mánadagur 22. november 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Myndir: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Bara eitt umfar er eftir, til
fyrsti triðingurin í Eik-liguni
hjá kvinnum er spældur, og tá
fær oddaliðið ein eykavinning,
sum er pláss í steypafinaluni.
Í løtuni liggja fýra lið framvið,
men hóast tapið í Klaksvík í
gjár, sær út til, at SÍ liggur best
fyri.
Sørvágskvinnur hava 10 stig,
og so koma Mjølnir, Fleyr og ÍF
við átta stigum í part. Úrslitini
í næsta umfarinum kunnu tí
ger ast rættiliga áhugaverd, tí
tey verða avgerandi fyri, um
tað verður SÍ ella eitt av hin um
trimum liðunum, ið megnar
at tryggja sær annað steypa-
finaluplássið.
SÍ hevur higartil sæð út
sum stórfavorittur, men í gjár
mátti liðið leggja rygg til ársins
fyrsta tap, tí í Klaksvík gjørdu
kvinnurnar hjá Mjølnir bart
og vunnu ein uppibornan 3-0
sigur. At hetta heldur ikki var
dagurin hjá SÍ, sást kanska
eisini av, at Mjølnir gjørdi upp
í fleiri servufeilir í hvørjum
setti, uttan at SÍ megnaði ella
dugdi at revsa tað.
Hinvegin var tað serliga
í álopspartinum, at Mjølnir
gjørdi av við SÍ. Kantarnir báð-
ir, Birgit Guttesen og Suffía
Purkhus, vóru sera av gjørdar
og vunnu mestsum allar bóltar,
tær fóru eftir. Tær vóru tryggar
og sterkar, og ferð eftir ferð
megnaðu tær at sláa bólt in
ígjøgnum blokadurnar hjá SÍ.
Mjølnir, sum hevur tapt
tveir av teimum síðstu dyst-
unum, vísti í løtum stóra
styrki og hevur við hesum
sigr inum meldað seg innaftur í
oddastríðið, meðan SÍ hós dagin
skal ígjøgnum eina granna-
uppgerð ímóti Drátti, áðrenn
tað er greitt, um steypa finalu-
sessurin fer til Sørvágs ella
kanska skal enda hjá onkrum
av hinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fyrsta tapið til SÍ
Kvinnuflogbóltur Mjølnir syrgdi í
gjár á heimavølli fyri, at SÍ-kvinnurnar
ikki longur eru ósigraðar – og tað
varð enntá gjørt við einum 3-0 sigri
Hilmar Jan Hansen
– Vit hava síðstu tvær vikurnar
arbeitt við ymsum tingum,
sum skulu hjálpa okkum at
røkka teimum úrslitum, vit
fegin vilja. Millum annað hava
vit tosað nógv um mentalitetin
á liðnum, at vit ikki skulu fara
niður við høvdinum, bara tí
vit tapa ein bólt, sigur Gudrid
Nolsøe,
sum
er
spælandi
venjari hjá TB.
–
Somuleiðis
hava
vit
gjørt nógv við samanhaldið,
tí tað krevur eitt sindur, tá
aldursspjaðingin er so stór,
sum hon er hjá okkum, har
onkrar eru sera ungar og aðrar
meira tilkomnar. Tá vit tosa
um sjálvt spælið, hava vit eisini
gjørt nógv við at vant álop og
verju, so vit fáa betur stýrt
spælinum hjá okkum.
Miðvísa arbeiðið vísti seg at
geva úrslit í gjár, tá Fleyr var á
vitjan í Trongisvági, tí dysturin
endaði við einum sannførandi
3-0 sigri til TB, sum helst bara
verður sterkari, so hvørt sum
Katrin
Petersen
og
Sólvá
Dimon koma í betri venjing.
Nú sær út til, at báðar verða
við á liðnum í vetur kortini.
Talan var um ein dyst, har
tað leikaði rímiliga javnt á í
fyrsta setti, men har munurin
ordiliga kom til sjóndar tey
bæði
seinnu
settini.
TB-
kvinnurnar
stríddust
væl,
fingu
nógv
uppaftur
av
gólvinum og spældu sum
eitt lið, meðan Fleyr-liðið – ið
kanska helt seg hava vunnið
longu undan dystinum – ikki
tóktist vera í javnvág, men
enntá mátti taka til takkar við
gulum korti, tá frustratiónir
gjørdu vart við seg.
Framvegis er Fleyr kortini
við heilt har frammi og bert
tvey stig aftan fyri oddaliðið,
men kundi við einum sigri í gjár
lagt seg á odda hjá kvinnunum.
TB er enn eitt sindur longur
burtur frá toppinum, men
sær út til at fóta sær eftir laka
byrjan.
Kvinnuflogbóltur Eftir ein
sannførandi 3-0 sigur á Fleyr í
gjár, er líkt til, at TB-kvinnurnar
eru við at fóta sær, hóast tær enn
ikki eru við heilt har frammi
TB við at fóta sær
Hilmar Jan Hansen
Venjarin, sum kvinnurnar hjá ÍF
hava í vetur, Magnús Aðalsteinsson,
er ikki nakað ókent navn í før-
oyskum flogbólti, tí hann var fyri
fáum árum síðani landsliðsvenjari
her. Í vetur er hann so aftur komin
hendavegin at royna seg.
– Eg kom ikki til Føroya, fyrr
enn bert tvær vikur undan kapp-
ingarbyrjan, so vit høvdu líkasum
ikki fingið alt upp á pláss undan
fyrstu dystunum. Vit taptu eisini
teir báðar fyrstu, úti ímóti SÍ og
heima ímóti Fleyr, og tað skyldaðist
fyrst og fremst, at vit komu nokk so
seint í gongd, sigur ÍF-venjarin, sum
hevur arbeitt miðvíst við at betra
spælið eftir tey bæði tapini.
– Sjálvur haldi eg, at vit hava eitt
gott lið, ið saktans kann bjóða av, tí
her eru fleiri góðir spælarar og ein
fínur hugburður. Nú er bara eitt
umfar eftir av fyrsta triðinginum,
so eg veit ikki, um vit klára at
vinna okkum í steypafinaluna við
oddasessinum eftir næsta dyst, tí
neyvan missir SÍ oddasessin nú.
Men minni kann eisini gera tað, tí
eg føli, at vit hava fingið gongd á og
eru ávegis nú, og í løtuni sær í øllum
førum gott út hjá okkum.
Síðani fyrstu tvey tapini, hevur
ÍF vunnið sínar fýra dystir, harav
teir feskastu eru tveir útisigrar
– fyrst 3-1 á Drátti hóskvøldið og
síðani 3-0 á KÍF leygardagin. Sigrar,
ið gera, at ÍF nú hevur sama stigatal
sum Mjølnir og Fleyr, ið bara eru
tvey stig aftan fyri oddaliðið, SÍ.
Í dystinum ímóti Drátti byrjaði
ÍF væl og vann fyrsta sett, og liðið
var eisini væl í gongd í øðrum setti,
men hóast 18-12 á odda, tapti ÍF
settið. Takkað veri fyrst og fremst
góðum verjuspæli, megnaði ÍF at
halda tørn tey bæði síðstu settini,
so sigurin kom til høldar í einum
dysti, har bæði lið royndu, men ÍF
bara var tað drúgvari.
Leygardagin gjørdist tað so ein
enn greiðari sigur á KÍF, ið royndi at
stríðast, men kortini ikki fekk gjørt
stórvegis við ÍF-kvinnurnar, sum
høvdu gott tamarhald á dystinum
so at siga alla tíðina.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍF bjóðar nú av
Kvinnuflogbóltur – Tað hevur tikið okkum eitt sindur
av tíð at koma fyri okkum, eftir at vit taptu teir báðar
fyrstu dystirnar, men nú eru vit við at vera har, sigur
venjarin hjá ÍF-kvinnunum, Magnús Aðalsteinsson