fríggjadagur 26. november 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Skuldin hjá Sands kommunu
er umleið 21 mió. krónur, og
tað svarar til næstan tvær
álíkningar.
Brandur Sandoy, borgar
stjóri sigur, at skuldin nú
verður
umfíggjað,
men
samstundis tekur kommunan
eitt ódnartak fyri at minka
um skuldina.
Skattainntøkan
hjá
kommununi næsta ár er
mett til 13 mió. kronur, sum
er sama upphædd sum í fjør.
Av teimum skal komm
unan gjalda umleið 3,5 mió.
krónum í avdráttum og
rentum.
– Skuldin er ein tung
byrða, men tað skal ganga,
sigur Brandur Sandoy.
Summarhúsøki
Hóast stóra skuld er rúm á
fíggjarætlanini fyri nýggjari
íløgu,
sum
verður
eitt
summarhúsøki.
Økið, sum lagt er av
til
summarhúsøki,
liggur
Handan
Hamralíð,
uttan
fyri
bygdina
yvir
móti
Grótshúsvatni.
Brandur Sandoy sigur, at
kommunan hevur fingið onkr
ar frispurningar um grund at
byggja summarhús á.
13 grundir verða útstykkj
aðar á sethúsaøkinum, og
stykkini verða seld óplanerað.
Rindar skúlaskuld
Skúlasambandið
í
oynni
hevur samtykt at leggja
nýtt graslíki á vøllin við
Meginskúlan, men treytin
er, at Sands kommuna rindar
sína skuld til skúlan. Skuldin
er hálv onnur millión, sum
kommunan nú fer at gjalda,
men harfyri er ikki ætlanin
at tyngja um lánibyrðuna,
sigur Brandur Sandoy.
Bíligari barnaansing
1. januar í ár fór barna
garðurin á Sandi frá at
vera sjálvsognarstovnur til
kommunalan stovn.
Brandur Sandoy sigur, at
í ár eru gjørdar stórar spar
ingar á stovninum. Sparing
arnar hava havt við sær, at
leiðarin helt tað vea ráðiligt
at lækka foreldragjøldini fyri
barnaansing.
Og tað samtykti komm
unustýrið á fundinum miku
kvøldið at gera.
Frá 1. januar fer heildags
vøggustovupláss at kosta
2275 krónur, hálvdags 1275
krónur.
Heildags barnagarðspláss
frá at kosta 1900 krónur,
hálvdags 1050 krónur.
Kostnaðurin fyri frítíðar
skúlapláss verður 1000 krónur.
Gjøldini eru sera ymisk
frá kommunu til kommunu.
Gjøldini á Sandi liggja nú í
miðuni av, hvat foreldur í
ymisku kommunum gjalda,
sigur Brandur Sandoy.
Trýsta skuldina niður
Kommunustýrið á Sandi leggur nógva orku í at gjalda ovurstóru skuldina niður. Næsta ár skal kommunan
gjalda umleið 3,5 mió. krónur í rentum og avdráttum, og tað nýtur við 13 mió. krónum í skattainntøku
Randi Jacobsen
Sjúklingar og avvarðandi
teirra, sum gist á sjúklingar
hotellinum
Tórshavn
í
Keypmannahavn,
eru
so
smátt farin at kunna seg við
venjingartólini.
Í næstum fáa tey eina
veruliga kunning um, hvussu
tólini kunnu brúkast.
– Ein føroysk kvinna, sum
lesur til fysioterapeut, hevur
ringt og spurt, um hon saman
við tveimum øðrum kann
koma higar at gera uppgávu
um hesa tænastuna, sigur
Marita Bau, sjúkrarøktar
frøðingur og varaleiðari á
sjúklingahotellinum.
Komandi fysioterapeut
arnir fara tá at vísa, hvat alt
tað ymiska kann brúkast til,
og tað fer óivað við sær, at
áhugin fyri venjingini fer at
vaksa, væntar Marita Bau.
Hon heldur tað av fleiri
orsøkum vera gott at hava
eitt slíkt venjingarrúm á
hotellinum.
Gott fyri alt
Eitt er, at tað er gott fyri øll
at røra seg, men nógv steðga
leingi, og fyri tey kemur væl
við at hava okkurt at takast
við. Tað er í sær sjálvum einki
hugaligt at fara til Danmarkar
í sjúkarørindum.
– Serliga hugsi eg um tey,
sum eru einsamøll her, tí
her kunnu fólk vera saman.
Sjálvt um Føroyar eru eitt
líti land, er tað ikki so, at allir
føroyingar
kennast.
Fyrr
høvdu fólk tað stuttligt í
roykirúminum. Roykirúmið
er gjørt um til venjingarrám,
har tey nú kunnu hava tað
stuttligt.
Venjingarhølið er
savningarstað
Nýinnrættaða motiónsrúmið á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn
fer serliga at fáa týdning fyri tey, sum steðga leingi á hotellinum
Marita Bau, varaleiðari heldur tað vera gott, at
sjúklingar og avvarðandi aftur hava fingið eitt
stað, sum tey kunnu hava tað stuttligt saman
Summarhúsøkið verður uttan fyri bygdina yvir móti Gróthúsvatni
Rennimaskinur og onnur tól eru i venjingarhølinum