Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 16 Sosialurin Vilmund Jacobsen Alifelagið Marine Harvest í Føroyum, sum er partur av eini stórum samtaki, hevur havt eitt sera gott ár í ár. Framleiðslan hjá føroyska partinum er umleið 6.000 tons av laksi, og avlopið fyri hvørt kilo liggur í ár um 10 krónur. Hetta fer at geva føroyska partinum eitt avlop fyri skatt upp á umleið 60 miljónir krónur, sum er eitt sera gott úrslit. Ragnar Joensen er stjóri í Marine Harvest í Før­ oy um, sum hevur al ing í Sundalagnum og á Oyndar­ firði og smoltstøð á Hell­ unum. Hann sigur, at ein orsøk til, at úrslitið í ár ikki verður enn betri er, at felagið hevði ongan stóran laks at selja yvir á amerikanska marknaðin í fyrra helmingi av hesum árinum. – Amerikanski marknað­ urin hevur verið góður til stóran laks, men vit hava eisini fingið góðan prís fyri tann minna laksin á eitt nú evropeiska marknaðinum. Hann sigur, at tá ein markn aður gerst so góður, sum hin amerikanski hevur verið, dregur tað vanliga eisini prísirnar upp á øðrum marknaðum. Sløk 30 fólk Marine Harvest í Føroyum hevur út við 30 fólk í føstum starvi, men tá talið av fólki á lønarlistanum er størst, nærkast tey 40­50 fólkum. Ragnar Joensen vísir á, at tey 6.000 tonsini, sum før oyski parturin av felag­ num kemur at framleiða og selja í ár, er lítil í mun til fram leiðsluna hjá øllum samtakinum. – Tilsamans hevur sam­ takið framleitt 340.000 tons av laksi í ár, harav umleið 200.000 tons eru framleidd í Noregi. Á øðrum plássi fyri kreppuna í Chili, lá suður amerikanska landið á einum øðrum plássi, men seinnu árini hava Kanada og Skotland verið tey londini, sum hava ligið á øðrum plássi. Stjórin sigur, at alivinnan í Chili nú er á veg fram eftir aftur, og hann væntar, at Chili í øðrum hálvári í 2011 leggur seg á eitt annað pláss í framleiðslu hjá samtakinum Marine Harvest. Lækkandi prísur Árið, sum er gott, er ikki ringt. Og hetta árið hevur verið stak gott hjá føroyskum ali­ feløgum. Sjálvur væntar Ragnar Joen sen, sum eisini er næst­ formaður í Føroya Hav bún­ aðarfelag, at marknaðar­ prísirnir fara at lækka so hvørt, sum Chili veksur um sína framleiðslu. – Tað er væntandi, at Chili fer at gera tað trengri hjá øðrum laksi á amerikanska marknaðinum, og eitt nú noyðast lond, sum í dag hava stóra sølu í USA, tá at senda størri nøgdir á evropeiska marknaðin. Hann sigur, at tað eru teir, sum vænta, at marknaðurin fer at veksa nokso fitt, so­ leið is at afturgongdin í prísi kanska ikki verður so stór kortini. – Við sushi og øðrum nýggj um laksavørum veksur markn aðurin. Eingin ivi er um tað, men eg vænti, at vit koma at síggja heilt aðrar prísir so hvørt, sum árið 2011 fer at líða, sigur Ragnar Joen­ sen, stjóri í Marine Harvest Føroyar. vilmund@sosialurin.fo Marine Harvest Føroyar hevur 60 mió í avlopi ALIVINNA – Vit hava havt eitt gott ár í ár, og avlopið av hvørjum kilo av framleiddum laksi liggur um 10 krónur. Tað gevur okkum eitt úrslit upp á umleið 60 miljónir krónur – fyri skatt, sigur stjórin í Marine Harvest Føroyar, Ragnar Joensen - Tá ein marknaður gerst so góður, sum hin amerikanski marknaðurin hevur verið, dregur tað eisini prísirnar upp á øðrum marknaðum, sigur Ragnar Joensen, stjórin í Marine Harvest Føroyar … við sushi og øðrum nýggjum laksavørum veksur marknaðurin… RAGNAR JOENSEN Marine Harvest Føroyar selir bara feskan laks. Felagið hevur aling í Sundalagnum og á Oyndarfirði, og smoltstøð á Hellunum, men hevur onga portiónsframleiðslu