanta misti
mammu sína 2ára gomul og
kom til fosturs á Trappuni
í Havn. Hon vaks upp sum
fostursystir hjá Haraldi.
Vrakaraformaður
Komin
til
Havnar
fekst
Harald við handilsskap og
umboðan. Hann bygdi húsini
undir Pisuvarða, omanfyri
Sjónleikarhúsið, sum Hans
Andrias Djurhuus keypti
og búði í til sín deyðadag.
Tey verða enn kallað Hans
Andriasar hús.
Í 1912 gjørdist Harald
vrakaraformaður.
Saman
við starvsfelaganum Niels
Niclasen setti hann í bløðini
eina grein um fiskavraking.
Her vísa teir til eina nýggja
lóg frá 1. apríl 1912, sum
ásetti, at allur klippfiskur,
sum skuldi verða útfluttur
eftir 1. apríl 1913 skuldi verða
vrakaður eftir herdum regl
um viðvíkjandi góðsku og
støddir.
Teir greiddu frá, at teir
høvdu verið á eini ferð í
Íslandi fyri at kunna seg um,
hvussu íslendingar viðgjørd
fiskin. Og tá íslendingar
høvdu vunnið sær eitt gott
navn á marknaðinum, løgdu
teir dent á tey punkt, har
íslendingar vóru betri enn
føroyingar.
»Islændinge er absolut
længere fremme med Hen
syn til Behandling og Afsætn
ing end Færingerne, og den
opfattelse som mange Fær
inger har, at færøsk Fisk er
bedre end islandsk er fejl
agtig, i altfald hvad Fiskens
udseende angaar, men vor
fisk maa kunne blive en fin
ere vare ved omhyggelig Be
handling end en stor Del af
den islandske, da den af Natur
er af en finere Kvalitet.«
Síðan er ein frágreiðing
um, hvussu fiskurin skal
handfarast.
Tað kann í hvussu er
sigast, at hesar vegleiðingar
vórðu tiknar til eftirtektar,
tí seinni var eingin ivi um
dygdina á føroyska klipp
fiskinum.
Gjørdist oljukongur
Harald slepti fiskavrakingini
og gjørdist stutt eftir umboð
fyri Det Danske Petroleums
Aktieselskab DDPA.
Hetta var fyrsta oljufelag,
sum fekk sær umboðsmann í
Føroyum, og tað varð Harald.
Nær hetta er hent er eingin
sum rættiliga veit. Men tað
hevur í hvussu er verið í 1918.
Hann gjørdist tískil Føroya
fyrsti oljukongur!
Hann hevði eisini umboð
fyri eitt tryggingarfelag. Eisini
átti hann Skansapakkhúsið,
har løgmaður situr í dag.
Teir báðir Christian M
Christiansen, Ludda Christi
an, og Harald høvdu fleiri ár
heilt stóran heilsøluhandil
saman. Men Cristian var ikki
av tí berginum brotin at sláa
seg til tols við tí, ið nú var
komið áleiðis. Nei, teir fóru at
fáa sær skip. Men tað var ikki
nóg mikið. Teir skuldu eisini
fáa í lag at reka stórhvala
veiðu. Og her var tað, at teir
ovtóku seg, verður sagt í minn
ingarorðum um Christian.
Umsorgan fyri
100 árum síðani
Tá ið Harald bygdi í 1908
undir Pisuvarða fluttu pápin
og pápabeiggin Pedda niðan
hagar við honum. Hiðani var
Petur borin út, tá ið hann í
1918 doyði 78 ára gamal sama
ár sum Anna.
Dánjal, pápi Harald, doyði
82 ára gamal í 1919 uppi í
Hoydølum
hjá
Johannes
Nolsøe, skraddara, har hann
livdi sítt seinasta ár.
Harald fær heldur ikki
langa ævi. Hann doyr longu
í 1926. Hann hevur reist
konuni hendan vakra steinin,
sum sæst á myndini, og tí er
bert hennara navn á honum.
Men Harald er so grivin undir
liðini á konuni.
Børnini
hjá
teimum
báðum vóru:
Anna
Christina
(1907
1994)
Lisa f. 1909
Ása (19102005.) Giftist í
1933 við Gunnar Mikkelsen
(19051993) býráðsskrivara og
tónaskald. Tey fingu børnini
Sólvá, Torbjørn og Heðin.
Ásmund f. 1913. Giftist við
Johannu Sofíu f. Joensen.
Tey fingu børnini Harald,
Ásla og Lis.
Tórstein f. 1915. Doyði 1999
á Ellisheiminum
Anna Helena f. 1918, tók
seinni navnið á Trappuni
Keldur:
Árni Dahl og Heðin
Mikkelsen.
Rætting:
Ein myndartekstur var
skeivur í seinasta parti. Tað
var sjálvsagt Jacobine, sum
var tvíburasystir Mariu.
Harald á Trappuni fyrsti formaður í KÍ
Havnarmenn hava roynst væl í Klaksvík. Besta dømið um tað man vera Faktorin Johan Christian Djurhuus. Her
fara vit at greiða frá Haraldi Haraldsen av tí kendu ættini á Trappuni í Havn. Hann gjørdist fyrsti formaður í KÍ
Anna Haraldsen
gjørdist bert 34 ár
ANNA HARALDSEN
F. DEBESS
F. 2. FEBRUAR 1884
D. 21. NOVEMBER 1918
Her liggur eisini
Harald Haraldsen
(20.10.1881-21.6.1926)
Her er barnadópur hjá Haraldi beint eftir at konan
er deyð. Á aftara rað eru f.v. Anna, Harald og Lisa.
Í fremra rað Ásmund, Thorstein, Anna Helena og Ása
Húsini hjá Haraldi, sum hann bygdi í 1908. Húsini
gjørdust til Hans Andriasar hús, har MFÁ, meginfelagið
hjá áhugaleikarum, hevur skrivstovu
Næsti partur
Í komandi parti
verður greitt frá
Marin, dóttir Samuel
Peter Frederik
Rasmussen, sum
prestur ikki vildi loyva
at verða jarðaðan frá
kirkjuni