fríggjadagur 19. november 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
16
VIKUSKIFTI
ferðafrásøgn
Sarah Zachariassen og
Bergur Thorsteinsson
Vit vóru í Nakuru í Kenya í summar hjá
foreldurunum hjá Sarah, Stella og Petur
Zachariassen, ið virka sum trúðboðarar
í Kenya saman við yngstu dóttur teirra,
Kezia.
Stella og Petur fluttu til Kenya í
august 2009, eftir at tey sóu hvussu
stór neyðin var her eftir valið í 2007,
tá ið ófriðurin fór fram. Tey virka ikki
innan fyri nakra organisation, men sum
sjálvstøðug. Vit bæði fóru so til Kenya í
juni, og vórðu har í tveir mánaðir.
Stella og Petur greiða frá at tey hava
ymisk projekt koyrandi, so sum at geva
gøtu dreingjunum mat hvønn mikudag,
og hvønn sunnudag eru tey í eini bygd,
sum eitur Piavi, har tað er sera fátækt og
liggur uttan el og vatn. Har eru sera vána
ligir vegir at koma aftur og fram eftir.
Neyðin er stór her í Kenya, tí pengar
eru ikki lættir at fáa fatur á. Ein kann
so spyrja, hví man vil ofra so nógv fyri
at fara til Kenya, hvar tey onki hava.
Svarið er einfalt: fyri at boða evangeliið
til fólk, sum liva har eingin vón er fyri
framman, siga tey.
At geva gøtudreingjunum mat er ikki
eitt lætt arbeiði. Teir sniffa lím og kunnu
verða vandamiklir, tá ið teir eru skeivir
av hesum. Hóast tað er eitt vandamikið
arbeiði, hava Stella og Petur ikki givið
upp. Dreingirnir hava greitt teimum
frá, at fleiri trúboðarar hava roynt
samarbeiði, men eru givnir eftir stuttari
tíð. Sambandið millum meg, Petur og
dreingirnir er blivið so mikið sterkt, at
teir kalla meg mamma, sigur Stella.
Vit hava nøkur prosjekt koyrandi,
men vit hava tvey serlig prosjekt, har vit
ætla at byggja hús til tvær familjur. Eitt
gott hús hjá einum lokalum kenyanara,
ið minnir um eitt føroyskt seyðahús,
kostar bert umleið 15.000 kr. at gera.
Vanliga eru hús í bygdunum her gjørd
av leiri og lorti. Tey hava moldgólv og
standa sum best ber til. Í einum slíkum
húsi býr kanska ein familja upp á 910
Føroyingar í
hjálpararbeiði
í Kenya
Sambandið millum meg, Petur og
dreingirnir er blivið so mikið sterkt, at
teir kalla meg mamma, sigur Stella