fríggjadagur 19. november 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
9
VIKUSKIFTI
Hevur tú altíð vilja starvast innan ferðavinnu?
Nei, tað havi eg ikki. Tað var eitt sindur av tilvild. Eg
fekk avloysara starv á Smyril Line, tá ið eg var liðugur í
Hoydølum í 1997. So endaði eg í Løgtinginum í 1998,
men arbeiddi sum summarferiuavloysari hjá Smyril
Line tá ið Løgtingið fór í summarfrí. Tá ið eg so í 2001
flutti til Árhus at lesa, slapp eg at halda fram sum
summarferiuavloysari á Smyril Line. Vit fluttu so heim
eftir loknan lesnað í 2006 og fekk eg boðið starv á Smyril
Line og havi síðan havt fast starv innan ferðavinnuna.
Nú sum sølu- og marknaðarleiðari á Atlantic Airways.
Hvat er tað besta við starvinum?
Eg havi frá fyrsta degi verið sera væl mótikin av fólkunum á
Atlantic Airways – tað ger tað hugaligt at koma til arbeiðs.
Tað besta við at arbeiða innan hesa vinnuna er, at arbeiðið
er sera fjølbroytt og avbjóðandi. Harumframt kemur man
í samband við nógv fólk – bæði føroyingar og útlendingar.
Ferðavinnan og serliga flogvinnan er sera dynamisk, og
tað er við til at breiðka horisontin – so at man ikki fellur í
vanahugsan – og fangar seg í at skvatla í lokala dunnuhylinum.
Hvat er tað ringasta við starvinum?
Tað eru ikki so nógv ringt við einum starvi, sum man
trívist við. Ferðing er ein neyðugur partur av starvinum
og tann partin má man dáma so ella so; men tað er
til tíðir keðiligt at vera nógv burtur frá familjuni.
Er tað strævið at pendla aftur og fram
millum Havnina og flogvøllin?
Nei, tað er ikki strævið sum so – nú búgvi eg so norðaliga
í Havn (Hoyvík), at tað tekur mær bert umleið 30 minuttir
til arbeiðis, og har er ongin ferðsla á vegnum. Men tá
ið hávetur er, er tað ikki altíð líka stuttligt at koyra.
Hvør er munurin at arbeiða á
Atlantsflog og Smyril Line?
Stórur munur er á at arbeiða á einum arbeiðs plássi, sum hevur
eitt stórt skip, ið siglur fasta rutu ímillum lond. Har kann
man siga at tingini eru relativt stabil. Men tað krevur nógv
at fáa eitt so stórt skip til at ganga uppí eina hægri eind, og
avbjóðingarnar, at fylla skipið eru stórar. Eg vil siga, at flogvinnan
er annarleiðis dynamisk. Flogfør og flogvinnan broytist frá
degi til dags – og munurin á, at tað er eitt skip í fastari rutu og
flogfør, sum hava ymsar ferðaætlir og fleiri beinleiðis markn-
aðir,og koma og fara fleiri ferðir um dagin. Bókingarskipanir og
sambond skifta sera ofta. Eitt sum tó er tað sama er, at flest
allir føroyingar hava eina meining um Smyril Line og Atlantic
Airways – so tað hoyrir man nógv fyri, bæði positivt og negativt.
Hvat ger tú, tá tú skal slappa av?
Eftir ein langan arbeiðsdag fer tíðin sum oftast við
náttverðanum og eitt sindur av tíð við børnunum. So er
sjónvarp og teldan á skránni. Tað er sum so avslappandi. Eisini
sparki eg innandura og renni fyri at kobla av – um man kann
siga at tað er at slappa av. Harumframt dámar mær væl at
hyggja at fótbólti og hondbólti – bæði í sjónvarpi og live.
Hvat er títt yndis ferðamál?
Nú meðan børnini eru smá er tað helst Lalandia ella Danland.
Vit vóru ein sera góðan túr á Malta saman við einum vinarpari
í summar. Tað var frálíkt. Annars vænti og vóni eg at sleppa
nakrar stórbýarferiur saman við konuni komandi árini til
eitt nú Milano, Paris ella ein eystureuropeiskan stórbý.
Ferðast tú í egnum landi?
Eg royni. Vit hava seinastu árini verið túrar við Gjógv, á
Tvøroyri og aðrastaðni sum familja. Vinirnir plaga at vera
ein túr um árið. Vit hava millum annað verið í Saksun,
Mikladali og Húsavík. Serliga Húsavík er fantastiskt.
Hvat er títt frítíðar ítriv?
Nú er tað innan dura-
fótbóltur og renning,
fyrr var tað serliga hond-
bóltur. Eg havi tó ikki
spælt hond bólt, síðan
eg flutti til Danmarkar
í 2001. Eg sakni hond-
bólt in av og á.
Um tú fekst eitt ynski uppfylt til frama fyri
føroyska ferðavinnu, hvat skuldi tað so verið?
Í stuttum: At tað gekk upp fyri almennu myndugleikunum
at methøg avgjøld á ferðir og ferðavinnuvirksemi forða
ferðavinnuni í at vaksa og geva meira avkast av sær.
Sær tú teg sjálvan í vinnuni um 20 ár?
Tað veit eg ikki. Um 20 ár eri eg 53 ár. Eg trívist væl við
at arbeiða innan ferðavinnu, men fyri at vera heilt erligur,
so vænti eg ikki, at eg arbeiði innan ferðavinnu um 20
ár. Geri eg tað, so má tað verða tí, at eg tá trívist líka væl
innan yrkið, sum eg geri nú. Eitt vóni eg at sleppa, áðrenn
eg verið alt ov gamal, og tað er at undirvísa. Men um
eg geri tað um 20 ár, veit eg ikki – kanska um 25 ár.
Tú hevði eina lovandi framtíð í politikki, hví gavst tú?
Eg havi altíð viljað havt eina langa útbúgving og havi altíð
viljað búð uttanlands eina tíð. Eg var bangin fyri, at fór eg
ikki avstað, so hevði eg verið hangandi í politikki. Eg var
eisini sera bangin fyri ikki at vera. Eg vildi ikki enda sum
livibreyðs politikkari. Fyri at vera heilt erligur, so haldi eg, at
allir føroyskir politikarir høvdu havt gott av at sloppið sær úr
Løgtinginum eina løtu og merkt, hvussu samfelagið hongur
saman. Vit hava í Føroyum í dag ov nógvar politikarar, sum
hava sitið í Løgtinginum alt ov leingi. Summir í 12 ár, ella
meira. Tá høvdu teir havt gott av at komi út í samfelagið og
arbeitt vanligt arbeiði, men tað vilja nógvir føroyskir politikarir
ikki – í Føroyum halda teir fast so leingi, sum teir kunnu.
Síggja vit teg í politikki aftur um nøkur ár?
Kanska, men eg havi ongar ætlanir um
slíkt komandi mongu árini.
jákup sverri kass
Rýmdi frá politikki
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Hann var ein av yngSTU politikarunum nAkrAnTíð á tingi, og
politiska LívS LEið in TókTiST ljós – eisini við einum EFTirnAvni,
ið forpliktar. men HAnn end aði í FErðA vinn Uni, Har Hann
ikki bara HEvUr sítt dagliga STArv, men eisini nýtir part
av FríTíðini Hjá Sær sum formaður í FErðAvinnUFELAgnUm