Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 6 Sosialurin Áki Bertholdsen Tað er nú greitt, at fak fe­ løgini á almenna arbeiðs­ marknaðinum kunnu í fyrsta lagi fara í verkfall á midnátt sunnukvøldið. Tað staðfestir Terje Sig­ urðs son, semingsmaður. Hesar seinastu dagar­ nar hava hann og hin sem­ ings maðurin, Hákun Stein­ grímsson, havt fund við báð ar partarnar í trætuni, sum eru Fíggjarmálaráðið øðru megin og tey fimm fak­ feløgini hinumegin. Tey fimm fakfeløgini eru Starvsmannafelagið, Peda gog felagið, Lærara fe­ lag ið, felagið fyri sjúkra­ røktar frøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum øll samráðast saman. Tey hava treytaleyst kravt lønarhækking, men Fíggj armálaráðið hevur líka avgjørt víst kravinum aftur. Á fundunum við part­ arnar hava semings menn­ inir fingið kunning um sam­ ráðingarnar higartil og um tey krøv, sum hvør partur hevur. Samstundis er ein manna gongd avtalað fyri semings royndina. Og Terje Sigurðsson sigur, at sjálv semingsroyndin byrj­ ar týsdagin ella mikudagin. Men hann staðfestir eis­ ini, at eitt møguligt verk fall ella verkbann er í øllum før­ um útsett til sunnu kvøldið. Men eru samráðingarnar ikki lidnar tá, verður ein møguligur arbeiðssteðgur eisini útsettur. Hann staðfestir, at ongar samráðingar líkjast og for­ treytirnar eru ymiskar og hann dugir ikki at síggja, at hesar verða torførari enn aðrar, hann hevur roynt sem ing í. – Og tó, tað er sjáldsamt, at báðir partar hava al­ mannakunngjørt treytaleys krøv frammanundan eini semingsroynd, leggur hann afturat. Men hann dugir kortini ikki at siga um hetta skal tulkast sum um at hendan samráðingarroyndin verður torførari enn aðrar. aki@sosialurin.fo Verkfall í fyrsta lagi sunnukvøldið SAMRÁÐINGAR Samráðingarnar byrja væntandi í morgin ella mikudagin og so fæst at vita, hvør dregur logra stráið, fakfeløgini, sum hava kravt lønarhækking ella Fíggjarmálaráðið, sum hevur kravt eina null-loysn Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! Íslendskar rullupylsur Nakkasteikir – kjøtugar – strektir, 1,2-1,4 kg – nýflett uml. 2,8 kg – íslendskur – nýsælendsk uml. 1,8 kg 3200 g Íslendsk lambskrov Íslendskir lambsbøgir Turrur fiskur Lambstjógv Cherry Valley dunnur Fyri kilo 4995 Fyri hvørja 12995 Fyri kilo 4995 Fyri hvønn 6995 400 g fyri 15995 Fyri hvørt 11995 Fyri hvørja 12995