fríggjadagur 19. november 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 161 · 19. november 2010
17
VIKUSKIFTI
fólk, har øll sova á gólvinum. Serliga
eru umstøðurnar vánaligar, tí tá ið
tað regnar, er alt eitt runudýki inni í
húsinum.
Vit eru byrjað eina innsavning
við stuðlum til at gera hetta føroyska
prosjektið her í Kenya.
Vit eru sera takksom fyri stuðulin úr
Føroyum, men enn eru vit ikki rokkin
á mál.
Her er málið ikki at geva fólkinum
fisk, men at læra tey at fiska, sum
orðatakið sigur. Sum sagt, so hava vit
ymisk prosjekt koyrandi, har m.a. nógvir
føroyskir stuðlar hjálpa børnum at ganga
í skúla. Skúlagongdin er ókeypis, men
uniformar, bøkur o.s.v. kosta umleið 150
kr um mánaðin, og tað hevur tað vanliga
fólkið ikki ráð til her. Her hugsa øll um
seg og sítt fyri at yvirliva, so tað er ikki
lætt at hjálpa, tá ið neyðin er so stór,
sum hon er.
Vit vóru herfyri í bygduni Piavi og
høvdu eitt døgðuraball fyri teimum, ið
koma á møtini, sum vit hava. Vit fingu
hjálp við nøkrum stuðlum til at keypa
teimum kjøt til døgurða, og tað hevði
meginparturin av teimum ikki roynt
áður í sínum lívi, altso at eta kjøt. So
gleðin var sera stór tann sunnudagin.
Herfyri fingu vit hjálp frá føroyskum
stuðlum til at keypa 13 familjum ein
100 litur dunk í part. Av tí at tað er sera
trupult at skaffa vatn, má man hava
dunkar standandi undir takrennunum
fyri at samla vatn saman. Ofta mugu
tey so taka vatnið úr ánni, sum rennur
umleið tríggjar kilometrar burtur frá
bygduni. At drekka hetta vatnið ber allar
møguligar sjúkur við sær, tí her drekka
eisini neyt og seyður. Ofta liggja eisini
deyð djór í ánni.
Einki av hesum ber til uttan stuðlar.
Um onkur hevur hug at stuðla hesum,
eru tey vælkomin til tað. Til ber m.a.
at kontakta Stellu á Facebook ella á
teldupostadressuni stellaz@olivant.fo.
Tá ið alt kemur til alt, so er neyðin sera
stór. Men sum tað stendur í Bíbliuni, so
eru markirnar klárar at heysta, og tað er
m.a. tað sum heldur okkum koyrandi,
siga Stella og Petur Zachariassen.
Stella og Petur Zachariassen saman
við yngstu dóttur teirra, Kezia
Børnini á veg eftir vatni
Matarsteðgur. Vaksin
og børn fáa mat
Børnini fáa okkurt gott
Tey kunnu eisini hava tað stuttligt