fríggjadagur 19. november 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
11
VIKUSKIFTI
At løgmaður segði alt hetta, og
at tingið nú fyrireikar eitt rættar
ligt ábyrgdarmál ímóti lands stýris
monnunum, er sera týdningarmikið,
heldur stjórnmálafrøðingurin, Jóanes N.
Dalsgaard, ið hevur lisið frágreiðingina
hjá løgtingsins umboðsmanni. Hann
heldur frágreiðingina vera sera
álvarsliga, tí hon gevur týðiligar ábend
ingar um, at tað við trýsti hevur eydnast
einstaklingum at uppnáa sømdir frá tí
almenna, sum rættarligt grundarlag
ikki var fyri.
– Tað er týðiligt í frágreiðingini, at
advokaturin hjá umsøkjarunum stýrir
málinum. Hóast hansara argumentatión
í nógvum førum kann tykjast bæði
mangulfull og manipulerandi, so
eydnast honum at sannføra fyrisitingina
um at ganga honum á møti. M.a. fær
hann Innlendismálaráðið at gera
eina kúvending í málinum, sum um
boðsmaðurin diplomatiskt kallar
óskiljandi. Hetta bendir á, at fyrisitingin
er ov veik, og at hon ov lættliga letur
seg ávirka, sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Spurdur, um frágreiðingin avdúkar,
at Føroyar hava eina almenna umsiting,
har hóttanir og trýst eru gerandiskostur,
svarar hann, at tey, sum kenna til
almenna fyrisiting í Føroyum, vita, at
samfelagið er lítið, og at egináhugamálini
eru øgiliga tætt upp at tilgongdunum í
fyrisitingarmálum. Føroyskir fyrisitarar
mugu vera sera støðugir at standa ímóti
egináhugamálum, um teir skulu halda
armslongdarprinsippið í hevd mótvegis
øllum, ið royna at ávirka málini til
egnan fyrimun, heldur hann.
– Vit síggja javnan, at fyrisitingarmál
koma so langt sum í sjálvt tingið, og
hetta ger ikki arbeiðið hjá fyrisitingini
lættari. Vanliga megnar fyrisitingin
at varðveita í minsta lagi eitt toluligt
støði av sakligheit í sínum arbeiði,
men í grannskoðarafrágreiðingini hjá
løgtingsins umboðsmanni síggja vit eitt
dømi, har sakligheitin fyri tað mesta
tykist vera farin fullkomiliga fyri borð,
sigur Jóanes N. Dalsgaard.
Missir legitimitet
Løgmaður nevndi í tinginum, tá hann
bar fram síni sjónarmið um frágreið
ingina, at almenningurin er troyttur
av, at onki í Føroyum fær avleiðingar.
Hesum tekur Jóanes N. Dalsgaard
undir við. Talan er um ein troyttleika,
ið fyrst og fremst kemur til sjóndar sum
líkasæla og djúpt misálit á politisku
skipanina, heldur hann. Hetta skaðar
fólkastýrið illa, tí fólk tíma ikki at
taka lut í politiska orðaskiftinum ella
politikki yvirhøvur. Tey kenna seg bara
svikin.
– Fólk flest eru von við, at tá tú
stígur við síðuna av, fær tað avleiðingar.
Um vit gloyma okkurt smávegis í sjálv
upp gávuni, kemur TAKS eftir okk um,
og parkera vit ólógliga, fáa vit bót.
Tá eyðsýndar politiskar gølur so taka
seg upp, og fólk uppliva, at politikarar
og fyrisiting renna undan ábyrgd,
missa fólk virðingina fyri myndug
leikunum, og myndug leikarnir missa
sín legetimitet, sigur Jóanes N. Dals
gaard.
Hetta heldur hann vera sera álvar
samt, tí ein skipan við høgum legitimi
teti er nógv einfaldari og bíligari at reka
enn ein skipan við lágum legitimiteti.
– Tá fólk hava álit á skipanini, eru tey
sinnað at fylgja reglum og ásetingum
hjá myndugleikunum, og neyðugt er
tí ikki við so nógvum eftirliti. Øðrvísi
er, um skipanin hevur lágan legitimitet.
Tá hava fólk hug at gera, sum teimum
lystir, og skipanin má brúka nógva
orku upp á eftirlit og stýring. Vert er at
hava í huga, at líkamikið um skipanin
er legitim og effektiv ella illegitim og
ineffektiv, so skulu vit øll gjalda fyri
hana, vísir hann á.
Spurningurin er so, hvørja ávirkan
málið um løggildu grannskoðararnar
hevur á álitið á politisku skipanina og
umsitingina. Jóanes N. Dalsgaard ivast
ikki:
– Um borgararnir nú uppliva,
at hetta málið, sum snýr seg um, at
okk urt er spinnandi galið í skipanini,
heldur ikki fær avleiðingar, so ivist eg
í, hvussu nógvur legitimitetur verður
eftir í politisku skipanini. Fánar hetta
málið bara burtur, og ongin verður
drigin til svars, fær tað sera negativa
ávirkan á álitið á politisku skipanina.
Verður hetta málið hinvegin gjøllað
kannað og fær avleiðingar, vænti eg,
at tað kann styrkja álitið á politisku
skipanina. Ikki minst vænti eg, at
avleiðingar í málinum kunnu vera við
til at búna skipanina.
Um borgararnir nú uppliva, at hetta málið,
sum snýr seg um, at okk urt er spinnandi galið í
skipanini, heldur ikki fær avleiðingar, so ivist eg í, hvussu
nógvur legitimitetur verður eftir í politisku skipanini
Jóanes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur: – Fánar hetta málið bara burtur, og ongin verður drigin til svars, fær tað sera negativa ávirkan á álitið á politisku skipanina