Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. november 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. november 2010 · Nr. 163 34 Sosialurin Jan Müller Drúgvu royndirnar hjá Før­ oya Tele og stóru íløgurnar gjøg num árini í skjótari og tryggari samskiftissambond millum Føroyar og umheimin lótu fyri nøkrum árum síð­ ani dyrnar upp fyri nýggj­ um møguleikum fyri sam­ starvi við stór altjóða feløg í frálandavinnuni, eitt spild­ urnýtt arbeiðsøki hjá før ­ oyska televeitaranum. Shefa­ kaðalin kom eisini sum ein kærkomin gáva fyri bretska oljufelagið BP, sum hevði stóran tørv á at fáa útbygt samskiftismøguleikar frá olju pallum og –skipum sín­ um vestan fyri Hetland og víð ari til høvuðsstøðina í Aber deen. Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist tað loksins Før­ oya Tele at fáa annað bein­ ið inn um gáttina fyri fyri­ tøkuna tann tá ókenda olju heimin og at fáa avtalu í lag við bretska oljurisan BP. Henda avtala snúði seg m.a. um at binda flótandi oljuframleiðsluskipið á Schie hallion feltinum og olju­ fram leiðslupallin á Clair olju­ keld uni í Shefakaðalin. Tað samstarvið er komið væl við hjá BP. Góða telesambandið hevur gjørt, at BP ikki nýtist at senda nógvar av sínum serfrøðingum út á pallarnar at arbeiða men ístaðin kunna gera arbeiðið á høvuðsstøðini í Aberdeen. Hetta nýggja samstarvið hevur síðani givið fólkunum á Føroya Tele mót uppá at leita upp aðrar líknandi møgu leikar í økinum. Góðu royndirnar frá BP sam starv­ inum, sum byrjaði í 2008, hava nú lutvíst verið lykilin til enn eina avtalu, hesa ferð við franska olju­ og gass­ felagið Total. Gassútbygging Felagið tók herfyri avgerð um at byggja út fyrstu gassfeltini vestan fyri Hetland fyri 40 milliardir krónur. Gass­ leið ing verður løgd frá Lagg an/Tormore feltinum til Sullom Voe í Hetlandi, har tað verður bygdur ein stórur gassterminalur, ið kann taka ímóti gassinum, áðrenn tað fer víðari um aðrar rørleiðingsskipanir í Norðsjónum til Skotlands og higani víðari til bretska heimamarknaðin. 850 arbeiðarar og hand­ verkarar skulu byggja gass­ verksmiðjuna, sum skal vera liðug at taka ímóti gassi í 2014. Fyri at húsa øllum hesum fólkunum verður nú bygdur ein lítil býur nærhendis. Og tað er her Føroya Tele kemur inn í myndina. Fyritøkan skal hava ábyrgdina av tí tekniska telesamskiftinum millum hetta byggioprojektið og høvuðsstøðina hjá Total í Aberdeen, haðani stórur partur av arbeiðinum verð ur stýrdur. Her passar Shefa­ kaðalin, sum fer í land í Het­ landi á leiðini til skotska meginlandið, sum fótur í hosu. Telesamband Páll Vesturbú, stjóri í FT Net, eitt av dótturfeløgunum hjá Føroya Tele, er sera fegin um nýggjastu avtaluna. Hann sigur, at hesi bæði fyrstu árini við samstarvinum við BP hava verið sera lærurík fyri tey, og uttan hesi og ta avtalugongd, sum hevur lig­ ið undan BP avtaluni, hevði ikki verið so lætt at gjørt avtaluna við Total. Olju­ feløg seta ómetaliga høg krøv til feløgini tey sam­ starva við. Her meta tey á Føroya Tele seg hava staðið upp tøkuroyndina. Nýggja avtalan krevur so, at FT skal seta tekniska útgerð upp, og haraftrat skal FT leiga seg inn á strekki millum Sullom Voe og Shefakaðalstøð úti við strondina frá BT. Nýggja avtalan við Total snýr seg um at tryggja gott tøkniligt telesamband millum byggi­ plássið og Aberdeen. Tað verður so ikki neyðugt at hava Føroya Telefólk á staðnum men fara teir heldur at brúka lokala arbeiðsmegi, tá tørvur er á tí. Páll Vesturbú vónar, at Før oya Tele eisini kann fáa avtalu um at veita tænastur eftir at henda avtalan gong­ ur út, tvs. tá sjálv gass verk­ smiðjan er liðug at taka í brúk í 2014. Tá verður tað so í kapping við aðrar veit arar, eitt nú BT (British Tele com), sum longu hevur keypt sær rætt til at brúka She fa­ kaðalin, men tað er so ikki komið hartil enn. Framtíðar avtala Talan verður so ikki um tæn astur millum land og Lagg anfeltið, har gassið skal koma upp úr undirgrundini og flytast til lands gjøgnum rør á havbotninum. Gass­ rørini eru gjørd soleiðis, at teleinfrastruktururin er part ur av teimum frá byrjan. Páll Vesturbú væntar, at Før­ oya Tele fer hava fyri mun ir fram um aðrar út bjóð arar av teletænastum, tá endalig avtala skal gerast um tele­ tænastur millum gass verk­ smiðjuna í Sullom Voe og høvuðstøðina hjá Total í Aberdeen. Hann vísir til tær royndir teir tá hava at vísa á í samstarvinum við bæði BP og Total til ta tíð. Teir royna tí at liggja í fremstu røð, tá nýggj avtala um hetta telesambandið skal gerast, og tá er Shefakaðalin eisini ein stórur fyrimunur, tó at aðrir televeitarar kunnu keypa sær tænastur eisini. BT hevur annars keypt sær rætt at brúka Shefakaðalin men hava enn ikki brúkt henda rætt. Hann ætla teir so at taka í brúk komandi ár. Uppá fyrispurning hvussu eitt lítil felag sum Føroya Tele kann klára seg í kapping við eitt nú bretska telerisan BT sigur Páll Vesturbú, at eitt telesamband fyri oljufeløg er sera týdningarmikið, og tí taka tey nógv atlit, tá sam­ ráðst verður um avtalur. Og her er so fyrimunurin hjá FT, at BT helst ikki hev­ ur havt sama fokus á frá­ landavinnuna. So tað nýtist ikki júst at vera støddin á fyritøkuni men heldur henn ara fokus og royndir, sum gera munin, og tað er so tann fyrimunin, sum FT fer at brúka, tá tað kemur so langt. Føroyaøkið Samstarvið við BP er eitt mun andi ískoyti til íløg ­ una og rakst ur in av Shefa­ kaðalinum. Onkur brek hava verið við kaðalinum í Orkn oyarøkinum, men BP hevur einki merkt til tað. Føroya Tele fylgir annars væl við í gongdini vestan fyri Hetland, har fleiri út­ byggingar av oljufeltum eru á tekniborðinum, eitt nú Rosebank, Cambo, Tornado, Solan og Clair, alt oljufund, sum liggja skamt frá før­ oyska markinum og sum møguliga kunnu knýta seg upp í Shefakaðalin. Shefa gevur Føroya Tele góða grund til at hava fokus á økið vestan fyri Hetland. Hvat viðvíkur Norðsjónum eru umstøðurnar øðrvísi, tí har eru aðrir útbjóðarar, meðan Føroya Tele er so gott sum einsamalt at bjóða skjótari og tryggari teletænastur vestan fyri Hetland. Norðsjógvurin kemur tí at bíða. Páll Vesturbú dylur held­ ur ikki fyri, at teir í síni lang­ siktaðu strategi eisini hava føroyska landgrunnin í hug­ anum. Verða kolvetni funnin her og útbyggingar fara fram, so er Føroya Tele fyrireikað at veita sínar tænastur. jan@sosialurin.fo TelesamsTarv Shefakaðalin og góðu royndirnar at brúka hetta skjóta og trygga kaðalsambandið í samstarvi við oljufelagið BP hava nú ruddað slóð fyri enn eini avtalu millum Føroya Tele og eitt av heimsins størstu gass- og oljufeløgum, franska TOTAL. Okkara langsiktaða strategi fevnir eisini um føroyska landgrunnin. Verða kolvetni funnin her og útbyggingar fara fram, so er Føroya Tele fyrireikað at veita sínar tænastur Shefakaðalin kann gerast góð íløga sum veitari til oljuvinnuna Føroya Tele við Franska