Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. november 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 22. november · Nr. 162 Sosialurin Ítróttarblaðið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 SÍ 6 5 1 15 7 8 10 2 Mjølnir 6 4 2 15 7 8 8 3 Fleyr 6 4 2 14 10 4 8 4 ÍF 6 4 2 12 8 4 8 5 TB 6 3 3 12 13 -1 6 6 KÍF 6 2 4 8 15 -7 4 7 Dráttur 6 1 5 9 16 -7 2 8 Ternan 6 1 5 7 16 -9 2 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 SÍ 6 5 1 17 4 13 10 2 ÍF 6 5 1 15 5 10 10 3 Mjølnir 6 3 3 10 10 0 6 4 Fleyr 7 3 4 11 14 -3 6 5 TB 7 0 7 1 21 -20 0 Dráttur - ÍF 1-3 (17-25, 25-23, 15-25, 19-25) KÍF-ÍF 0-3 (22-25, 14-25, 21-25) Ternan - Dráttur 3-1 (25-9, 20-25, 25-19, 25-16) TB - Fleyr 3-0 (25-21, 25-12, 25-17) Mjølnir - SÍ 3-0 (25-19, 25-16, 25-16) Eik-ligan, kvinnur: Eik-ligan, mEnn: TB - Fleyr 0-3 (19-25, 20-25, 18-25) Mjølnir - SÍ 1-3 (25-19, 6-25, 15-25, 21-25) Hilmar Jan Hansen Lítið var at ivast í, at upp­ flytararnir hjá TB vóru spentir til dystin í ítróttarhøllini í Trongisvági í gjár, tí mót­ støðuliðið var undan dystinum næstniðast á stigatalvuni. Men tað skuldi vísa seg, at hóast Fleyr hevði tapt teir báðar undanfarnu dystirnar, var lið ið ikki so mjúkt at strúka kortini. Í øllum trimum settunum megnaði TB at fylgja við hálva leið, men so dragnaði ímóti end­ anum, so Fleyr tók settini. Og hóast settmunurin ikki var so øgiligur, var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg hesin dysturin fór, tí Fleyr hevði avgjørt mun­ in og vann uppiborið 3­0. Menninir hjá TB skulu tó eiga, at teir stríðast eftir besta føri muni, og hóast tað enn ikki er blivið til meira enn eitt vunnið sett í teimum sjey dyst­ unum higartil, verða roynd­ irnar fleiri og fleiri. Tað verður tó neyvan í ár, at TB stabiliserar seg sum »fast inventar« í Eik­liguni hjá monnum, men kanska verður botnurin lagdur undir eitt lið, sum í framtíðini kann standa seg. Fleyr hevði veruliga brúk fyri at reisa seg eftir tvey tap á rað, og tað eydnaðist eisini til fulnar. Og serliga munur havnar menninir hava orsøk til at fegnast um, at tað hesa ferð sá nógv meira sannførandi út, enn tað gjørdi vikuna áðrenn. hilmarjan@sosialurin.fo Aftur á slóðina mansflogbóltur Við væntaða sigrinum á TB í Trongisvági, komu menninir hjá Fleyr aftur á slóðina, eftir tap í teimum báðum síðstu dystunum Hilmar Jan Hansen Tað byrjaði væl hjá sørvingum, tá teir í gjár vitjaðu Mjølnir í Badmintonhøllini í Klaksvík, men hóast teir vóru frammanfyri, blivu teir yvirhálaðir av vertunum, ið tóku fyrsta sett. Hinvegin vendi dysturin fullkomuliga í øðrum setti, tá SÍ milt sagt spønaði Mjølnir niður og vann heili 25­6, sum er mestsum óhoyrt í einum dysti millum liðini bæði. Serliga Jón Joensen og Jón Nielsen vóru avgjørdir í álopsspælinum ígjøgnum dystin, og tey bæði síðstu settini meldaði Emil Mikkelsen seg eisini uppí av álvara. Mjølnir fekk hinvegin lítið at bera til, og hóast tað fór at síggja frægari út ímóti endanum, batti einki, tí umframt at hava munandi betri og breiðari álopsspæl, stríddist SÍ eisini væl á gólvinum og fekk nógv uppaftur av tí, Mjølnir royndi seg við. Sum stigatalvan sær út í løtuni, er Mjølnir ikki ordiliga til reiðar at bjóða av heilt har frammi, og helst er vantandi breiddin størsti bágin. Hinvegin líkist sjálvt oddastríðið júst nú einari kapping millum SÍ og ÍF, ið bæði eru jøvn við 10 stigum fyri fyrstu seks dystirnar. hilmarjan@sosialurin.fo SÍ gjørdi bart mansflogbóltur Hóast Mjølnir skuldi verið ein av heitu avbjóðarunum har frammi, var tað bara í fyrsta setti, at tað eydnaðist at nerta SÍ Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen – Sum spælandi venjari havi eg ikki so góðar møguleikar at fylgja við øllum, meðan spælið gongur, so tí er tað ordiliga deiligt, at vit nú hava fingið Jóannes Poulsen úr Klaksvík at hjálpa okkum undir dysti, tá tað annars liggur fyri hjá honum, sigur Katrin Olsen, spælandi venjari hjá Ternuni. – Longu í hesum fyrsta dystinum hjá okkum, har hann var við, sóu vit nyttuna av tí. Nú fingu vit nakað burturúr at taka »time­out«, tí har var ein, ið hevði nakað at fortelja okkum og góð ráð at geva okkum. So vit eru sera fegin um, at Jóannes kann hjálpa okkum, tí tað ger veruliga mun. Í øllum førum vann Ternan fyrsta dystin við Jóannes Poulsen á síðulinjuni, tí tá Dráttur leygardagin var í skúlahøllini á Toftum og spældi ímóti Ternuni, gjørdist talan um eitt søguligt úrslit. Ternan vann nevniliga dystin 3­1, og tað var fyrsti sigurin hjá nýggja felagnum á Toftum í einum dysti í Eik­liguni, har liðið er við sum uppflytari. Ternan legði bragdliga fyri og vant burtur úr Drátti tað fyrsta settið, ið endaði 25­9. Men longu í øðrum setti fingu vágakvinnur svarað aftur. Men so kom Ternan aftur í gongd og tók tey bæði næstu settini rímiliga sannførandi, so hesin fyrsti sigurin varð fingin til høldar. – Fyri okkum hevur tað sera nógv at siga, at vit vinna ein dyst. Hetta gevur okkum stórt sjálvsálit, so allar trúgva upp á tað. Tá vit hesa ferð vunnu so stórt í fyrsta setti, føldi eg veruliga, at vit høvdu tamarhald á dystinum, og sjálvt um vit taptu annað sett, komu vit sterkt aftur, so fyri okkum var hetta upp á so nógvar mátar ein sera góður og kærkomin sigur, sigur Katrin Olsen. Søguligur sigur kvinnuflogbóltur Kvinnurnar á Toftum høvdu fólk á síðulinjuni, ið kundi hjálpa við góðum ráðum, tá Dráttur vitjaði leygardagin. Tað gav úrslit, tí Ternan vann sín fyrsta sigur í Eik-liguni