Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. november · Nr. 162 8 Sosialurin Randi Jacobsen Seinnapartin fríggja­ dagin fór ein maður við bili eitt ørindi til eini hús á Glyvrum. Hann ætlaði ikki at steðga, sløkti motorin, men í ósketni gloymdi hann at taka lykilin úr bilinum. Beint sum hann skuldi fara út aftur, kom róp í, at tveir menn vóru farnir við bilinum. Fólk høvdu sæð tveir fullar menn ganga og hyggja inn í bilar fram við vegnum. Tá ið teir so su, at lykilin stóð í einum bli, settu teir seg í hann og koyrdu við fullari ferð avstað og rendu inn í ein annan bil. Eygnavitni hava greitt frá, at bilurin hevði nógva ferð, og fleiri ferðir vóru teir um at koyra inn í mótkoyrandi biar og settu tí fleiri fólk í lívs vanda. Teir hildu ferðina fram til Søldarfjarðar, koyrdu eitt petti víðari og runnu ur bilinum. Tá ið bileigarin og onn ur komu, vóru menn inir á veg inn í ein ann an bil. Bilførarin á tí bilinum hevði boðið sær at koyra teir til skipi teirra, sum lá í Fuglafirði. Hesin bilførarin visti ikki um tilburðin framm an­ undan og var tí í góðari trúgv. Politiið kom og tók menninar. Leygardagin vóru menn inir i rættinum. Annar fekk dóm bein an­ vegin, 14 dagar inn at sita og krav um endurgjald. Hin maðurin varð varð­ haldsfongslaður í 14 dagar. Randi Jacobsen Stjørnan og VB spældu í KÍ­høllini sunnudagin, og í steððginum trinu Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til bata og Kristoffur Ragn­ arsson, formaður í Stjørnuni út á gólvið. Kristoffur Ragnarsson handaði tá Heidi Hvidbro kekkin við peninginum, sum kom inn, tá ið Stjørnan og Kyndil spældu í Klaksvík. Øll atgongumerkjasølan fór til innsavningina, umframt at feløg, fyritøkur og ein stak­ lingar lótu pening. – Tað var so vakurt, at inn komu smáar 60.000 krónur, men ungu dómararnir sunnu dagin, Magnus í Króki og Thomas Juul Thomsen spýttu í, so kekkurin kom upp á 60.000 krónur, sigur Heidi Hvidbro. Hon heldur innsavningina vera eitt gott prógv um, at fólk veruliga eru til reiðar at hjálpa, og ein so stór upp­ hædd ger veruliga mun. Alur peningurin fer óskerdur til bróstkrabbagranskingina á Landsjúkrahúsinum. Umframt kekkin fekk Heidi Hvidbro handaða eina av blusunum, sum stjørnu­ kvinnurnar spældu í móti Kyndli. Ein hvit blusa við ljósareyðusloyfuni á. Allar stjørnukvinnurnar høvdu skrivað navn sítt á blusuna, sum Krabbameinsfelagið fær. Hugskotið til inn savn­ ing ina fingu spælararnir í Stjørnuni, tí ein av fremstu leikarunum teirra, Annika Karlsdóttir Ljósstein hevur bróstkrabba, og tær vildu stuðla liðfelaganum og gransk ingini á henda hátt. Annika Karlsdóttir Ljós­ stein er í viðgerð fyri bróst­ krabba, men tað forðaði henni kortini ikki í at spæla við, tí hon er ein stríðskvinna. Ólukka kundi hent Tveir menn vóru í Føroya rætti leygardagin, skuldsettir fyri at stolið ein bil, koyrt fullir og stolið annað eisini. Annar fekk fongsulsrevsing í 14 dagar, hin varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar Stór gáva til bróstkrabba­ granskingina Kekkurin frá Stjørnuni við 60.000 krónum á varð handaður Bót til bata og Krabbameinsfelagnum sunnudagin Vegna Stjørnuna handaði Kristoffur Ragnarsson Heidi Hvidbro stóra kekkin Mynd: Norðlýsið Randi Jacobsen 1. juli søgdu tey sjey smáu feløgini á almenna ar beiðs ­ marknaðinum sátt mál ­ ar sínar við Fíggjar mála ­ ráðið upp. Tey sjey fe løg ini eru Almanna­ og heilsu ­ røktara felagið, Bio ana lytik­ arafelagið, Ergo terapi felagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Psykiatrifelag, Kost­ og føðslufelag Føroya og Ljós møðrafelag Føroya. Av tí at tey einki frættu aftur, bóðu tey Fíggjar mála­ ráðið um fund, og hesin fund­ urin var hósdagin í seinastu viku. – Vit bóðu un fundin fyri at vita, hvat Fíggjarmálaráðið ætlaði. Við at siga upp 1. juli var tað eitt tekn um, at vit vóru til reiðar at koma til samráðingar, sigur Majbritt Mohr vegna tey sjey feløgwini. Smáu feløgini ætla tó ikki at hava felags samráðingar. Hesi feløgini hava verið ótolin eftir at sleppa til samráðingar, men nú samráðingarnar hjá stóru ffeløgunum eru slitnaðar, og semingsmenn komnir uppí, halda tey tað vera líka frætt at bíða. Bíða eftir hinum feløgunum Smáu fakafeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum fara ikki til samráðingar, so leingi sum stóru feløgini eru í seming Randi Jacobsen Tey, sum granska ætt og hava røtur á Sandoynni, kunnu hava gleði av nýggjastu Kvørnini hjá Sands Fornminnafelag. Familjan í gamla bý­ ling inum á Reyn á Sandi er útgreinað aftur til 1600­árini. Ein grein er um minnisvarðan í Skopun og teir sjólátnu, og ein um bøndurnar í Dalsgarð í Skálavík upp gjøgnum tíðirnar. Í greinini um húsini á Reyni og undir Reynum verður m.a. greitt frá, hvussu lítið kvinnur vóru virdar. Onkur fór ónevnd í grøvini, og ein einkardóttir slapp ikki at arva jørðina eftir páp­ an. Kvørnin prentar eisini Hundatáttin, sum varð yrktur í Skopun fyri smáum 100 árum síðan. Hetta er ein stuttligur, men eisini álvarsamur táttur, sum m.a. lýsir við urskiftini millum ognarar og ognarleys. Nakað er um mes­ ling arnar, sum gingu í Før oy um í 1846. Blaðstjóri á Kvørn ini er Ólavur Cle ment sen. Kvørnin komin