Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. november 2010 · Nr. 161 36 Sosialurin Heðin Mortensen borgarstjóri Kjak Eg ætli mær ikki út í ein longri orðadrátt við Jógvan Arge um hetta mál, men kenni meg noyddan at tala til. Haldi at mín góði samgongufelagi her sær trøll á alljósum degi. Mær vitandi hava vit ikki mist parkeringspláss í gongugøtuni. Í Vágsbotni eru nøkur pláss stongd í summarmánaðunum til stóra gleði fyri øll tey mongu, sum njóta nakrar tímar í hugnaliga umhvørvinum har er vorðið. Við ráðhúsið er onki broytt, men ætlanir eru um at gera eitt vakurt og flisalagt torg, tó uttan at taka parkeringsplássini burtur. Við Perluna eru fýra parkeringspláss stongd, m.a. til ymsar framførslur, júst fyri at skapa lív og ørvísi innihald í økinum. Og tey 8 parkeringsplássini millum Hotel Tórshavn og posthústrappuna hvørva ikki fyrrenn um eini tvey ár, og tá hava vit ætlandi langtsíðan funnið aðrar góðar loysnir. Býráðssamgongan hevur leingi arbeitt við ymiskum ætlanum fyri miðbýin, og ein heildarætlan fyri parkering er partur av hesum arbeiði. Eitt drúgt álit er gjørt fyrr í ár um parkeringsviðurskiftini í býnum. Málið verður lagt fyri býráðið til viðgerðar um árskiftið. Hesum vita allir býráðslimir av. Vit hava fleiri stór parker­ ingsøki í miðbýnum, t.d. Skálatrøð, Glaðsheygg og grøna parkeringsplássið. Stóri trupulleikin er, at fólk, sum hava sítt dagliga arbeiði í miðbýnum fylla hesi parkeringsøkini frá tíð­ liga á morgni til arbeiðslok. Hetta mugu vit sum frálíður broyta, soleiðis at lang­ tíðarparkeringin í arbeiðs­ tíð verður uttan fyri sjálvan miðbýin. Hetta at venja fólk við at parkera uttan fyri miðbýin gerandisdagar er eisini partur av eini langtíðarætlan hjá býráðssamgonguni, nú vit gera nýggjan sáttmála um bussleið. Tað at ókeypis er at koyra við bussunum, eigur at hava við sær, at lag á manni er at parkera uttan fyri miðbýin, tá smærri bussar fara at koyra fleiri ferðir um tíman millum parkeringsøkini og miðbýin. Eisini hesum vita allir býráðslimir av. Ongin trupulleiki verður tí heldur hjá Jógvani Arge at stuttíðarparkera í miðbýnum, tá hann kemur inn at njóta tey mongu tilboðini. Ætlar hann sær hinvegin til arbeiðis fullan dag í miðbýnum, so fer hann helst at parkera bilin onkunstaðni í eysturbýnum, í Gundadali ella lata hann standa heima og taka ein púra ókeypis buss inn í býin. Um hvørvandi parkeringsøki í einum livandi miðbýi Jógvan Arge hevur í fjølmiðlunum atfinningarsama skriving um, at vit hava mist ella missa fleiri parkeringspláss í Gongugøtuni, í Vágsbotni, í Gamla kommunuskúlagarðinum og við Perluna. Hann heldur, at nú øll hesi parkeringsøkini hvørva, fer ætlanin um ein livandi miðbý fyri bakka Flestøll minnast, tá ið Fossa­ dun spyr heimasandsmannin, um hann kanska eigur fjósið, sum vegurin skal ganga ígjøgnum. Tá svarar Her­ mann ið spældi heimasands­ mannin við minniligu orðu­ num: “Neeeei, er tað virkuliga gingið upp fyri tygum?” Sama spurning kunnu vit seta Jóannesi Eidesgaard, tá ið hann nú ávarar ímóti Fólkaflokkinum, heldur seg hoyra heima í vinstrastjórn, viðmælir reformum og heldur blokkpolitikk vera so skilagóðan. Nei, er tað virku­ liga gingið upp fyri tygum? Hann ávarar ímóti Fólka­ flokkinum í formansrøðuni; men javnaðurin hevur síðani 1974 sitið helvtina av tíðini í samgongu við júst Fólka­ flokkin – og ger tað enn. Hann vil hava vinstra­ politikk; men situr í stjórn við høgraflokkum, ja vildi heldur lata løgmansembætið frá tær enn at halda fram í vinstrastjórn. Hann sigur, at bygnaðar­ ligar broytingar ella reformar eru neyðugir; men hevur sitið við landsins leiðslu tey allar feitatu árini nakrantíð uttan at fremja nakað annað enn oyðsl og vanstýring. Hann hava blokkpolitikk; men hevði onki himpr við at siga upp bæði CHE og samstarvsavtaluna við Sjálvstýri og at velja ABC framum, tí tað gav fleiri sessir og minni politikk. Vit kundu hildið fram við landsfundarsamtyktini, sum leggur dent á tann øvugta politikkin av tí, sum Javnaðarflokkurin í roynd og veru ger. Allar millión­ irnar ið fingust fyri Sosialin eru sanniliga væl útgivnar. Javnaðarflokkurin í sam­ gongu skipar ta føroysku axis­of­evil við Fólkaflokkin; Javnaðarflokkurin á lands­ fundi bjóðar øllum at njóta eftir tørvi og arbeiða eftir evni og aldri. Men lat okkum nú heldur taka upp evnið blokkpolitikk. Skipaðar semjur Munurin á føroyskum og skandinaviskum politikki er ikki fyrst og fremst fastir blokkar. Fremsti munurin er heldur skipaðar semjur. Í Noregi ber til at gera veðurlagssemju (klimaforlik) við greiðum ásetingum um avgjaldsskipanir, lóggávu og raðfestingar næstu tíggju árini; flestu flokkar eru við, og semjan virkar óansæð, hvør blokkur vinnur. Í Danmark samráðast fleiri av andstøðuflokkunum júst nú um at raðfesta restina av globaliseringspuljuni. Í Finlandi vita tey, hvørja fígging hægru skúlarnir fáa næstu tíggju árini. Í teimum londunum verða slík 'forlík' vird, hóast sam­ gongurnar skifta. Havi fyrr skotið upp at nevna hetta sersamgongur. Hini norðanlondini klára seg so væl, tí tey hava dugað at virða, at summi mál eru avkláraði og ikki upp til víðari viðgerð. Tann kendi radikali politikarin Edvard Brandes segði tey kendu orðini: ”lov er og lov skal holdes” um júst hetta fyribrygdið, at samtyktar verklagslógir mugu haldast og tey samtyktu projektini fremjast. Hetta stendur í skerandi kontrast til t.d. samtyktina um at byggja miðnámsskúla í Vági, har meirilutin á tingi, harav summir ið samtyktu upprunaverkætlanina, valdi at flyta skúlan eftir bæði útgrevstur og planering. Ella til lógina um Sandoyartunnil, sum ABC við Eidesgaard á odda samtykti, og eftir at hava funnið saman aftur, valdi at taka av aftur og ikki at raðfesta. Blokkar nytta onki uttan trúvirði og heldur ikki, um teir forða breiðum semjum. Men ongin blokkur kemur, tí Eidesgaard sigur ikki ABC upp, fer ikki úr sessinum og vísir ikki á nakað annað løgmansevni. Hann hevur longu sagt sítt eyðkenda ‘men hinvegnar aftur’ og fer við tí ið bjóðar flestar sessir eftir næsta val. Tá fer viðmerkjari at siga: ‘hann meinar hann onki við tað!’ Svarið má tíverri verða: ‘Nei, er tað virkuliga gingið upp fyri tygum?’ Nei, er tað virkuliga gingið upp fyri tygum? Kári á Rógvi løgtingsmaður, formaður Sjálvstýrisfloksins Eidesgaard hevur aftur sett føroyskt met í 100-metra fokusflutningi. Sigur nei til lønir, men hevur ráð at spæla Matador. Sigur seg vilja reyðan blokk, men situr í ABC