mánadagur 22. november 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
26
Sosialurin
Rólant Waag Dam
Tað byrjaði illa. Trý tap á rað
og tað skuldu ganga seks
dystir, áðrenn liðið vann
fyrsta dystin. Men so kom av
álvara glið á, og í átta dystir á
rað tapti FC Roskilde ikki.
– Hesir dystirnir hava
verið hæddarpunktið hetta
hálvárið, sigur Atli Daniel
sen
Av tí sama kann hann eis
ini siga ‘góðkent’, um kapp
ingarárið higartil, men so
heldur ikki meiri enn tað.
Fýra teir seinastu dystirnar
er alt steðgað upp. Tvey tap
í móti toppliðum og so eitt
tap og ein javnleik í móti
botnliðum, er ikki lang frá
nøktandi.
Mentur persónliga
Hinvegin kann Atli Daniel
sen illa vera annað enn
nøgdur við sítt egna avrik
hetta hálvárið. Fyrsta lands
kappingardystin var hann
leikbannaður og tað sama var
galdandi seinast, liðið spældi.
Annars er hann byrjaður inni
hvønn dyst á miðvøllinum,
har hann hevur ein sentralan
leiklut.
– Eg merki sjálvur, at tað
hevur gingið rímiliga væl
og kenni meg sum ein um
ráðandi part av liðnum,
greiðir Atli Danielsen frá.
Hann hevur hug at geva venj
aranum ein part av æruni av
hesum.
– Hann eigur rós uppiborið
og eg haldi, at eg persónliga
havi ment meg hetta seinasta
hálva árið, soleiðis at eg eri
ein betri fótbóltsleikari nú,
enn eg havi verið, heldur Atli
Danielsen.
Sjálvur heldur hann, at
hann tekur størri lut í upp
byggjandi spælinum og torir
at taka fleiri kjansir nú.
– Eg havi verið rímiliga
defensivur og altíð valt
tryggu loysnina við at spæla
bóltin aftur eftir. Nú eri eg
djarvari, vendi mær og finni
áleypararnar,
greiðir
Atli
Danielsen frá.
Fyri tveimum árum síð
ani varð Atli Danielsen ann
ars kosin ársins leikari í
Frem, men Atli Danielsen er
ikki heilt tann sami leikarin
longur.
– Har var eg meira at
rokna sum ein uppruddari,
og skuldi nokk ikki hugsa
so nógv frameftir. Síðani eri
eg mentur taktiskt og havi
fingið nýggj ting við í mítt
spæl, sigur Atli Danielsen.
Skjótt klárur til
landsliðið
Tað
eru
fáir
føroyingar,
sum hava havt møguleika
at fylgt hesari menningini
hjá Atla Danielsen. Fyrst og
fremst tí, at hann spælir í
Dan mark, men harnæst gav
miðvallarleikarin úr Klaksvík
eisini avboð til landsliðið
fyrst í september.
– Tað var rætt og slætt
ein spurningur um, at eg
ikki kundi missa meira av
skúlanum, har vit hava havt
sera nógv um oyruni. Í januar
hava vit nakrar royndir, men
so skuldi stilna av og eg ætli
mær at melda meg tøkan og
stríðast fyri at vinna meg inn
aftur í landsliðshitan, greiðir
Atli Danielsen frá.
Ógreið framtíð
Men eitt er landsliðið og
annað er framtíðin í Dan
mark. Atli Danielsen hevur
lisið búskap síðani hann
kom til Danmarkar í 2007.
Hetta verður hann liðugur
við komandi summar.
– Spurningurin er so, hvat
tá hendir. Kona mín verður
eisini liðug við sítt tá, so vit
eru bæði liðug í so máta.
Mín sáttmáli við FC Roskilde
gongur fram til summarið
2012, men eg havi tryggjað
mær, at eg kann fara heim
longu í summar, um eg ynski
tað. Lesnaðurin bindir okkum
í øllum førum ikki tá, men vit
vita ikki heilt, hvat vit ætla,
sigur Atli Danielsen.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Bakka vit eitt ár aftur í
tíðina, taldi næstbesta
deildin í Danmark fýra
før oyingar.
Men
BK
Frem flutti niður og
Jónas Þór Næs, Bogi
Løkin og Andreas Lava
Olsen fluttu heim. Teir
báðir fyrstnevndu eru
síðani farnir til Ís lands,
men undir øllum um
støð um er Atli Danielsen
einsamallur føroyingur
í næstbestu donsku fót
bóltsdeildini.
Tað undrar hann eitt
sindur, tí fleiri føroy
ingar eftir hansara tykki
hava evnini til donsku 1.
deild.
–
Hjá
leikarunum
heima í Føroyum vigar
fíggjarligi
parturin
helst nógv, og tú kanst
ikki rokna við at fáa tað
sama tey bæði fyrstu
árini í næstbestu deild
ini, sum tú kanst fáa í
onkrum føroyskum fe
lag. Tú mást prógva títt
virði áðrenn, sigur Atli
Danielsen
og
heldur
áfram.
– Vit venja einaferð
um dagin og allir, sum
eg higartil havi spælt
saman við, hava annað
hvørt gingið í skúla ella
havt eitt arbeiði aftrat,
so tað átti at borið væl
til at knýtt fótbóltin
í
næstbestu
donsku
deildini saman við eitt
nú lesnaðinum, sigur Atli
Danielsen, sum sjálvur
hevur lisið búskap alla
ta tíðina, hann hevur
spælt í Danmark.
Fíggjarkreppan
svíir
Hann vísir tó á, at tað
ikki er lætt at fáa ein
sáttmála
við
nakað
danskt 1. deildarfelag
nú. Sáttmálarnir hanga
ikki á trøunum og tað
eru sera nógvir sátt
mála leysir danskir fót
bóltsspælarar í løtuni,
tí fíggjarkreppan hevur
havt við sær, at liðini
hava skert um talið av
leikarum í hópinum.
Kortini metir hann, at
fleiri føroyingar høvdu
havt – um teir altso
ynsktu tað – møguleika
fyri at gjørt seg galdandi
í
næstbestu
donsku
fótbóltsdeildini.
– Vit burdu verið
fleiri
føroyingar
her.
Ja, hyggja vit bara eftir
ÍF Føroyum, so hevur
tað liðið fleiri leikarar,
ið kundu spælt seg inn
í hópinum hjá einum
donskum 1. deildar fe
lag. Rókur av Fløtum
Jespersen
og
Marni
Djurhuus eru tveir úr
tí hópinum, sigur Atli
Danielsen, ið als ikki
útihýsir, at har eru fleiri
aðrir mans, ið kundu
staðið seg.
Teir báðir leikararnir,
Atli Danielsen nevnir,
spældu
báðir
stóran
part av seinnu hálvu
við ávíkavist HB og EB/
Streymi,
samstundis
sum teir eru lesandi í
Dan mark. Men spælir
tú í næstbestu donsku
deildini, fært ber ikki
til at spæla fótbólt í
Føroyum
samstundis,
vísir Atli Danielsen á.
– Hinvegin burdi tað
verið nógv meira av
bjóð andi at spælt í 1.
deild í Danmark, har tú
hvørt vikuskifti spælir
í móti liðum sum Vejle,
Viborg og AGF, heldur
enn at møta FC Suðuroy
og NSÍ. Og hevur tú
málsetningar um at liva
av fótbóltinum, so er
næstbesta danska fót
bóltsdeildin eitt nógv
betri útgangsstøði enn
besta føroyska deildin,
metir Atli Danielsen.
Vit burdu
verið fleiri
føroyingar
fótbóltur Atli Danielsen er
heldur, at fleiri føroyingar áttu
at spælt í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini. – Hyggja vit
bara eftir ÍF Føroyum, eru fleiri
leikarar, ið kundu spælt seg inn
í hópinum hjá einum donskum
1. deildar felag, sigur hann
Atli betur fyri
enn nakrantíð
fótbóltur Góðkent! Tað er skoðsmálið, Atli Danielsen gevur fyrru
hálvu hjá FC Roskilde, sum nú er farið í vetrarfrí. – Men persónliga havi eg
ment meg nógv sum fótbóltsleikara hetta hálvárið, sigur Atli Danielsen
Umframt at hava spælt við FC Roskilde hevur Atli Danielsen spælt við BK
Frem í Danmark, Sogndal í Noreg og – sjálvandi – KÍ í Føroyum