Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 14 Sosialurin Handil Lýsingartilfar Olja og gass í Mykinesgøtu SveiSiNgahaNdiliN í MykiNeSgøtu er eiN Fyritøka, SuM hevur SpeSialiSerað Seg í ølluM, ið hevur við SveiSiNg og gaSS at gera uMFraMt olju til akFør, Skip og FlogFør Magnus Gunnarsson Í Sveisingahandlinum í Mykines­ gøtu fæst alt sum hevur við sveis­ ing, smyrjiolju og gass at gera. Sveisingahandilin er ein gomul og kend fyritøka í býnum. Tað var Gullak Zachariassen í Havn, sum stovn aði handilin í Sverrisgøta í mið býnum beint eftir seinna heims bardaga. Hann seldi m.a. sveisi tól, elektrodir, gass og annað til jarn smíð. Tað var tá Viljormur Tórsheim keypti handilin í 1969, at hann fekk navnið Sveisingahandilin. Handilin helt fram á sama stað, til hann seinni flutti oman í Vágs botn. Í sjeytiárunum bygdi Viljormur ein virkisbygning í Jóannesar Patursonargøtu og Sveis­ inga handilin flutti inn har. Í 1992 varð handilin seldur til Jóhan Simonsen, sum segði eitt leið andi starv í Føroya Banka frá sær og fór at reka handilin. Jóhan gjørdist í 1993 umboðsmaður fyri Mobil Oil og fór hann undir at selja olju (undantikið brenniolju) til akfør, skip og flogfør. ExxonMobil er eitt av størstu oljufeløgum í heiminum og ger nakrar av bestu smyrjioljunum á marknaðinum. Síðan 1996 hevur Sveisinga­ handilin verið í stóra virkis bygn­ inginum í Mykinesgøtu, sum varð keyptur til endamálið. Bygningurin er umleið 700 fermetrar til støddar við stórari goymsluhøll, handli og framsýningarhøli. Í 2006 seldi Jóhan handilin til sonin Bárð Simonsen, sum í dag er stjóri í Sveis ingahandlinum. Sveisingahandilin er í dag heildarveitari av øllum innan sveis­ ing, umframt at gass eisini er ein av høvuðstáttunum í virkseminum hjá fyritøkuni. Har eru nógv ymisk sløg um t.d. propangass, oxygen, acetylen, argon, argonmix, nitrogen og CO2. Eisini er ein fyllistøð til oxygen sett upp á økinum. Handilin selur umframt øll sveisiamboð eisini hondamboð, trygdarútgerð, grill útgerð og tjaldingarútgerð. Starvsfólk hjá Sveisingahandlinum f.v.: Jákup Andrias Arge, Bárður Simonsen og Andreas Petur Hansen. Jákup Eli Joensen vantar á myndini Myndir: Jens Kristian Vang