fríggjadagur 26. november 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164
Sosialurin
Verðin broyttist tann dagin,
tá beiggi mín ringdi og
segði, at tú aftur var farin á
sjúkra húsið, og at ikki var
møgu ligt at fáa samband
við teg. Tú hevdi havt ein
blóðpropp fyri trimun árum
síðani, men var komin væl
fyri teg, og hevdi tað gott
til dagligt. Tankarnir fara
upp at mala, og øll minnini
koma fram fyri meg aftur.
Barndómsminnini av Viðar
eiði saman við tær uppi í
Follendi, ella onkra aðru
staðni í bø ella haga, har
tær dámdi so væl, og sum
tú brúkti so nógv av tínari
tíð. Tú fekst altíð við seyð
og jarðarbrúk, so leingi tú
orkaði tað. Tey seinru árini,
tá gongulagið var blivið
nakað vánaligt, gekk tú ikki
meira á fjall, men hugurin
var har allíkavæl. Ella ein
harutúr inn í Berg ella niðan
í Dal, skjútti var tú góður, og
sjáldan var tað meira enn
eitt skot upp á haruna, tá
dagurin var liðugur. Tú var
kunnugur í bø og haga, visti
navnið á hvørjari steinpirru
og hvørjari túgvu, og kendi
teg væl úti í náttúruni.
Mangan sást tú úti í bønum
við einum spaka, har tú
velti bøin slættan, so hann
kundi sláast við maskinuni.
Ella kanska vældi tú um eitt
av teimum mongu gomlu
út húsunum, ið hoyrdu til
festið hjá tær. Tær dámdi
ikki at tey skuldu forfalla,
helt teg skylda forfedrunum
at halda tað við líka, sum
teir høvdu lagt eftur seg.
Sum smádrongur á Við
ar eiði var tú sum dreingir
flest, gekk í skúla niðri á
Bakka og bleiv fermdur
har niðri eisini. Nú eru
ikki nógv eftur av teimun,
sum eru saman við tær á
myndini frá tí degnum.
Síðan fekst tú við vanligt
bygdarlív, til tú nøkur ár
seinri fór til skips. Har
strídd ist tú, sum so mang
ur ann ar føroyingur, tey
næstu mongu árini, til tú
legð ist upp á land mitt í
sjeyti árunum at taka tær
av festinum, sum hevði
ver ið í slektini í rættu liga
nógv ættarlið. Tú byrj aði
tá at arbeiða inni á Frost
virk inum í Norddepli, og
var har í nógv ár, síðan var
tú hjá Kanjon, til kreppan
legði alt landið stilt í níti
árun um.
Eftir tað hevði tú ikki
nakað lønt arbeiði, men ikki
sat tú stillur fyri tað. Tað
er altíð okkurt at taka sær
til hjá tí sum hevur hugin
og evnini. Kreftirnar hava
altíð verið góðar, og man tú
mangan hava tikið okkurt
ódnartak. Tó, ikki hoyrdi
eg teg reypa av tí, men tað
sást, um ein hugdi eftir
tær, tá tú fekst við okkurt
arbeiði. Tað fall tær lætt.
Tankarnir eru eisini hjá
mammu míni, tey náddu
at vera gift í knøpp 49 ár,
so saknurin má vera stór
ur hjá tær. Tú var væl um
hann, eftur at hann gjørd
ist sjúkur fyri 3 árun síðani,
við góðari hjálp frá beigg
un um hjá mær og heima
hjálp unum. Tað skulu tær
hava stóra tøkk fyri.
Tað kundi veri so nógv,
eg kundi nevnt, minnini eru
nógv og góð, tey fjálga væl í
hesi tungu tíð. Tú gleddi teg
til at vit skuldu koma heim
at vitja, tað var ikki ofta
tú, sást abbasynirnar, men
tað náddi tú ikki. Eg var tó
glaður um, at eg fekk sagt
tær farvæl, áðrenn tú legði
árarnar inn.
Við hesum fáu orðum vil
eg lýsa frið yvur minnið um
pápa mín Kjartan Matras.
Anfinn
Minningarorð um pápa mín
Kjartan Matras
Mia í Ansastovu
3. nov. 1915 – 21. nov. 2010
in memoriam
Spakuliga, dáttligt ljóðar,
Mia er ei meir,
hon sum gav oss løtur góðar
er nú blivin lívleyst leir.
Nítifimm á foldarfløtu,
henni untist ár á fold,
góð for øll á jarðargøtu
var hon, til hon fór í mold.
---
Barnaheim var Ansastova,
Mia átti lív sítt har,
hugnaheim og eydnusmoga
skaptist hvar, ið Mia var.
Vøkur, vís og góð mót gesti,
livdi hon sítt dagatal,
var teim flestu vinur besti,
gjørdi øllum bara væl.
Sínum var hon hjálpin vísa,
systir, mamma, omma við,
gestablíð hon mundi hýsa
øllum sínum sær við lið.
---
Tøkk fá fyri hvørja løtu
innan tína klinkuslá,
fyri blídligt brá á gøtu,
tá vit møttust av og á.
Tøkk fá fyri minnir góðu,
vit nú sita eftir við,
nú á mál er komin róður:
“Góða Mia, hvíl í frið”.
pmp
Sunnukvøldið klokkan 20
verður ein rættiliga fjølbroytt
konsert í Fríðríkskirkjuni.
Van ligt hevur verið hesi
sein astu árini, at »Kórið hjá
Jóhan« hevur skipað fyri
jólakonsert fyrst í advent
ini. Kórið stendur eisini sum
fyriskipari í ár og fer við
sínum sangi at seta sín dám
á fyrsta sunnudag í ad vent,
men kortini er kon sertin
nakað øðrvísi enn undan
farin ár.
Í ár verða nógvir musikk
skúlanæmingar í Nes Sókn
ar Musikkskúla við í kon
sert skránni.
Næm ingarnir
skipa eitt orkestur, ið telur
einar tjúgu spælarar. Hetta
orkestrið fer at spæla undir
hjá
kórinum
í
tveimum
sangum. Í orkestrinum eru
violinir, cello, horn, tvør
floytur og klarinettir.
Eisini tónleikanæmingar í
9. flokki í skúlanum við Løkin
fara at spæla og syngja. Ein
sangbólkur mannaður við
tíggju monnum verður eisini
við.
Konsertin byrjar klokkan
20:00.
Adventskonsert í Fríðrikskirkjuni