fríggjadagur 19. november 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161
22
Sosialurin
Høgni Hoydal
formaður í Tjóðveldi
Kjak
– Svar til fakfeløgini
á almenna arbeiðs
marknaðinum
Vit í Tjóðveldi fegnast um, at
fakfeløgini á almenn arbeiðs
marknaðinum hava tikið seg
saman í samstarv. Okkum líkar
sera væl, at fakfeløgini eru farin
virkin fram á torg við lýsingum
og átøkum, sum gera upp við
fordómar um alment sett, og
vísa á týdningin av teimum
tænastum og tí arbeiði, sum
útint verður hjá tí almenna.
Umboð
fyri
fakfeløgini
og samtakið eru eisini farin
virkin fram og mótmæla fram
ferð landsstýrisins í lønar
samráðingunum. Tað er júst
teirra rættur.
Men nú eftirlýsa fakfeløg
ini eisini støðuni hjá andstøð
uni til lønarsamráðingarnar.
Tað undrast vit stórliga á.
Eisini hava vit sæð umboð
fyri
fakfelagssamstarvið
traðka fram alment og skjóta
eftir øllum politiskum flokkum
og leggja teir undir ikki at virða
fakfelagsrættindi. Tað halda vit
vera serstakliga ósakligt.
(Í einum innleggi, ið eg havi
sett á heimasíðuna samstarv.
org – og á alnetið annars –
havi eg lagt fakfeløgini undir
partapolitiskt spunasmið í
sambandi við hetta málið.
Eg taki hesar ákærur aftur.
Tær vóru ikki undirbygdar
og sakligar, og eg biði um
umbering fyri tað).
Niðanfyri skal eg tí gera
støðuna hjá Tjóðveldi greiða
til hesi seinastu útspæl frá
umboðum fyri fakfeløgini á
almenna arbeiðsmarknaðin
um, og seta nakrar spurningar,
sum eg vóni at fáa svaraðar frá
fakfeløgunum:
1. Leggja okkum ikki
út í lønarsamráðingar
Í
fyrsta
lagi
skal
gerast
greitt, at Tjóðveldi ikki undir
nøkrum umstøðum fer at
leggja seg út í lønarsamráð
ingarnar við politiskum boð
um. Hvørki millum almennar
myndugleikar og fakfeløgini
á almenna arbeiðsmarknaði
num. Tíansheldur á privata
arbeiðsmarknaðinum.
Júst
hetta halda vit vera kjarnina
í tí frælsa samráðingarrætti
num. Og líka so lítið, sum
politiskir flokkar við politisk
um amboðum og samtyktum
skulu krevja lønarsteðg ella
verri treytir hjá fakbólkum
(sum mangir hava havt hug
og lyndi til). Líka so lítið fara
vit sum politiskur flokkur at
krevja lønir upp og betringar
gjørdur hjá fakbólkum. Tað má
og skal vera ein samráðingar
spurningur millum partarnar
við teimum amboðum, sum
skipa rættindini á arbeiðs
marknaðinum.
Vit hava tískil ilt við at
skilja, hví fakfeløgini heita á
politisku flokkarnar um at
fara upp í samráðingarnar
á henda hátt. Vit halda, at
hetta kann álvarsliga koma
vunnum
rættindum
og
støðuni hjá fakfeløgum og
samráðingarrætti aftur um
brekkur. Vit halda, at hetta
er at flyta samráðingar inn í
Løgtingið, og tað hava vit lært
royndirnar av. Er tað hetta
fakfeløgini ynskja?
Eg skal eisini sláa fast, at
um vit meta valdsmisnýtslu
fara fram hjá landsstýrisfólki
og teimum myndugleikum,
sum samráðast vegna tað
almenna, taka vit sjálvsagt
málið upp í politisku skipanini
og krevja avleiðingar.
2. Góðtaki ikki at
ábyrgdin verður
kollektiviserað
Í øðrum lagi vil eg leggja dent
á, at eg haldi tað vera ómetaliga
ósakligt og grovt av umboðum
fyri fakfeløgini at sleingja út, at
ongin flokkur virðir fakfelags
rættindini. Hetta vil eg ikki
finna meg í vegna Tjóðveldi.
Og vóni ikki, at hetta er almenn
útmelding fyri Samstarv.
Kenni tað soleiðis, at fak
felagssamstarvið á henda hátt
verður nýtt til at taka ábyrgdina
frá teimum politikarum, ið
sita við valdið og hava ábyrgd
fyri
samráðingunum
við
fakfeløgini. Vit hava verið
von við tað áður frá privata
arbeiðsmarknaðinum,
at
fakfelagsleiðarar leggja hart
eftir landsstýrinum og lands
stýrisfólkum, tá vit í Tjóðveldi
hava sitið við valdið. Og tað
er í fínasta lagi og uppá sítt
pláss, tí vit hava tá ábyrgdina
av samráðingunum og øðrum
átøkum, sum ávirka arbeiðs
marknaðin.
Men so skjótt vit koma
í andstøðu, so eru tað altíð
“allir politikararnir og allir
flokkarnir”.
Og hetta síggja vit so tíverri
afur nú. Allir politiskir flokkar
verða koyrdir í sama posa
og ábyrgdaðir fyri avgerðir
hjá einum landsstýri og hjá
landsstýrisfólkum, sum hava
tveir triðingar av tinginum
aftanfyri seg og kunnu avgera
alt einsamøll.
Hvat er endamálið við
tí at skjóta í flokk, tá ein er
ónøgdur við framferðina hjá
teimum flokkum og fólkum,
sum hava barst seg fram til at
hava valdið og avgerðirnar og
halda øðrum burtur frá tí?
Hvønn
boðskap
sendir
hetta til eitt samfelag, har vit
eru so von við at kollektivisera
ábyrgdina, so ongin stendur til
svars?
Lurtið bert eftir tosinum
millum fólk í dag: “Allir politik
ararnir eru so og so...”, verður
sagt. Gerðirnar hjá einum lands
stýri og einstøkum landsstýris
fólkum, verða lagdar út sum
ábyrgd hjá øllum. Og harvið
verður álitið máað burtur á alla
ta fólkaræðisligu skipanina.
Er tað hendan boðskap,
fakfelagssamtakið vil senda
Føroya fólki?
Og hava fakfeløgini hugsað
um, at júst hetta við at skjóta
í flokk og geva øllum skyldina
fyri viðurskifti, ein er ónøgdur
við, er kanska tað sum júst
alment sett stríðast við?
At søgur ganga um onkr
an, sum hevur fingið vánaliga
viðferð hjá einum almennum
myndugleika, og so siga fólk:
Øll alment sett eru so og so...?
Ella onkur hevur havt vána
liga undirvísing, og so eru allir
lærarar knappliga dovnir?
Tá ið skotið verður í flokk,
rakar ein jú sjáldan tann, ið
eigur at rakast. Hinvegin sleppa
tey, ið eiga at taka ábyrgdina, at
leggja hana frá sær.
Vóni, at onkur vil svara
mær hesum – og vil annars
ynskja fakfelagssamtakinum
góða eydnu í týdningarmikla
starvinum.
At enda vóni eg, at at fak
feløgini vilja finnast at poli
tikkinum hjá Tjóðveldinum og
teimum uppskotum, hugsjón
um og samtyktum vit leggja
fram og hava ábyrgd av.
Tí júst tí hava vit sanniliga
brúk fyri og skulu ábyrgdast
fyri.
At skjóta í flokk sleppur teimum seku undan
Planbúskapur
Rúsdrekkasøla
landsins,
hvørs endamál er at tálma
nýtsluni, er í einari tvístøðu:
hon skal vera tálmandi,
samstundis sum løgtingið
ásetur eina lóg um, at avlopið
skal vera slakar seytjan milli
ónir krónur. Tvíbýtti hugs
anhátturin minnir ikki sørt
um Russland undir ídnaðar
kollveltingini, tá ið Joseph
Stalin gav vinnunum fimm
áraætlanir. Landið skuldi
framleiða x tons av koli kom
andi fimm árini. Hugburðurin
virkaði ikki í Russlandi, og
sami
politikkurin
virkar
heldur ikki í Føroyum. Sum
eitt liberalt ungmannafelag
kann
HUXA
ikki
taka
undir við ætlanunum um
planbúskap. Vit eru av tí
áskoðan, at rúsdrekkasølan
landsins missir einkarættin
og verður harvið privatiserað.
Sambært fíggjarlógini fyri
2011(§
6
Vinnumál,
síða
141) eru útreiðslurnar hjá
rúsdrekkasølu
landsins
105.152 milliónir kr. Av hesum
eru 89.615 millíonir kr. í keypi
av vørum og tænastum, tvs.
at
skattaborgarin
rindar
gott og væl 15.5 milliónir
kr. (lønir, keyp av útbúna,
leigu, viðlíkahald o.s.f.v) fyri
rúsdrekkasøluna.
Liberalisma
Sjónarmiðið hjá HUXA er
greitt: borgarin skal fáa so
nógv fyri skattapengarnar
sum møguligt. Vit meta
tískil, at privatavinnan hevur
eina effektivari umsiting,
tí
fyritøkurnar
noyðast
ikki gjalda fleiri milliónir
krónur í eykalønum, leigu
og viðlíkahaldi. Vit eru tó
tilvitað um vandan við rús
drekkasølu, og tískil skal
stórur dentur vera lagdur á
fyribyrging. Sambært fíggjar
lógini fyri 2011 (§ 6. Heilsu
málaráðið, síðu 262), eru eingir
pengar settir av til "Tiltøk
móti rúsdrekkamisnýtslu".
HUXA skjýtur tískil upp, at
ein partur av teimum 15.5
milliónunum, sum landið
sparir við at privatisera rús
drekkasølu landsins, fer til
fyribyrging.
Ein vælkunnaður ungdóm
ur er ein øðrvísi tálmingar
háttur.
Privatiserið rúsuna
Nevndin í HUXA
HUXA tekur ikki undir við fráboðanini hjá fleiri politikarum um, at løgtingið skal
avgera, um rúsdrekkasøla landsins kann vera í Miðlon ella SMS. Privatiserið stovnin,
so sleppur marknaðurin at avgera, hvar rúsdrekkasøla skal vera