Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 161 · 19. november 2010 10 VIKUSKIFTI bakgrund Uni Arge ua@sosialurin.fo Mitt í einum bankaskrædli, sum skakaði tey flestu, og sum mundi øsa mong ikki sørt, legði løgtingsins umboðsmaður 2. november í ár eina frágreiðing á 106 síður á borðið hjá løgtingsformanninum og løgmanni. Brátt hvarv øll indignatión um Eik Banka eitt bil, og miðlarnir fóru at skriva um eina skitna umsiting, korruptión, ógegni, lógloysi og hóttanir. Alt, sum vit vanliga ikki vilja seta almenna umsiting í samband við, var stúvað saman í somu frágreiðing, og sjálvt harðførir sakførarar vóru skelkaðir, ja, onkur teirra nærum deprimeraður um lesnaðin. Nógv umrødda frágreiðingin hjá umboðsmanninum snýr seg í stuttum um ein føroyskan grannskoðara, sum fær ríkisgóðkenning úr Noregi, og sum á hesum grundarlag fær løg gild­ ing í Føroyum, hóast hann ikki hevur staðið eina serliga próvtøku, sum grannskoðaralógin krevur. Henda løggilding var skeiv, staðfestir um boðs­ maðurin, og hon kundi ikki á nakran hátt hava við sær, at sjey aðrir grann­ skoðarar kundu fáa løggilding uttan lógarkravdu próvtøkuna. Kortini fingu teir sjey saman við advokati sínum og hollari hjálp úr Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum Skráseting Føroya at útskriva løggildingarnar. Frágreiðingin hjá umboðsmanninum avdúkar umfatandi maktarrogansu í umsitingini. Minst ein lands­ stýris maður var uppi í málinum og legði beinleiðis trýst á fyrisitingar­ myndugleikan, Skráseting Føroya, at útskriva løggildingarnar, tí val var í hondum. Vinnumálaráðið, ið var ógegnugt, var fullvirkið í máli n um við bæði fundarvirksemi, telefon upp­ ringingum og skrivum. Aðalstjórin í Innlendismálaráðnum var ógegnigur at viðgera seinnu kæruna frá grann­ skoðarunum, tí hann hevði tikið støðu í málinum fyrru ferð, men viðgjørdi kæruna kortini. Advokaturin hjá grannskoðarunum, ið vildu hava løggildingarnar, legði stórt og áhaldandi trýst á aðalráðini og Skráseting Føroya um at fáa løg­ gildingarnar. Í einum skrivi kravdi hann at fáa høvdið av stjóranum á Skráseting Føroya, tí stjórin skuldi hava misnýtt sítt embæti. Kravið fór sum ein kæra til Innlendismálaráðið, ið onki gjørdi við kæruna, men læt stjóran á Skráseting Føroya sita einsamallan undir ómenniskjaligum trýsti við síni egnu sannføring, ið Innlendismálaráðið haraftrat bað hann broyta ímóti van­ ligari siðvenju. Tá stjórin á Skráseting Føroya at enda boygnaði, m.a. tí landsstýrismaðurin við vinnumálum sambært telefonnotati ringdi beinleiðis til hansara og segði, at tað snúði seg ikki um at fáa rætt, men um at avgreiða málið, fingu grannskoðararnir sínar løggildingar. Men tann treiski stjórin á Skráseting Før oya skrivaði eina seinastu viðmerk ing í løggildingarnar, sum skuldi vísa, at hann var ímóti at lata grannskoðarunum tær. Hann skrivaði, at tær vóru latnar sambært avgerð hjá Innlendismálaráðnum. Henda viðmerking hevur eftir øllum at døma verið ein kleppur um beinini á góðkendu grannskoðarunum, tí síðan hevur Vinnumálaráðið sambært útvarpinum virkað fyri at fáa strikað viðmerkingina um Innlendismálráðið í løggildingunum. Vinnumálaráðið helt ikki hesa orðing vera rætta, tí vísast skuldi heldur til sjálva grann­ skoðara lógina, segði aðalstjórin í Vinnu málaráðnum við útvarpið fyrr í vikuni, hóast løggildingarnar sambært umboðs manninum vóru latnar uttan um júst grannskoðaralógina. Trýst gav sømdir So nógv ivasom viðurskifti verða nevnd í frágreiðingini hjá umboðsmanninum, at bíðað varð við spenningi eftir, hvat løgmaður fór at siga um málið í farnu viku. Manna millum varð messað, at hann fór onki at siga, tí í Føroyum fær onki nakrantíð avleiðingar. Men so kom løgmaður í tingið og bað um orðið. Kannast skuldi, um løggildingarnar skuldu takast aftur. Hann vildi hava løgtingið at taka málið upp, so endaligur dómur kundi staðfesta, um landsstýrismenninir í málinum fóru óregluliga fram. Og hann er farin at kanna, um tænastumannasak skal reisast ímóti aðalstjórunum. HóttAnir, vAldsmisnýtslA og løggildingar uttan lógArHeimild. Frágreiðingin hjá løgtingsins UmboðsmAnni um løggildu grAnnskoðArArnAr er ikki tespiligur lesnAðUr, og eFtir at løgmAðUr bað løgtingið kAnnA málið til botns, eru uppskot løgd Fyri tingið um at fyrireikA rættarlig ábyrgdArmál ímóti tveimum landsstýrismonnum. JóAnes n. dAlsgAArd, stjórnmálaFrøðingur, HeldUr, at um málið ikki Fær avleiðingar, missA Fólk alt álit á politiskU skipanina Álitið má endurvinnast við avleiðingum Tað er týðiligt í frágreiðingini, at advokaturin hjá umsøkjarunum stýrir málinum. Hóast hansara argumentatión í nógvum førum kann tykjast bæði mangulfull og manipulerandi, so eydnast honum at sannføra fyrisitingina um at ganga honum á møti