Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-11-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 26. november 2010 · Nr. 164 34 Sosialurin Kjak Í hesum sambandi hava íslendsku fyrireikararnir, í samráð við íslendska mentamálaráðharran, boðið føroyingum at hava ein framsýningarbás undir liðini av íslendska básinum, og at hjálpa okkum við at gera vart við føroyskar bókmentir. Hesum tilboði hevur Menta­ málaráðið tikið av, m.a. stuðl­ að av Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum og Mentanargrunni Landsins. Tað er við stórum spenn­ ingi, at vit nú eru farin undir fyrireikingar til eitt føroyskt bókaátak uttan fyri landoddarnar næsta heyst. Sjálvandi er tað avmarkað, hvat vit í Føroyum kunnu náa at gera upp á so stutta tíð. Men vit eiga rávøruna, og við teimum møguleikum og tí forarbeiði, sum íslendingar longu hava gjørt, er heldur einki at ivast í, at føroyingar við einum sindri av dugna­ skapi og hepni, eisini kunnu gera vart við føroyskar bókmentir, mentan og list á bókaframsýningini, sum verður hildin í Frankfurt 12.­ 16. oktober 2011. Árliga bókafram­sýn­ ingin í Frankfurt ein tann størsta í heim­inum­ Á hvørjum ári verður hildin risastór bókaframsýning í Frankfurt í Týsklandi. Talan er um týdningarmestu sýning av sínum slagi við meira enn sjey túsund framsýnarum úr 100 londum. Seinastu 20 árini hevur bókasýningin havt ta aðalreglu, at eitt land hevur verið heiðursgestur hvørja ferðina. Hetta hevur havt við sær, at alt hátíðar­ árið eru givnar bøkur út í Týsklandi úr hesum landi. Umframt bókaútgávu hevur ljóskastarin verið settur á aðrar mentanarligar hending­ ar, sum hava samband við heiðursgestalandið, so sum myndlistasýningar, tónleikaframførslur o.a.m. Bókaframsýningin í Frankfurt er ikki heilt fremmand fyri føroyingum, tí bæði Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúla­ bókagrunnur hava í fleiri ár vitjað framsýningina, og m.a. sýnt teirra nýggjastu bøkur fram har og hava kunnað seg um nýtt tilfar. Sum nakað nýtt verður í 2011 ein serligur almennur føroyskur gluggi við einum neyvt útvaldum úrvali av bókmentum, sum vónandi fer at vekja størri áhuga fyri føroyskum bókmentum. Við at sýna fram undir liðini á íslendsku heiðursgestunum eru sera góðir møguleikar at gera vart við Føroyar, føroysk­ ar høvundar og føroyskar bókmentir. Bókafram­sýningin í 2011 stóran týdning fyri íslendskar bókm­entir Fyri nøkrum árum síðan takkaði íslendska ríkis­ stjórnin fyri innbjóðingina, at Ísland, sum tað fyrsta av Norðurlondum, skuldi verða heiðursgestur á fram­ sýningini í 2011, í hesum sambandi kann nevnast, at heiðursgesturin í ár var Argentina, og í 2009 var heiðursgestalandið Kina. Íslendski verkætlanar­ leiðarin er bókaútgevarin Halldór Guðmundsson, sum í 2004 skrivaði stóru ævisøg­ una um Halldór Laxness. Fyrireikingarnar hjá íslend­ ingum hava bæði verið langar og strangar, men nú er greitt, at teir næstu 12 mánaðirnar verða útgivnar á týskum umleið 100 bøkur, sum annaðhvørt eru týddar úr íslendskum til týskt, ella sum eru skrivaðar á týskum og snúgva seg um íslendsk viðurskifti. Frankfurt 2011 ein einastandandi m­øguleiki fyri Føroyar Eg ivist ikki í, at Føroyar fara at fáa stórt gagn av samstarvinum við íslend­ ingar, tí á slíkum risatiltøkum, sum bókahátíðin í Frankfurt í veruleikanum er, er skjótt at hvørva í øllum rokanum Duga vit at standa saman um at nýta hetta høvið at vekja útlendskan áhuga fyri føroyskum bókmentum, so vænti eg, at hetta kann gerast ein lopfjøl út í heim og vera við til at eggja okkara rithøv­ undum at leggja seg eftir at skriva fleiri nýggjar skaldsøg­ ur, sum eg hoyri verða eftir­ lýstar og saknaðar í løtuni. Sum landsstýriskvinna í mentamálum eri eg íslendingum sera takksom fyri, at teir hava rætt okkum hesa bókmentaligu bróðurhond, og eg ivist ikki í, at tað fer at eydnast okkum at gagnnýta henda einastandandi møguleika. Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna Føroyar heiðurspláss á Bókaframsýningini í Frankfurt í 2011 undir liðini á Íslandi Á heysti 2011 verður Ísland heiðursgestur á stóru Bókaframsýningini í Frankfurt Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, metir meg møsna og síggja íspunnin trøll á alljósum degi, tí eg óttist, at tað, sum hendi í Vági, ikki eisini hendir í Havn í sambandi við røktarheimsbyggingarnar. Hon sigur, at landið fer ikki at lata Boðanesheimið standa tómt, tá landið hevur latið so nógvar pengar til tað, og tí fer landið sjálvandi sum lovað eisini at bera raksturin av nýggja røktarheiminum. Takk fyri tað, Rósa, tað gleðir ongan meira enn meg! Men sissaður eri eg ikki, og eg rópi enn líka hart varskó sum áðrenn. Tí Boðanesheimið er bert eitt av røktarheimstilboðunum í kommununi. Hvørja trygd kann landsstýriskvinnan veita, at hini bútilboðini í kommununi ikki verða spard burtur? Við støðuni í Vági sum dømi, so er væl onki løgið í, at vit framvegis óttast, at landsstýrið eisini í Havn fer at spara burtur verandi búpláss og fremja hópin av uppsagnum millum røktarstarvsfólk. Landsstýrið hevur jú eisini longu boðað frá, at landskassin skal spara munandi komandi árini. Nógv er longu spart á eldrarøktarøkinum, og veruleikin er, at hvørt nýtt búpláss á røktarheimi kostar landskassanum umleið hálva millión í rakstri aftrat. Nei, ikki hevur tú mana trøllini burtur, Rósa. Rósa og trøllini Heðin Mortensen borgarstjóri Lítið mundi vera at ivast í, at hetta lítla innskotið kom at fáa pennin hjá nøkrum í gongd. Sum vanligt er, so taka fjølmiðlarnir bert tað fram, sum kann skapa øsing, og seta kílar í og bróta niður. Tað seinasta var ein lítil brøkpartur av eini annars sera góðari røðu, hjá formanni unga Fólkaflokksins, Hanusi Samró, sum nevndi fría fosturtøku, tá hann so væl hugleiddi um borgarligan politikk í framtíðini. HUXA, sum er felag unga Fólkaflokksins, hevur alla ta tíð, sum eg havi veri við, bjóðað øllum hugsjónum vælkomin. Vit hava ongantíð verið bangin fyri at taka eitt evni upp, eisini tey evnini, sum onnur eru bangin fyri at nerta, og sum fær nøkur at ressast við. Lat tað vera sligið heilt fast, at eg persónliga, taki ikki, og komi aldrin at taka undi við fríari fosturtøku. Rættur barnsins til lívið er, í mínum hugaheimi, ikki til diskutión, og so kunnu tey sum vilja, royna at gera tað so ómenniskjasligt sum tey vilja við at kalla tað fostur, og samanbera tað við onnur djór og tílíkt, fyri at rættvísgera teirra dráp av einum øðrum menniskja. Eg kenni eiheldur hasa hugsanina í felagnum, hvørki millum fleiri av okkara stjórnarlimum, og eiheldur millum limir okkara. Eg vil eisini her sláa fast, at HUXA ongantíð hevur tikið nakra støðu til spurningin um fría fosturtøku. Tað hevur onkuntíð verið kjakast um evnið, men orsaka av at fólk eru ymisk, og hava ymsar hugsjónir, er tað ongantíð fallin nøkur avgerð um hetta mál, felagsins vegna. Tað skal eisini vera sagt, at so leingi eg siti í felagnum ella havi nakað við politikk Fólkaflokksins at gera, komi eg altíð at verja barnið og rætt tess til lív. Eg fari ongantíð at taka undir við fríari fosturtøku. Hans Anfinnson Norðfoss varaformaður, HUXA Eg fari ongantíð at góðtaka fría fosturtøku!