Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 161 · 19. november 2010 15 VIKUSKIFTI SoSIalurIn hevur hITT TeIr báðar FólKaTIngSlImIrnar Høgna Hoydal og Edmund JoEnsEn á ChrISTIanSborg TIl KjaK um loySIng og Samband í ljóSInum av FíggjarKreppunI. edmund joensen: Jólini nærkast í Føroyum, syngja tey, sum duga, tíma og orka tað. Á lýsingasíðunum eru jólini langt síðani komin. Har nærkast tey í september. Og í glitrandi mánadagspostkassabløðum, sum nú eru á føroyskum. Tað var eitt politiskt krav, at lýs ing ar í Føroyum eiga at vera á før­ oysk um. Føroyski brúkarin skal lokkast á føroyskum til at keypa allan møgu ligan lort. Politikkur er aloftast løgin og ongantíð logiskur. Tað er til dømis ikki eitt politiskt krav, at før oyingar læra at skriva før oyskt í føroyskum skúlum. Men hatta kravið um lýsingar á føroyskum er ein tvíeggjaður pappírsknívur. Nakrir handlir hava lýsingar­ nar á góðum føroyskum. Viðhvørt hava nýggj orð frumframførslu í lýsingarbløðum. Orð, sum vit annars hvørki síggja ella hoyra. Aðrir handlar royna, men duga ikki. Og so eru teir, sum ikki duga og harafturat skíta á tað. Rættlestur kostar eisini og tekur ov langa tíð. Har er meira tapt enn vunnið. Lýsingarbløð á ússaligum før­ oyskum eru verri enn lýsingar­ bløð á donskum. Ikki minst, um børnini eru fyrst í postkassanum mánakvøld. Krav um mál kann lættliga enda við einum sjálvmáli. Tað er ikki lætt, hatta við málin um. Mítt ættarlið í Havn lærdi seg stavraðið í Havnar Bio við barnabillett í aðrari hondini og ongum í hinari. Stavraðið í biografinum var aftur til O. O var fremsta raðið í biostavraðnum. A var aftast. Eitt sindur ørkymlandi sjálvandi, men øll vistu, eisini tá, at A var fyrst. ABC, so frægt dugdu vit. Eg sigi fyri meg, at eg dugi framvegis illa stavraðið aftan fyri O. Noyðist hvørja ferð at hyggja í eina orðabók ella eina telefonbók fyri at kekka, um v er framman fyri u, ella u kemur fyrr. Og hvar eru plássini hjá á, ð, í í stavraðnum? Hesir bastardar vóru ikki til í skýmingini í Havnar Bio. Nú eri eg langt síðani givin at ganga í Havnar Bio. Jólini nærkast í Føroyum. Besti jólaboðin eru bøkurnar. Nú kemur ein bók um dagin, onkrar dagar tvær. Føroyskt er ikki verri enn so, at nógvir føroyingar skriva bøkur á føroyskum og vóna at sleppa á topp tíggju listan, ikki fyri dygd men sølu. Ein rithøvundur segði í Út­ varpinum herfyri, at í øðrum londum koma bøkur ikki út, sum ikki eru rættlisnar. Skeivar bendingar og annað máljuks verða ikki prentað. So smálig eru vit ikki í Før­ oy um. Vit skriva, rættlesa aðru hvørja síðu og geva so út. Skaldskapur er tó ikki só nógvur. So yrkisbøkurnar detta hvør um aðra og troðka aðrar út av tromini á bókahilluni. Einasti føroyingur, sum ikki var skipari undir krígnum, og bók, ella bøkur, kortini eru skriv aðar um, var nasistur – undir krígnum. Deyðin er altíð populerur, nummar tvey eftir sjúkum, deyði­ ligum sjúkum. Nú ber eisini til at tjena pengar við at geva út minningarorð, uttan at spyrja tey deyðu, og, sum skilst, heldur ikki tey, sum skrivaðu um tey deyðu. Eg gleði meg til at sleppa í hesa bókarøðina. Men so noyðist eg fyrst at skriva míni egnu minningarorð og geva loyvi til at endurprenta tey, rættlisin. Bókin um Landssjúkrahúsið er ein funnin fressur beint við markið hjá Argjum. Sjúkur og sjúk fólk eiga forsíðurnar. Einki hevur størri áhuga hjá føroyingum enn sjúkur. Jólini nærkast í Føroyum. Nú eru bara tríatifýra dagar eftir. Og eitt afturat: Hví siga tey, sum siga tríatifýra, tjúgutvey, sekstifimm, áttatisjey og níti níggju ikki eisini tíggjufýra, tíggju­ tvey og tíggjufimm, tíggju sjey og tíggjuníggju? Tíggju áringar, ikki tannáringar? Logikkur var ei okkum givin, heldur ikki í jólagávu. UmaftUrafturum høgni djurhuus Tað var altso Skotland! Eini 7000 áskoðarar verða til dystin millum Føroyar og Aberdeen í kvøld. Tíðindini í Útvarpinum Roynið píkaskógvar Hálkan kom óvart á seks portal.fo Ja, allastaðni bora teir eftir olju! Greenpeace í Hægstarætt at steðga boring Sosialurin Aftur til hestavognar? Flogvinnan hevur toppað Dimma Fær hann so spælt við ? Atli Gregersen, sum spælir í Skotlandi, skal av álvara til próvtøku, tá landsliðið fer á vøllin í móti júst Skotlandi í Aberdeen í annaðkvøld. Sosialurin Dómarin í fongsul Rætturin tók fýra dagar av revsingini Kringvarp.fo Rudda forsíðuna! Havstovan lýsir fiskiveiðimøguleikar í Eysturtimor Sosialurin Finnast ósekir politikarar? At skjóta í flokk sleppur teimum seku undan Høgni Hoydal í lesarabrævi Frægari enn nógv av smáfiski Smáligt av fiski komið upp á land Portal.fo ranga í strúpan tíggjuníggju bøkur Tá alt bar til nú fær mann í lýsingum nóg illa sagt, at okkurt er betri ella bíligari enn annað, tí so er Brúkaraumboðið á nakkanum á tær í stundini. Men tað vóru tíðir, tá ið nógv – næstan alt – læ≠t seg gera. Vit hava funnið nakrar gamlar, amerikanskar lýsingar fyri eitt nú tubbaksvørur og sodavatn, har tosað verður um stórar fyrimunir.