mánadagur 22. november 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge - Liverpool
Liverpool hevði lætt spæl og
vann 3-0. West Ham við halds-
fólkini megnaðu tó at halda lív
í og skapa ein góðan stemning
gjøgnum allan dystin.
Stutt eftir, at Liverpool í
fyrra hálvleiki hevði lagt seg
á odda, royndi Victor Obinna
seg við skoti úti frá. Bólturin
fór himmalhøgt uppum.
»That’s why we are going
down, that’s why we are going
down« (Hatta er tí vit flyta
niður)
Byrjaðu øll West Ham við-
haldsfólkini syngja og tað
fekk restina av áskoðarunum
á Anfield at smíla og flenna.
West Ham-viðhaldsfólkini
syngja vanliga um, at tey eru
ávegis til Wembley, men við
hetta høvið høvdu tey skift
»Wembley« út við »Coventry«,
sum ein staðfesting av, at tey
ikki trúgva upp á betri tíðir.
Coventry spælir í næstbest
deild ini í Onglandi.
Fyri einari viku síðan tapti
Liverpool móti Stoke og nøkur
viðhaldsfólk byrjaðu at rópa;
»Dalglish, Dalglish«, við tí fyri
eyga at fáa Kenny Dalglish at
taka yvir venjarastarvinum hjá
Roy Hodgson. Hesa ferð vóru
tað West Ham viðhaldsfólkini,
ið vildu hava nýggjan venjara.
Tey sungu; »Paolo Di Canio,
Paolo De Canio«. Italski fram-
herjin spældi í West Ham frá
1999 til 2003 og er høgt virdur
millum viðhaldsfólkini.
Herðaklapp til West Ham
viðhaldsfólkini fyri at undir-
halda á Anfield, hóast West
Ham spældi ein vánaligan
dyst.
Herlig West Ham
viðhaldsfólk
Fótbóltur Tað gongur einki serligt
hjá West Ham í ár. Teir liggja niðast, og
liðið spælir eisini illa. Leygarkvøldið
vóru teir á vitjan á Anfield, og West
Ham spældi kanska verri enn teir plaga
Uni Holm Johannesen
Øssur Hansen spældi sín seinasta
landskappingardyst í fremstu røð
tann 18. oktober í ár.
Ein av stóru profilunum í før-
oyskum fótbólti í samfull 23 ár
takk aði tá fyri seg.
Toftamaðurin spældi fyri fyrstu
ferð í bestu deildini í 1987. Hann
hevur spælt flestu dystirnar fyri
B68, og hann hevur vunnið serstaka
støðu á Toftum.
Umvegis heimasíðuna hjá Tofta
Ítróttarfelag, takkar Øssur Hansen
nú fyri fótbóltsárini á Toftum.
– Eg eri takksamur fyri, at tit
gjørdu mín seinasta leikdag til
nakað heilt serligt fyri meg. Eg vil
takka tykkum fyri tíðina, eg havi
verið í felagnum, meðan tit hava
sitið sum nevnd. Eg vil eisini takka
øllum fyrrverandi nevndum, sum
hava sitið undir mínum tíðarskeiði
sum fótbóltsspælari, skrivar Øssur
Hansen á B68.fo.
Venjarin fær eina tøkk
Bill M. Jacobsen, sum hevur stjórn-
að besta mansliðnum hjá B68 sein-
astu árini, fær eisini eina heilsan.
– Takk fyri ta tíð, sum eg spældi,
við tær sum venjara. Eg haldi, at
tú er ein venjari, sum er væl fyri-
reikaður til venjingarnar og taktik-
fundirnar, og tað er nakað, sum
spælarar dáma væl. Eg eri eldri
enn tú, so tað var kanska ikki altíð
so lætt at seta meg upp á pláss.
Eg vil takka tær fyri, at tú er ein
venj ari, sum skilir, at ein spælari
hevur familju og kann ikki altíð
fara til venj ingar. Tað hava verið
dømir um útlendingar, sum als ikki
góð taka nakra fráveru. Vónandi
vinnur tú teg upp á ovastu rók við
B68. Um ikki við okkum, so vónandi
við onkrum øðrum – bara ikki við
einum ávísum liði innanfyri, skrivar
Øssur Hansen.
Spyrjið, hvat tú kann
Øssur Hansen hevur eisini eina
áheitan til fótbóltsleikararnar á
Toftum, sum komandi árini skulu
mynda besta mansliðið.
– Spyrjið, hvat eg kann gera fyri
felagið, og ikki, hvat felagið kann
gera fyri teg, skrivar hann og leggur
afturat:
– Tað hevur verið eitt sonn
uppliving at spælt við tykkum. Eg
haldi, at tit eru ótrúliga seriøsir,
viljasterkir og hava tann egin-
leikan, at tit geva ikki upp fyrr
enn dómarin hevur bríkslað fyri
sein astu ferð. Haldið fram við at
trúgva upp á tykkara eginleikar, og
ikki minst, at tit kunnu vinna móti
ein um og hvørjum liði, slær Øssur
Hansen fast.
uni@sosialurin.fo
Seinasta
heilsanin
Fótbóltur – Spyrjið, hvat eg kann gera fyri felagið,
og ikki, hvat felagið kann gera fyri teg, er áheitanin
frá Øssuri Hansen til fótbóltsleikararnar á Toftum, nú
fyrrverandi landsliðskempan hevur takkað fyri seg
B68-veteranurin við tí framúrskarandi vinstrabeininum, Øssur Hansen, hevur takkað fyri seg í føroyskum fótbólti
Mynd: Álvur Haraldsen
Heri Simonsen
Andy Caroll hevur havt eina
ótrúliga góða kappingarbyrjan
við Newcastle. Higartil hevur
hann skotið átta mál í Premier
League, og tað hevur eisini ført
til, at hann hevur fingið sín
fyrsta dyst á tí enska lands-
liðnum.
Enski
landsliðsvenjarin,
Fabio Capello heldur, at Andy
Caroll
saman
við
Wayne
Rooney fer at verða eitt ógv-
uliga vandamikið álopspar hjá
tí enska landsliðnum.
– Eg trúgvi, at teir báðir
verða ein góð samanseting.
Caroll er ikki bara sterkur við
høvd inum, hann hevur eisini
skjótar og smildligar rørslur,
sum gevur hinum spælarunum
rúm,
sigur
Fabio
Capello
við kenda enska blaðið, The
Guardian.
Fabio Capello hevur leitað
leingi eftir einum sterkum
framherja, sum kann spæla
saman við Wayne Rooney í tí
enska álopinum. Men hvørki
Emile Heskey ella Peter Crouch
hava víst nóg góðar dygdir.
Fabio Capello fegnast eis-
ini um, at Wayne Rooney er
byrjaður at spæla aftur: – Tá
Wayne Rooney er í góðum
formi, so er hann uttan iva ein
av heimsins bestu fótbólts spæl-
arum. Hann er ein av teimum
spælarunum, sum veruliga ger
mun, tá hann er á vøllinum.
Tá hann ikki er við okkum, tá
gerast vit eitt nógv tamari lið,
staðfestir Fabio Capello.
Caroll og Rooney
í álopinum
Fótbóltur Enski landsliðsvenjarin,
Fabio Capello heldur, at hann
loksins hevur funnið tað rætta
álopsparið til tað enska landsliðið