fríggjadagur 26. november 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164
Sosialurin
trygging.fo
Nissutorg á Kongabrúnni
27. november verður stóra Torgið í bygninginum hjá Tryggingarfelagnum
Føroyum karmur um eitt nýtt, spennandi og hugnaligt Nissutorg. Umframt
eitt vakurt 6 metur høgt jólatræ, flytur ein hópur av “livandi” og minni
livandi nissum, vættrum og jólamonnum inn á Kongabrúnna.
Á skránni verður kapping fyri børn, har tey smæstu sleppa á rannsóknarferð á Nissutorginum, og fáa møgu-
leika at vinna eina lítla jólagávu. Eisini verður okkurt leskiligt bjóðað teimum vitjandi. Kl. 18.00 spælir Guðrið
Hansdóttir jólatónleik. Harumframt verður ein smærri framsýning um “Føroysk jól í sjeyti ár” í sambandi við,
at Tryggingarfelagið Føroyar fyllir 70 ár.
Tryggingarfelagið Føroyar ynskir øllum hjartaliga vælkomnum til Jól á Kongabrúnni. Stór eins væl og smá.
27. november 2010 millum kl. 15.00 og kl. 19.00.