mánadagur 22. november 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. november · Nr. 162
32
Sosialurin
Tað kom dátt við, tá stjórn
ÍSF’s kundi staðfesta, at
tað
sjálvbodna
arbeiðið,
sum verður gjørt í ítrótta
feløgunum kring alt landið,
nú skal svíða fyri at fáa
Løgtingsfíggjarlógina
fyri
2011 at hanga saman.
Hóast játtanin til ítróttina
stórt sæð bara er lækkað
seinastu 20 árini, hevur man í
uppskotinum fyri 2011 valt at
skera enn eina hálva millión
av tí stuðli, sum Løgtingið
letur Ítróttasambandi Føroya,
og harvið til føroyska ítrótt.
Vit standa spyrjandi og
undra okkum yvir hugburðin,
sum landið vísir við hesum.
Tí boðskapurin hongur ikki
saman. Tað er rørsluár í ár,
har tað eisini frá politiskari
síðu verður víst á, hvussu
týdningarmikið tað er at fólk
røra seg og íðka ítrótt undir
skipaðum viðurskiftum. Í
ÍSF kunnu vit eisini við gleði
staðfesta, at talið av feløgum
í felagsskapinum bara økist,
føroysku fólkaheilsuni til
frama.
Tá vit annaðhvørt ár
senda okkara ítróttaungdóm
at umboða Føroyar á Oyggja
leikum, fáa vit eisini váttað
frá politiskari síðu, hvussu
týdningarmikið
arbeiðið
er, sum verður gjørt innan
føroyska ítrótt. Sama er
galdandi, tá okkara fremstu
ítróttafólk koma heim við
glitrandi altjóða heiðurs
merkjum um hálsin.
Men tað sæst bara ikki
aftur í politikkinum. Her
miðskeiðis í rørsluárinum
2010, og júst sum sersam
bondini eru mitt í fyrireik
ingunum til oyggjaleikirnar á
Isle of Wight næsta summar,
koma boðini frá almennari
síðu um, at skerjast skal enn
ein hálv millión av stuðlinum
til ítróttina.
Hetta
skal
síggjast
í
ljósinum av, at ÍSF longu
hevur mist stuðulin til ein
ítróttaráðgeva,
umframt
at ein millión var skorin av
stuðlinum til fótbóltin í sam
bandi við ólavsøkupakkan
í fjør. Hervið hevur ítróttin
mist 1,85 millión krónur
bara innan fyri seinastu trý
árini. Ístaðin hava vit fingið
600.000 krónur at stuðla
úrvalsítrótt við, sum vit
sanniliga fegnast um, men
tað kemur jú ikki breiðu
ítróttini tilgóðar.
Stjórnin í ÍSF harmast um
hesa gongd, tí tað er eisini á
øðrum økjum, at ítróttin er
fyri vanbýti. Eitt nú fingu vit
lyfti um eina mvgafturbering
tá stuðulsskipanin til ítrótta
anlegg og samkomuhús fór
úr gildi, men hóast givin
politisk lyfti, er einki víst í
verki í hesum máli.
Tað tykist sum um, at
politiska skipanin als ikki
hevur fatað tað ómetaliga
stóra virði í tí, sum sjálvboðin
innan ítróttalívið kring allar
Føroyar gera dag og dagliga.
Í mun til so nógv annað, sum
peningur verður játtaður til
á løgtingsfíggjarlógini, so er
tann hálva milliónin, sum
nú verður skorin frá ítróttini
piparnøtur, og tað er samlaða
upphæddin til ÍSF upp á 4,75
milliónir jú eisini.
Um
hetta
uppskotið
verður atkvøtt ígjøgnum í
verandi líki, verður hetta til
stóran skaða fyri tað, sum vit
hava roynt at bygt upp innan
ÍSF gjøgnum seinastu árini.
Vit hava tvey starvsfólk í
umsitingini, harav annað
virkar sum ítróttaráðgevi.
Umsitingin kann ikki skerjast
meira, annars dettur øll sam
skipanin av ítróttini innan
sum uttanlands sundur.
Longu nú byggir størsti
parturin
av
arbeiðinum,
sum verður gjørdur í ÍSF
húsinum upp á sjálvbodna
arbeiðsmegi. ÍSF húsið virkar
jú sum ein ambassada, sum
javnan sendir fólk út í heimin
at umboða Føroyar – og eg
eri sum ÍSFforseti errin av
hesari umboðan. Tað tykir
ikki sum myndugleikarnir
eru eins ernir av okkara
ambassadørum
á
altjóða
leikvøllunum, sum politik
arar og ráðharrar annars
siga seg vera, tá teir halda
heiðursrøður fyri okkara
vinnarum. Við hesum lag,
verður avmarkað, hvussu
nógvum ambassadørum vit
kunnu heiðra við heimkomu,
tí ráðini vera ikki at senda
tey avstað.
Skerjingin av játtanini
kemur í høvuðsheitum at
ganga út yvir ítróttaliga
virksemið hjá ÍSF og ser
sambondunum. Vit kunnu
rokna við, at landslið detta
niðurfyri, og sama er galdandi
fyri førleikamennandi skeið
av eitt nú venjarum og
dómarum.
Hetta harmonerar ómeta
liga illa saman við tí veruleika,
at alt fleiri føroyingar íðka
ítrótt í skipaðum feløgum
samstundis
sum
heilsu
myndugleikar og politiskir
myndugleikar eggja øllum
til at røra seg meira.
Næsta ár eru ætlanir um
at seta kostin á dagsskránna.
Eins og við rørsluárinum
metir ÍSF seg hava eina
týdningarmikla
uppgávu
fyri at broyta vanarnar hjá
føroyingum, og serliga tí
uppvaksandi ættarliðnum,
á eina heilsubetri kós. Men
kann hetta fremjast við eini
lækkandi játtan?
Tí er vón okkara, at politik
ararnir á Føroya Løgtingi og
í tess fíggjarnevnd síggja
virðið, sum verður gjørt í
ÍSF og í ítróttafeløgunum, og
at hesir virða hetta arbeiði
við í minsta lagi at lata vera
við at skerja játtanina í
oyggjaleikaárinum 2011.
Vantandi virðing fyri sjálvbodna
arbeiðinum í ítróttafeløgunum
Petur Elias Petersen
ÍSF-forseti
Kjak
Fríggjadagin
farna
bleiv
eg uppringdur av løgtings
skrivstovuni og biðin at koma
á fund í fíggjarnevndini
saman við Zakariasi Wang
at gera viðmerkingar til
blokkstuðulin. Helt tað satt
at siga vera ein joke, men
tað var tað ikki, vóru boðini.
Fekk eisini at vita, at eg hevði
skyldu at møta.
Hví júst eg varð boðsendur,
veit eg ikki, men tá ið eg nú
skuldi møta, helt eg tað vera
neyðugt seriøst og álvarsamt
at vísa á, hvat kann gerast
betur, enn tað, sum nú verður
gjørt. At Zakarias ikki møtti,
er ikki mín ábyrgd.
Søk teirra ungu,
sjúku og veiku
At endurtaka sambandsáskoð
anina á blokkin var óneyðugt,
tað vita allir politikarar og alt
Føroya fólk útmerkað – og tað
er málið alt ov álvarsamt til.
Tí valdi eg at tosa søk teirra,
sum harðast verða rakt av
tí høpisleysa og í fávitsku at
frásiga sær pening, vit eiga,
hava rætt til og kanska enntá,
heldur onkur, hava krav uppá,
samstundis sum vit hava so
harliga brúk fyri honum.
Tá ið uml. 75% av fíggjar
løgtingslógini er til útbúgv
ingarmál,
heilsumál
og
almannamál, eru tað sjálv
andi tey ungu, tey sjúku og
tey veiku, sum fyrst verða
rakt, tá ið peningur trýtur.
Vilja ikki hava pening
til tey sjúkuraktu
Valdi at taka ein einstakan
bólk,
sum
dømi
–
tey
førleikatarnaðu:
tey
sum
eru rakt av heilabløðing,
blóðtøppi, øðrum sjúkum
ella skaða. Hesin bólkur fær
viðgerð á sjúkrahúsinum,
men verður síðan sendur til
hús til – onki. Ongin skipað
endurvenjing finst í Førjum
og tey fáu plássini, sum eru
á sjúkrahúsunum í Klaksvík
og Suðuroy og á Mørkini
í
Streymnesi
nøkta
so
ómetaliga langt frá tørvin.
Fleiri
álit
eru
gjørd,
hvussu málið kann loysast,
men tey eru tíverri vorðin
vanlig
skuffuálit.
T.d.
kostar tað bert 1,3 mió. kr.
at seta í verk endurvenjing,
viðlíkahaldsvenjing
og
fyribyrgjandi venjing fyri
alla
Eysturoynna,
men
hetta er tað ikki peningur til
– hví? tí vit siga neitakk til
prísjavning av blokkinum.
Vit og skil? Nei! Kenslur?
Kanska, men so er tað
egingóðska og ikki kenslur
fyri teimum sjúkuraktu!
Ræðumyndin er
veruleiki í dag
Hetta var tað, eg vísti á og
fyri at gera politikararnar
varugar við, at tað finst ein
bólkur av tigandi føringum,
sum ikki fær gørt vart við
seg, valdi eg at hava eina
kvinnu, sum ikki fær tosað og
noyðist at sita í rullustóli, við,
so
fíggjarnevndarlimirnir
skulu vita um henda bólkin,
teir ikki vilja játta pening
til. Henda kvinnan segði alt,
hóast hon onki fekk sagt.
Nei Tobbi! Hetta er ikki
ein ræðumynd um, hvussu
tað verður um Tjóðveldið
fær ræði aftur. Hetta er ein
ræðumynd, sum er veruleiki
í dag og hevur verið tað í
nógv ár! Tíverri!! Men nakrir
politikarar vilja ikki síggja
veruleikan í eyguni – onkur
rýmir heldur.
Hon segði alt, hóast hon onki fekk sagt –
Johan Petersen
meðan Torbjørn Jacobsen rýmdi undan veruleikanum og setti seg at skriva um tað, hann
hvørki sá, hoyrdi ella føldi. Tess størri ósannindi, hann brúkar, tess harðari rópar hann