Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Ítróttartoymið á Sosialinum: Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@email.fo Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tróndur Arge trondur@sosialurin.fo Høgni Madsen heldur fram Heimasíðan hjá Bláu Bylgjuni, sum er fjeppara­ felagið hjá KÍ, skrivar á sínari heimasíðu, at Høgni Madsen spælir eisini við klaksvíkingum í 2011. Miðvallarin átti stóran leiklut í uppflytingini hjá KÍ í ár. Madsen fer væntandi at manna miðvøllin saman við Nenad Stankovic, sum skifti til KÍ úr Víkingi. – Persónarnir handan Sp/f KÍ eru tættir sum tunnan í hesum døgum, men sum skilst verður arbeitt við øllum kreftum at fáa hópin upp á pláss, skrivar heimasíðan hjá Bláu Bylgjuni. Uni Holm Johannesen Hann var bjartskygdur í viðtalu við Sosialin tann 13. september. – Vit verða nummar fimm, segði Pole J. Hansen, sum júst var settur sum venjari hjá Team Klaksvík. Men tað hevur ikki gingið eftir ætlan hjá klaksvíkingum, sum fyri fyrstu ferð royna seg í bestu deild­ ini. Team Klaksvík hevur tapt allar landskappingardystirnar sann før­ andi higartil. Fríggjadagin varð Pole J. Hansen uppsagdur sum venjari. Og Damir Oros, sum hevur verið leikandi hjálparvenjari, hevur tikið við sum hjálparvenjari hjá Tjaldri. – Málið er framvegis at menna okkum og skapa størri áhuga fyri manshondbólti í býnum, sigur Fríðin Ziskason. Pole er uppsagdur Pole J. Hansen stendur ikki longur á odda fyri besta mansliðnum hjá Team Klaksvík. Fríðin Ziskason sigur, at nevnd­ in hevði væntað sær meira av sam­ starvinum. Tað var serliga aftaná landskappingardystin í Hoyvík, tá Team Klaksvík fekk 13 útvísingar, at nevndin setti spurnartekin við venjaran. Pole J. Hansen varð burturvístur, tá hann vísti sína ónøgd. Hondbóltssambandið gav hon­ um leikbann í tríggjar dystir. – Tað eru ymsar hendingar, sum vit ikki eru nøgdir við. Felagið vil hava eitt gott grundarlag undir manshondbóltinum í Klaksvík, og venjarin hevur ikki arbeitt við tí í huga. Vit høvdu millum annað bara sjey spælarar við til ein dyst, tí venjarin metti, at hinir kundu ikki brúkast. Hugurin er minkaður nógv millum spælararnar, og tí vóru vit noyddir at taka hesa av­ gerðina, sigur Fríðin Ziskason. Zarko Petjrovic varð knýttur at hópinum undan kappingarbyrjan. Hann stendur fyri venjingunum komandi tíðina, og Fríðin Ziskason verður venjari undir dystunum. – Tað er loysnin fyribils, sigur formaðurin. Nýggjan útlending Team Klaksvík ætlar at knýta ein útlending afturat hópinum, sum skal spæla við í seinnu kapp ingar­ hálvu. – Vit mugu royna at fáa nøkur stig, um hini liðini ikki skulu irre­ ter ast, at vit spæla við í bestu deild­ ini. Men tað tekur tíð, sigur Fríðin Ziskason. uni@sosialurin.fo Ja, hyggja vit bara eftir ÍF Føroyum, so hevur tað liðið fleiri leikarar, ið kundu spælt seg inn í hópinum hjá einum donskum 1. deildar felag Atli DAnielsen, FC RoskilDe Tá tú verður ársins venjari, so er tað jú greitt tekin um, at tú hevur eitt gott lið at venja BiRniR HAUksson, áRsins venJARi HJá kvinnUm Team Klaksvík skiftir venjara »Um tað var tann vælkenda venjara effektin sum gjørdi munin í dag er ilt at siga, men tað er einki at taka seg aftur í at Tjaldur maskinan koyrdi uppá tað allarbesta stóran part av dystinum. Allar vóru uppsettar uppá at fáa eitt gott úrslit.« Heimasíðan hjá Tjaldrinum »Mín viðmerkingin til dystin í dag er, at tað eru ótrúliga óheppið, at bæði Katrin á Neystabø og Marjun Danberg eru uttanlands, tá ið so týdningarmikil dystir skal spælast. Í útidystinum ímóti Stjørnuni var Jacklin Durhuus uttanlands, og Katrin á Neystabø spældi ikki. Hetta eru so týdningarmiklir spæl arar fyri kvinnuliðið, at liðið kann ikki vera slíkar spælarar fyri uttan.« Heimasíðan hjá Neistanum »Ein óalmindiliga søtur javnleikur.« Heimasíðan hjá Kyndli »Tað er ikki, sum tey flestu siga: álop er besta verja. Nei! verja er besta verja! Okkara verja var spøk og mótfallin, og formáddi sær lítið.« Heimasíðan hjá H71 Miðlarnir skriva... – Tað eru ymsar hendingar, sum vit ikki eru nøgdir við. Felagið vil hava eitt gott grundarlag undir manshondbóltinum í Klaksvík, og venjarin hevur ikki arbeitt við tí í huga, sigur Fríðin Ziskason, formaður, um nú frákoyrda venjaran, Pola J. Hansen Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur Pole J. Hansen og Damir Oros eru ikki longur knýttir at hópinum hjá Team Klaksvík. – Ætlanin er at fáa ein útlending afturat, sigur Fríðin Ziskason, formaður frákoyrdur